Hondbóltsfelagið Tjaldur í Runavík varð stovnað í 1957

Mynd 1: Á Sandinum spældu tey fyrstu hondbóltsdystirnar í Runavík. (Jóannis Símunarson Hansen myndasavn)
Á Sandinum spældu tey fyrstu hondbóltsdystirnar í Runavík. (Jóannis Símunarson Hansen myndasavn)

Tá eg var biðin at skriva nøkur orð um hondbóltsfelagið Tjaldur í blað, kom eg at hugsa um nakrar eldri hondbóltsmyndir úr Runavík, sum eg fyri nøkrum árum síðani sá á Facebook. Á myndini spældu menn hondbólt niðri við sjóvarmálan í Runavík. Niðri á Sandinum, sum tey róptu økið. Eg veit og minnist, at Niklas Folbo spældi hondbólt við Tjaldri, og havi eg ringt til Niklas, og hann sigur:

– Miðskeiðis í 1950-árunum komu Ib Hauritz og eg at práta um, at tað var ússaligt, at eingin hondbóltur var í Runavík. Ib var av Tvøroyri og sum bakari fluttur til Runavíkar. Á Tvøroyri spældu tey hondbólt, og á Strondum hinumegin fjørðin spældu tey hondbólt, og hví so ikki í Runavík.

Mynd 2. Í sildatíðini var hondbóltsvøllurin ikki tøkur. (Jóannes Símunarson Hansen myndasavn)
Í sildatíðini var hondbóltsvøllurin ikki tøkur. (Jóannes Símunarson Hansen myndasavn)

– Vit tóku í 1957 stig at stovna Tjaldur sum deild í NSÍ og byrjaðu sama árið at spæla í landskappingini. Hondbóltur varð spældur á Sandinum. Eitt øki, sum var brúkt at hagreiða sild og goyma sildatunnur í sildatíðini, sum byrjaði fyrst í august mánað, tá sildin tók seg upp norðanfyri. Sandurin var tøkur hjá okkum um ólavsøkutíð at spæla hondbólt á. Vøllurin var grúsvøllur, og har kálkaðu vit hondbóltsmátini í sandin.

– Eitt manslið varð skjótt mannað og av okkum hevði bara Ib Hauritz áður spælt hondbólt. Málmaður var Hans á Bakka, annars vóru vit aðrir ókendir ítróttamenn. Klæmint úr Lamba spældi eisini á fyrsta liðnum. Vit taptu allar fyrstu dystirnar millum annað 8-1 fyri Stjørnuni í Klaksvík. Minnist, at vit spældu hondbólt á Strondum, vit vóru í Havn og spældu ímóti KFUM-hondbólti, Kyndli og Neistanum. Kyndil varð stovnað í 1956. Eisini spældu vit í Sandavági og í Vestmanna, sigur Niklas.

Myndatekstur til mansmyndina: Tjaldur í 1950-árunum: Standandi f.v: Hjalgrim Poulsen, Oven Didriksen, Jørgen Hansen og Ib Hauritz. Fremst f.v: Absalon Djurhuus, Klæmint(Kem) Weihe og Niklas Foldbo.
Tjaldur í 1950-árunum: Standandi f.v: Hjalgrim Poulsen, Oven Didriksen, Jørgen Hansen og Ib Hauritz. Fremst f.v: Absalon Djurhuus, Klæmint(Kem) Weihe og Niklas Foldbo.

So fara vit eitt sindur longri fram í tíðina, tá undirritaði spældi hondbólt ímóti NSÍ eisini á grúsvølli. Fyrst í 1960-árunum bleiv eystanstevnan fimta róðrarstevnan, eftir at róð varð kapp í nógv ár á norðoyastevnu, vestanstevnu, jóansøku og ólavsøku. Meira enn einaferð vóru vit neistamenn bodnir at spæla ímóti NSÍ á eystanstevnu. Hetta vóru stórar upplivingar fyri okkum neistamenn.

Fyrsta høllin í Føroyum kom í Klaksvík í 1968, og næsta høllin í Havn á heysti 1970. Hondbóltsspælið fór næstu árini stigvíst frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Hallirnar gjørdu, at hondbóltur nógvastaðni minkaði burtur í einki, tí feløgini høvdu onga høll.

Næstu árini fánaði hondbólturin eisini í Runavík, men fyrsti 1980-árunum bragdaði aftur, eftir at Arni Ludvig var vorðin skúlastjóri. Meg minnist serliga Ingvard Lamhauge, sum vandi ein árgang av evnaríkum dreingjum. Høllin á Skála var tikin í nýtslu í 1980 og høllin í Runavík í 1983.

Myndatekstur til kvinnumyndina: Tjalur í 1950-árunum: Standandi f.v: Yvonna Hansen, Jastrid á Roykheyggi, Julia Højgaard og Elisabeth Olsen. Fremst f.v: Molly Danielsen, Borghild Knudsen og Hildigarð Nielsen
Tjalur í 1950-árunum: Standandi f.v: Yvonna Hansen, Jastrid á Roykheyggi, Julia Højgaard og Elisabeth Olsen. Fremst f.v: Molly Danielsen, Borghild Knudsen og Hildigarð Nielsen

Ingvard Lamhauge sigur mær, at tey byrjaðu at venja hondbólt í fimleikahøllini, men tá høllin á Skála kom, keyptu tey buss, so koyrast kundi inn á Skála at venja hondbólt. Væl má vera heystað, tí NSÍ dreingir 14 ár vunnu FM-heitið í 1982 og 1985, og dreingir 10 ár hjá NSÍ vunnu FM-heitið í 1986. Hesir árgangirnir vóru so mikið góðir, at teir hildu leiðini í bestu mansdeild. Minnist nøvn sum Sverra Justinussen, Trygva Mortensen, Jens Martin Knudsen, Andrias Jacobsen, hvussu teir nú allir eita.

Tað var eisini tann tíð, tá NSÍ hevði bæði manslið og kvinnulið í bestu deildini. Men tá hesir árgangir minkaðu, tí spælarar fóru uttanlands í lestrarørindum ella góvust at spæla hondbólt, so fánaði hondbólturin burtur har á leiðini enn einaferð.

Tú fært ikki felagsskap at mennast uttan eldsálir. Seinastu árini síggi eg, at strandingurin Johan Danielsen, sum býr í Lamba, hevur vant ungar dreingir í Tjaldri, sum standa seg heilt væl ímóti hinum liðunum í landinum. Tjaldur dreingir 10 ár vunnu FM-heitið í 2008 og 2011, og so skulu vit ikki gloyma, at besta kvinnuliðið hjá Tjaldri vann FM-heitið í 2009 og steypakappingina í 2011. Tíverri fánaði hetta virksemið enn einaferð.

TJaldur hevur nú fyrsta floks umstøður at menna hondbóltin í Runavík og har á leiðini. (Mynd Runavíkar kommuna)
TJaldur hevur nú fyrsta floks umstøður at menna hondbóltin í Runavík og har á leiðini. (Mynd Runavíkar kommuna)

Nú skrivað vit 2015, og ítróttahøllin í Runavík er júst umvæld. Hvussu er so støðan hjá hondbóltinum í Runavík? Eg fekk samband við Johnny Lamhauge, sum er ein av eldsálunum í Tjaldri, og her eru góð hondbóltstíðindi at hoyra. Johnny sigur:

– Tjaldur hevur áður ikki havt so nógvar ungdómar, sum júst nú. Spælarar koma líka úr Fuglafirði at spæla hondbólt við Tjaldri. Eg kann nevna, at í U8 ár deildini hava vit tvey lið, dreingir/gentur 10 ár trý gentulið og fýra dreingjalið, dreingir/gentur 12 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið, dreingir/gentur 14 ár tvey dreingjalið og eitt gentulið. Dreingir/gentur 16 ár høvdu vit eitt dreingjalið og eitt gentulið, men genturnar eru byrjaðar so seint at spæla hondbólt, at tær stóðu seg ikki ímóti hinum liðunum, og munurin gjørdist alt ov stórur. Tí góvust tær í kappingarárinum. Ein B-deild átti at verið í gentum 16 ár.

– Í vetur hava 2. deild menn og 1. deild kvinnur spælt í landskappingini, og næsta kappingarár manna vit eitt 1. deildarlið við monnum. Jú vit eru væl nøgd, at so nógv ungfólk vilja spæla hondbólt í Tjaldri. Trupulleikin hjá okkum er at fáa nóg nógvar venjarar at venja tey ungu. Tjaldur hevur góðar hondbóltsumstøður í nýumvældu høllini, har vit hava tjúgu venjingartímar um vikuna. Vit kundu ynskt okkum nakrar venjingartímar aftrat, sigur Johnny at enda.

Áhugavert og stuttligt, at verulig ferð er komin aftur á hondbóltin í Runavík, og at undirtøkan er so góð. Mín vón er, at vit um ikki so nógv ár aftur síggja Tjaldur í bestu mansdeild og bestu kvinnudeild. (Greinina skrivaði í vár til blað hjá Tjaldiri, sum skuldi í hvørt hus har á leðini. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply