Monthly Archives: oktober 2015

Tá grønlendingurin Benjamin kom at búgva við Landavegin

Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstu Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.
Ein altíð smílandi Benjamin. Aftast frá vinstru Helgi Nolsøe og Virgar Wardum. Fremst frá vinstru Benjamin Clausen og Vagnur Michelsen.

Í 1961 kom ein ellivu ára gamal grønlendingur at búgva við Landavegin, sum fyri okkum smádreingir tá var nakað heilt serligt. Tá í tíðini sóu vit eingi myrk fólk, sum ikki vóru eins litt og vit onnur. Drongurin æt Benjamin, mamman æt Gurli Restorff, sum júst var vorðin gift við Niels Restorff. Gurli og Benjamin vóru komin av Tvøroyri, har Gurli hevði arbeitt sum sjúkrasystir á Suðuroyar sjúkrahúsi síðani 1955. Benjamin var ein fittur og sjarmerandi drongur, sum kom at trívast væl saman við okkum ungu við Landavegin. Men Benjamin hevði havt serliga lagnu frá fyrsta degi, og tú kanst spyrja, hvussu bar til, at ein donsk sjúkrasystir kom at búgva við Landavegin og hevði við sær ein grønlendskan drong. Søgan er henda, og vit skulu fyrst aftur til januar mánað í 1950. Les meira…

Jóan Jakku bygdi sær skóbúð í Vágsbotni í 1925

Soleiðis minnist eg Jóan Jakki. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)
Soleiðis minnist eg Jóan Jakku. Sigmundur Petersen málaði málningin í 1961. Vit eru stødd á Víðareiði. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg kom í heimið hjá 90 ára gomlu neistakvinnuni Solveig Dam, sá eg vakran málning av pápanum Jóan Jakku og vakra mynd av skóbúðini hjá pápanum hanga á bróstinum í gongini. Jóan Jakku, sum var av Viðareiði, var skómakara og handilsmaður í Havn. Hann var ein “havnarmynd”, hesin høgi maðurin í føroyskari húgvu altíð fyrikomandi og blíður. Hann lærdi til skósmið og at seyma skógvar í Danmark, og í 1925 bygdi hann sær skóbúð í Vágsbotni. Jóan Jakku var føddur í 1893 og doyði 97 ára gamal í 1990. Les meira…

Dia Jacobsen var fyrsti kyndilsmálverji og fyrsti landsliðsmálverji

Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur sigld alt sítt lív. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)
Dia er útbúgvin maskinmeistari. Hann gavst at spæla hondbólt í 1964. Dia var av allarbestu málverjum. (Mynd Vagnur)

Fara vit í hondbóltssøguna, so er 79 ára gamli Dia Jacobsen serligur, tí hann var fyrsti málverji Kyndils, sum var stovnað 10. mars 1956. Føroyar spældu fyrsta landsdystin í hondbólti ímóti Íslendingum á asfaltvøllinum í Gundadali 18. juli í 1964, og annar málverjin var Dia Jacobsen. Dia byrjaði sum sagt at spæla við Kyndli í 1956, og seinasta dystin spældi hann í 1964, tá Kyndil vann FM-heitið. Dia er útbúgvin maskinmeistari og hevur millum annað siglt við skipum hjá ØK, Skipafelagnum og 23 ár við skipum hjá Strandferðsluni. Hann gavst at sigla í 1999. Eg havi prátað við frálíka málverjan, sum eg væl minnist spæla. Les meira…

Trygdin umborð á mjólkabátinum var ikki nøktandi

Sigmundur var smíðaður í 1942 í Peterhead og góðkendur til 250 ferðafólk. Hesin Sigmundur varð søktur millum Stong og Eystnes í november mánað í 1973. (Mynd:
Sigmundur var smíðaður í 1942 í Peterhead og góðkendur til 250 ferðafólk. Hesin Sigmundur varð søktur millum Stong og Eystnes í november mánað í 1973. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Myndin omanfyri er frá seinast í 1950-árunum ella fyrst í 1960-árununum. Havi bilsniðini at meta meg eftir. Tá eg sá myndina, sum Christian Holm Jacabsen, sáli, tók, kom eg fyrst at hugsa um trygdina umborð á Sigmundi. Tá vóru eingir gummibátar, men tú sært tveir bjargingarbátar, sum ikki taka øll ferðafólkini, um okkurt hendir. Alt ov nógv ferðafólk umborð eftir núverandi krøvum.Trygdarkrøvini eru nøkur heilt onnur í dag. Komi eisini hugsa um sjálva bryggjuna. Lætt var at koyra sjógv, tí bryggja steðgaði knappliga og koyribreytin sneiddi, og eingin forðing var. Minnist, tá ein Mazda bilur koyrdi á sjógv har, og bilførarin megnaði akkurát at koma úr bilinum, áðrenn hann sakk. Verri gekst fyri jól í 1974, tá bilur fór á sjógv, har Sigmund liggur. Bilurin fór á sjógv, men øll fólkini sluppu ikki úr bilinum, áðrenn hann sakk. Trý fólk druknaðu. Syndarlig vanlukka, sum skakaði alt samfelagið. Eftir vanlukkuna var forðing fest í bryggjuna. Hetta var mangan tá í tíðini. Vanlukku skuldi fyrst henda, áðrenn fyribyrgingarabeiði varð gjørt. (Vagnur)

Feløg og harvið venjarar oyðileggja fleiri ungar spælarar

Mangan kann ganga hart fyri seg í hondbóltsspælinum.
Mangan gongur hart fyri seg í hondbóltsspælinum.

Í seinastu viku sá eg part av kvinnudysti millum donsku liðini Viborg og Randers, og í sambandi við dystin var áhugavert kjak um ungar kvinnuligar spælarar ella rættari sagt ungar stjørnur, sum nógvar ikki gerast tær   stjørnur seinni, sum fjølmiðlar og onnur gera tær til sum seytjan/átjan ára gamlar. Við í kjakinum var fyrrverandi landsliðsvenjarin Ulrik Wilbek. Serliga beit eg merki í orðini, sum Ulrik segði, tí hesi orðini kunnu flytast til Føroya, har eg mangan hava skrivað, at vit oyðileggja nógvar serliga ungar kvinnuligar hondbóltsspælarar, tí teir koma ov tíðliga á besta liðið. Teir spæla ov nógvar dysir, hvíla ov lítið, og tí gerast tær skaddar, sum fylgir teimum alt hondbóltslívið. Ulrik segði millum annað. Les meira…

Tær tríggjar geva sítt stóra íkast til virksemið í Føroyahúsinum

Katrin Nolsøe, Chirstin Dahl Plate og Asley Højgaard uttan fyri Føroyahúsið.
Katrin Nolsøe, Chirstin Dahl Plate og Asley Højgaard uttan fyri Føroyahúsið.

Systir mín Chirstin Dahl Plate var herfyri heima og vitjaði mammuna, sum býr á Ellisheiminum. Chiristin fór ung til Danmarkar at læra til sjúkrasystur, hon varð seinni gift og fekk trý børn. Men áhugan fyri Føroyum, og hvat føroyingar fáast við í Keypmannahavn, hevur altíð havt hennara áhuga. Serliga seinastu nógvu árini gjørdist hon serliga virkin. Hon var í nevndini í kvinnufelagnum og nevndini í Føroyahúsinum. Eisini var hon við at skriva bók um føroyskar kvinnur í Danmark. Tá eg práti við systir mína, merki eg hvørjaferð, at eg veit alt ov lítið, hvat tey takast við í Føroyahúsinum. Ikki smávegis, hvussu nógv Føroyahúsið kann borðreiða við. Meira at lesa niðanfyri. Les meira…

Debess dreingirnir vóru mest sum tvingaðir í B36

Tey tíggju systkini á Tinghúsvegi 55. Frá vinstru Fía, Jógvan, Harald, Óli, Hammer, Niels og Marsanna. Fremst f.v: Anna Lis og Elsa (Gulli)
Tey tíggju systkini á Tinghúsvegi 35. Frá vinstru Fía, Jógvan, Harald, Óli, Hammer, Niels og Marsanna. Fremst f.v: Anna, Lisa og Gulli. (Myndaeigari Gulli)

Á Tinghúsivegi nr. 35 í Havn búgva 85 ára gamli Hammer Debess og 86 ára gamli Harald Debess. Barndómsheimið, har teir búgva, eru 101 ára gomul hús og mest sum einki broytt innan. Húsini vóru smíðað í 1914, og tíggju børn eru uppvaksin á Tinghúsvegi 35. Eg kom at kenna fleiri av systkjunum, tí hinumegin vegin búði pápabeiggi mín Aage Michelsen, og mangan tosaði Aage um hesi arbeiðssomu fólkini, sum hann og konan Helma vóru so væl við. Ikki tí, Aage og beiggjarnir á Tinghúsvegi 35 vóru mótsetningar, tí meðan Aage arbeiddi á kontóri og oftast sást við sigar ella pípu í klovanum, gekk hvønn dag í slipsi og vesti við lummauri, so vóru beiggjarnir hinumegin vegin verkamenn, skutu harur, vóru á floti, arbeiddu á trøðni og ansaði neytum í frítíðini. Aage gjørdi einki av hesum, og eg minnist Aage best sita í lenistólinum í stovuni og lesa blaðið Børsen ella í eini bók. Leygardagin var eg inni á gólvinum hjá Hammer og Haraldi, har ørindi míni vóru at spyrja, hví teir halda við B36, tá pápin Sámal Debess  var við at stovna HB og eisini spældi við HB. Teir siga: Les meira…

Úr myndasavninum – Syrgiligt at síggja myndina úr Vestmanna

Stórt afturstig fyri Vestmana, tá ið hotellið og Sentrum brendu.
Stórt afturstig fyri Vestmana, tá ið hotellið og Sentrum brendu.

Tá ið eg sá myndina omanfyri á Facebook úr Vestmanna, reikaðu tankarnir aftur í tíðina. Nú er soleiðis nógvastaðni kring landið, at fólk bæði ung og eldri ferðast til Havnar at stuttleika sær. Náttarbussar hava koyrt í fleiri ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum í Havn, tí tá gekk leiðin til Vesmannar í dans. Í Vestmanna var Sentrum, Silkienni og dansistova, og hesi góðu støð við serligum plátuboksum og innandura svimjihyli dró okkum hondbóltsspælarar til Vestmannar. Les meira…

Atli Dam fyrrv. løgmaður skuldi fingið aðra gøtu í Hoyvík

Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)
Onnur gøtu í Hoyvík átti at verið kallað Atlagøta, tí eingin hevur adressu Atlagøta. (Mynd Vagnur)

Gøtunavnanevndin í Havn hevur kallað upp nógvar gøtur í Hoyvík eftir farnum løgmonnum, sum vit hava havt, síðani heimastýrislógin kom í gildi í 1948. Talan er um gøturnar Andrasargøtu, Kristiansgøtu, Pætursgøtu, Hákunargøtu, Atlagøtu og Maritugøtu. Marita Petersen er einasta kvinna, sum hevur røkt løgmansembætið í Føroyum. Fyrsti løgmaður var Andrass Samuelsen, sum var løgmaður árini 1948-1950, og síðani Kristian Djurhuus 1950-1959. Atli Dam er løgmaðurin, sum hevur sitið longst í Tinganesi. Heili sekstan ár í tveimum umførum. 1970-1984 og 1990-1992. Men gøtunavnanevndin hevur givið Atla “keðiligastu gøtuna”, tí eingin býr við Atlagøtu, og harvið hevur eingin tildømis adressu Atlagøta 12. Hetta átti gøtunavnanevndin at fingið broytt, so navnið Atli Dam kemur til sín rætt í Hoyvík. Les meira…

Scott Harrington hevur alt gott at bera føroyska ungdóminum

Scott Harrington dámar væl í Føroyum og brennur fyri hondbólti. (Mynd Vagnur)
Scott Harrington dámar væl í Føroyum og brennur fyri hondbólti. (Mynd Vagnur)

Mær dámar væl at práta við útlendingar, sum koma til Føroya antin sum spælarar ella venjarar. Vit liggju jú einsamøll í lítlum landi í Norðuratlandshavinum, og føroyskur hondbóltur kann skjótt gerast ein dunnuhylur, har vit rættiliga ikki vita, hvar vit flóta á hondbóltsøkinum í mun til onnur lond. Hesuferð havi eg hitt 27 ára gamal Scott Harrington, sum er breti, men føddur í Týsklandi, har pápi hansara var enskur hermaður. Ætlanin var í 2006, at Scott skuldi spæla á enska OL-liðnum í 2012, men ein skaða darvaði hesum. Scott arbeiðir sum hondbóltsmennari í Neistanum og venur eisini úrvalslið dreingir 12 ár innan HSF. Scott hevur nógv góð orð at bera føroyska ungdóminum, hann hevur møtt higartil. Og Scott sigur: Les meira…