Monthly Archives: september 2015

Nýggi hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur í 1945

Neistakvinnur vinna FM-heitið á nýggja vøllinum í 1946. Frá vinstru: Jacobina Jacobsen, Rúna Kamban, Sára Hansen, Elisabeth Johansen, Mikela Andreassen, Elsa Hansen og Helena Dal-Christiansen. (Myndaeigari Elsa Horn)

Herfyri skrivaði eg um eitt skjal fingið frá Tórshavnar kommunu, sum segði, at útbjóðingarlýsing varð sett í bløðini í 1944 at gera nýggjan hondbóltsvøll í Gundadali. Hetta var vøllurin, sum vit sum ung spældu á, og sum mátti lúta fyri nýggja svimjihylinum. Tilboðini frá fyritøkum skuldu sendast kommununi í seinasta lagi 9. oktobur sama árið. Nú steðgar søgan fyribils her. Spurningur er, hvør gjørdi vøllin, og nær spældu neistaspælarar fyrsta dystin á vøllinum? Les meira…

Eldsálin Sarita Hansen ber róðrararvin víðari í Miðvági

Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Ein róðrareldsál av teimum stóru í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Sarita Hansen umborð á Miðvingi seinasta leygardag. Róðrareldsál av teimum heilt stóru. (Mynd Vagnur)

Tá tú skrivar um kappróður og gongur millum rógvarar, kanst tú eygleiða mangt áhugavert. Havi skrivað um kappróður síðani í 1980 -árunum, og mær dámar so væl hesa ítróttagrein. Í 2004 legði eg til merkis til eina unga gentu úr Miðvági, sum sat á lærinum umborð á Frúnni. Hugsaði beinanvegin, at her er nakað heilt serligt við hesi gentu, sum eg seinni eisini fekk staðfest. Hjá mær er lætt fáa samband við ítróttafólk og skriva samrøður, men við Saritu gongst verri. Royndi í fjør og royndi aftur í ár, men Sarita hevur so nógv um oyruni, at einki bleiv skrivað. Til tess at fáa at vita eitt sindur meira um ungu eldsálina úr Miðvági, havi eg tosað við pápa Saritu Jógvan Hans Hansen, formann í Miðvágs róðrarfelag. Havi spurt hann, hvussu er við Saritu og kappróðri. Og hann sigur. Les meira…

Pensionistar verða revsaðir alt ov hart í skatti

Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)
Hugagóði egnari styttir sær um stundirnar í egningarskúrinum. (Mynd Vagnur)

Av og á komi eg í prát við menn, sum standa í egningarskúrunum á Ískaiini, men hesir menn fækkast, tí línuflotin er seinnu árini minkaður heilt nógv. Leygarmorgunin prátaði eg við skjótt 70 ára gamlan pensionist, sum rak um eina línu. Hann plagar eisini at egna í skúri við síðuna av, og tá verður egnt á gamlan hátt við agni. Hugagóði egnarin, sum eg kenni, kærdi sína neyð, tí hann helt, at tað líkist ongum, at ein pensionistur bara kann forvinna 60.000 krónur um árið aftrat pensiónini, áðrenn hann mótroknaður í pensiónini og revsaður hart í skatti. Og hann heldur fram. Les meira…

Ódnartøkini vóru enn einaferð avgreidd meistarliga

Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. (Mynd Vagnur)
Her liggja fýra barnamanningar klárar at taka fyrstu tøkini. Nærmast Báran, síðani Beinta, Havfrúgvin og Títlingur. (Mynd Vagnur)

Klokkan ellivu í morgun (leygarmorgun) leitaði eg mær oman á Vestaru bryggja at vita, hvussu gekst av fyrireika seinastu ódnartøkini á árinum. Jú, einki skip var við bryggju, og fólk frá Havnar róðrarfelag høvdu lagt út startin, sum Magni Nielsen hevur snikkað til. Har vóru Bjarti Mohr, Jón Johansen og onnur hjálparfólk, sum gjørdu klárt. Beint fyri klokkan eitt var eg aftur á Vestaru bryggju, tí klokkan eitt stundisliga skeyt startdómarin Trygvi Johansen fyrsta skotið. Teir vóru allir har, hetta góða toymið, sum nú eru vorðnir kringir at fyrireika ódnartøkini. Les meira…

Nú gráta havnarfeløgini um ov fáar hallartímar

Øvundsjúka og vánalig undirtøka i eyst og vest førdi til, at høllin við Landavegin ikki varð bygd.
Øvundsjúka og vánalig undirtøka i eyst og vest førdi til, at høllin við Landavegin ikki varð bygd.

Tað pínur mínar hjartastreingir, tá hondbóltsfeløgini nú gráta um ov fáar venjingartímar. Fýra hondbóltsfeløg eru í høvuðsstaðnum: ÌA av Argjum, H71 í Hoyvík, Kyndil og Neistin. Tríggjar eru hallirnar: Høllin á Hálsi, Hoyvíkshøllin og Gundadalshøllin. Umleið 18.000 fólk búgva í Suðurstreymoy, tað vil siga 6000 fólk pr. høll. Sammeta vit við onnur støð í Føroyum, so er Havnin so dyggiliga afturútsigld. Men alt kundi verið øðrvísi, um høllin við Landavegin varð bygd. Men øvundsjúka, mótvilji í Mentamálaráðnum, mótvilji í umsitingini kommununi og nøkur snævurskygd neistafólk gjørdu, at hallarbólkurin varð slitin upp. Vit høvdu øll kort á hondini eisini fíggjarliga. Les meira…

Føroyingar hava altíð ferðast víða úti í heimi

Brúðarparið Torvald og Christiane.
Brúðarparið Torvald og Christiane.

Minnist, tá eg, sum smágenta, sat á køksborðinum og sang við harðari rødd “eg eigi eina mostur í Amerika, eg eigi eina mostur í Amerika………………..”. Men tað átti eg ikki, tí hon doyði, áðrenn eg varð fødd. Eg bleiv kallað upp eftir hesari mostur, sum æt Christiane. Familjan helt tó, at Christiane ljóðaði ov gamalt, og at stór synd var at lata barnið eita so. Tosað varð aftur og fram og endin var, at eg varð doypt Chirstin og rópt Kirstin, men “Ch” var eftir Christiane. (Greinina hevur systir mín Chirstin Dahl Plate skrivað)
Les meira…

Úr myndasavninum – Vit sóu leivdirnar frá heimsbardaganum

jkjkjk
Rabarbugarðurin hjá ommu og abba fyri umleið 55 árum síðani. Frá vinstru Solvej við dóttrini Birgit. Solvej var systir Herborg konu Jógvan mammubeiggja mín.Síðan uttan iva ein arbeiðskona hjá ommu, sum vit halda eitur Irdi, og so eg sjálvur.

Í ár eru sjeyti ár liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði. Eg eri føddur í 1949 fýra ára eftir, at ensku hermenninir fóru úr Føroyum. Pápi okkara segði okkum mangan frá árunum, tá ensku hermenninir vóru í Havn, og hetta havi eg skrivað um áður. Fyri kortum fylti Ellisheimið í Havn áttati ár, og eg var sum avvarðandi í hesum sambandi biðin at siga eitt sindur um Ellisheimið. Eg nevndi millum annað um grannarnar hjá Ellisheiminum, sum eg minnist sum smádrongur. Segði frá barakkunum, sum stóðu við Ellisheimið, og um dagarnar sá eg myndina omanfyri í myndabók hjá systkinabarni mínum. Áhugaverda myndin vakti beinanvegin góð barnaminni. Les meira…

Úr myndasavninum – Mads Andreas Winther fyrsti borgarstjóri

Ómetaliga góð og hugnalig mynd. Tinghúsvegurin um aldarmótið. (Mynd Fornminnissavnið)
Ómetaliga góð og hugnalig mynd. Tinghúsvegurin um aldarmótið. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá ið eg gangi av Vaglinum og til húsa eftir Tinghúsvegnum, hugsi eg mangan, hvussu ótmetaliga lítið er hugsað, tá ið byggiloyvini eru givið til nógvu betongkassarnar har á leiðini. Ljótasti bygningur í Havn er betongkassin hjá Losjuni. Ringast av øllum er, at nógvir av losjumonnunum vóru býráðslimir ella arbeiddi í Tórshavnar kommunu. Hvat hava menn hugsað? Myndin oman fyri er ómetaliga vøkur og hugnalig. Øll húsini hava mest sum somu stødd og sama skap. Grundirnar laðaðar, og húsini hava flagtak. Les meira…

Ein atkvøða vantar á tingi, so er hjúnarbandslógin broytt

Fáa vit eins umborð á Brimli vaktarskifti í Tinganesi. Løgtingsval kann gera hetta til veruleika. (Mynd Vagnur)
Løgmaður skal beinanvegin syrgja fyri at fáa broytt hjúnarbandslógina. (Mynd Vagnur)

Á síðu ellivu í Sosialinum, sum kom um vikuskftið, eru nógv áhugaverd nøvn at síggja. Á vinstru síðu sekstan nøvn, sum í spurnarkanning hava sagt ja at broyta hjúnarbandslógina. Høgrumegin tíggju nøvn, sum siga nei, og niðri undir seks nøvn, sum ikki vilja svara. Hetta sigur okkum, at nú vantar bara ein atkvøða, so kann hjúnarbandslógin samtykkjast á tingi einaferð med alla. Tá eg síggi slíkt, rennur mær til hugs, hví øll í Tjóðveldi, øll í Framsókn og nøkur javnaðarfólk siga ja, meðan tildømis allur Fólkaflokkurin sigur nei. Orðið etikkur sýnist sum afturvendandi orð í hjúnarbandsmálinum. Men hvat er í veruleikanum etikkur. Les meira…

Úr myndasavinum – Alfred Dahl “Beiggin” var arbeiðssom eldsál

Neistakvinnur meistarar í 1959. Aftast frá vinstru: Malan Joensen, Alfred Dahl (Beiggin) og Martha Hansen. Miðjan f.v: Herborg Davidsen, Hilda Lamba og Turið Holm. Fremst f.v: Oluffa Bjørgvin, Malvina á Dunga og Gunhild Hentze. (Myndaeigari Malvina á Dunga)

Kaga vit í søgu Neistans, so stendur vágbingurin Alfred Dahl róptur “Beiggin” sum ein av teimum heilt stóru eldsálinum í felagnum. Í 50 árunum, tá ið Beiggin kom í Neistan, legði hann serliga orku í at fáa ment manshondbóltin, tí kvinnurnar vóru virknar og í góðu hondum um hetta mundið. Alfred Dahl fór ungur til Danmarkar at læra til bakara ella rættari sagt “kondittara” og Finnur Johansen, sum er eisini er uppvaksin í Vági, sigur soleiðis um Beiggjan. Les meira…