
Stóru søgurnar og harvið broytingarnar í bestu mansdeild eru, at toppskjúttin Áki Egilsnes fer til Íslands. Nicklas Selvig flytir úr Kollafirði til Vestmannar, og at Mladen gevst sum málverji í Kyndli. Stóri spurningurin er, hvussu hetta fer at ávirka kappingina at koma í FM-finalurnar? Støðan í taptum stigum er, at H71 hevur einki stig tapt, KÍF tapt sjey stig, VÍF sjey stig, StÍF ellevu stig, Kyndil trettan stig, Neistin fjúrtan stig og Team Klaksvík tjúgu stig. Liðini spæla fýra umfør, og tí kann alt broytast ógvuliga skjótt. Les meira…