Meira lív í miðbýin? Bilarnir mugu við í áhugaverda kjakið

Vónleyst er at krevja parkeringspláss til hesi húsini í Tvørgøtu. (Mynd Vagnur)
Vónleyst er at krevja parkeringspláss til hesi húsini í Tvørgøtu. (Mynd Vagnur)

Í hesum døgum eru í fjølmiðlum og á Facebook áhugavert kjak, hvussu vit fáa meira lív í miðbýin. Í kjakinum koma sjálvandi eisini parkeringsumstøðurnar inn í myndina, tí fólk sleppa ikki av við bilarnar, tá tey skulu til arbeiðis ella skulu til handils. Nógvastaðni serliga í eldra partinum av Havnini, har eingin parkeringskelti eru, standa nógvir bilar úti á vegnum. Sum eg skilji krevur kommunan, tá fólk nú fáa byggiloyvi til nýggj hús, at húsini skulu hava tvey parkeringspláss á grundøkinum. Men slík krøv kanst tú ikki seta húsaeigarum í eldra parti av Havnini, tí tá tey fingu byggiloyvi á sinni, vóru eingir bilar í Havn og harvið einki krav um parkeringspláss.

Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922. Hetta var ein Ford lastbilur, sum umboðsmenninir Vilhelm Nielsen, sum var dani, og Wenzel Petersen høvdu fingið til landið. Eingin føroyingur dugdi tá at koyra bil, men ein dani, sum arbeiddi í Føroyum tá, hevði koyrt bil í Danmark, og tað var hann, sum lærdi fyrstu føroyingar at koyra. Vegirnir vóru fáir, og tað longsta koyrast kundi, var út á Hospitalið, niðan á Sanatoriið í Hoydølum og eftir onkum uppdyrkngarvegi við Sundsvegin. Allir vegirnir vór tá vánaligir grúsvegir.

Skal meira lív koma í miðbýin, so mugu fólk sleppa av við bilarnar. Og so er ikki at minka um parkeringsøkið á Skáltrøð. (Mynd Vagnur)
Skal meira lív koma í miðbýin, mugu fólk sleppa av við bilarnar. Og so er ikki at minka um parkeringsøkið á Skálatrøð. (Mynd Vagnur)

Um tað mundið, tá fyrsti bilurin kom til Føroya búðu 2500 fólk í Havn. Fyrst í 1900-talinum spjaddust húsinum nú niðan Niels Finsensgøtu, Tróndargøtu, Tinghúsvegin, hvussu nú allar hesar gøturnar eita. Grundøkinum vóru smá. Á myndini ovast síggja vit Tvørgøtu, og henda útstykkingin fór fram í 1910, og húsini komu síðani so líðandi. Fólkini í nýggju býarpartunum høvdu ikki bil og harvið einki parkeringspláss inni hjá sær sjálvum. Vit skriva nú 2015, og parkeringsmøguleikarnir eru vánaligir í hesum býarpørtum.

Eg sá nøkur hagtøl frá 29. september 2013, og eg øtaðist, hvussu nógv akfør nú eru skrásett í Føroyum. Tá koyrdu 20.507 vanligir persónbilar á vegunum kring landið. Vøru- og lastbilarnir vóru 516, vøruvognarnir 3560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725 og hýruvognarnir 101. Haraftrat eru onnur akfør skrásett, sum ikki dagliga koyra í gøtunum millum annað ellisakfør og brandbilar. Verður alt talt við eisini prutlini, sum eru 1614 í tali, kampingbilar og kampingvognar, so nærkast vit 31.000 akfør við nummarplátu.

Torført hjá fólki at sleppa av bilarnar. (Mynd Vagnur)
Torført hjá fólki at sleppa av bilarnar. (Mynd Vagnur)

Tað sigur seg sjálvt, at serliga gamla Havnin megnar ikki at húsa øktu ferðsluni. Og tá talan er um meira lív í miðbýnin, so mugu parkeringsviiðurskiftini takast við í kjakið. Føroyingurin er beindovin og vil helst koyra inn í handilin, um hann slapp tað. Kommunan kann vísa á nógv parkeringsplás uttan fyri miðbýin til dømis í Gundadali, men fólk tíma ikki at ganga úr Gundadali oman í miðbýin at keypa einar skógvar ella eitt slips.

Ein maður, sum býr í Tvørgøtu sigur mær, at fólk, sum arbeiða niðri í býnum, parkera bilin í Tvørgøtu. Er skeið í húsum í gøtuni, slepst ikki av við bilin, tí gøtan er fullsett við bilum hjá skeiðlutakaranum. Hetta sæst eisini nógva aðrastaðni í gomlu býarpørtunum í Havn. Tað er vónleyst at fáa meira lív í miðbýin, um parkeringingin ikki verður tikin við. Frálíkt parkeringarpláss er á Skálatrøð, eitt parkeringspláss, sum stórur tørvur er í vanligari arbeiðstíð. Men stórur ágangur er at fáa part av parkeringsplássinum á Skálatrøð millum annað til Tjóðpall og eisini Musikkskúla, sum tí betur er fluttur út á landavegin.

Skal meira lív koma í miðbýin, so er heilt burturvið, at parkeringsplássið á Skálatrøð skal brúkast til Tjóðpall og annað virksemi. Ein tjóðpallur kann byggjast aðrastaðni í býnum. Tað verða altíð parkeringsmøguleikarnir hjá fólki, sum koma at gera av, um meira lív skal koma í miðbýnum. Mera lív í miðbýin umfatar so nógvar. Er talan um handilslívið, kvøldarlívið við kafeum og barrum, og so onnur tiltøk fyriskipað á Vaglinum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply