Nakrir politiskir flokkar keypa bíligar lýsingar eystanfyri

Stóru lýsingarnar fylla nógv í býarmyndini. (Mynd Vagnu)
Stóru lýsingarnar fylla nógv í býarmyndini. (Mynd Vagnu)

Nú havi eg í nógv ár havt stóran áhuga fyri lýsingum, tí eg havi ábyrgdina av rulliskeltinum í R.C. Effersøesgøtu, sum Stuðlafelagið Neistin eigur. Vit hava ongantíð lýst við politiskum lýsingum, tí vit halda hetta vera løtuvinningur. Nú síggjast í havnargøtu stórar “dúk” lýsingar, sum eg veit kosta vanliga einar 250 krónur fermeturin at gera í Føroyum. Men hetta vilja summir flokkar ikki gjalda, og tí eru teir farnir eystureftir eftr lýsingum.

Sjálvandi royna fólk at keypa, har tað er bílagast, men tað kann tykjast løgið, at somu flokkar, sum slóða fyri at stuðla føroyskum vinnulívi, útvega sær bílagar lýsingar uttanlands og uttan iva eystanfyri. Eg havi spurt meg fyri hjá fyritøku, sum vit samstarva við, og har siga tey, at góðskan á stóru “dúkunum”, sum koma eystanífrá, hava nógv verri góðsku og eru rukuttari enn lýsingar,  føroysku fyritøkur kunnu útvega. Eisini verðu sagt, at latingartíðin eystanfyri er seks vikur. Tað vil siga, at júst sum løgmaður útskrivaði løgtingsvalið, vóru stóru lýsingarnar bílagdar.

Summir flokkar vóru skjótir at bíleggja stórar lýsingar uttanlands. (Mynd Vagnur)
Summir flokkar vóru skjótir at bíleggja stórar lýsingar uttanlands. (Mynd Vagnur)

Nú skal eg ikki siga, hvørjir flokkar útvega stórar bíligar “dúk” lýsingar eystanfyri og leypa bukk um føroyskar fyritøkur. Hetta kunnu fólk síggja í býarmyndini í Havn. Sjálvur haldi eg, at tað er løgið, at flokkar, sum siga seg stuðla føroyskum vinnulívi, fara eystureftir eftir lýsingum. Men so kanst tú eisini siga, at her er talan um marknaðarkreftur, sum ráða.

Tá tað snýr seg um lýsingar og Tórshavnar kommunu, so var tað soleiðis hjá okkum, at vit máttu søkja um byggiloyvi til tess at hanga upp okkara rulluskelti. Tekningar skuldu latast við umsøknini við mátum og øllum tí, sum fylgir við. Lýsingarnar máttu ikki vera størri enn vist. Men so slepti Tórshavnar kommu knappliga hesum treytum, og nú kunnu fólk seta allar tær lýsingar upp í býnum, sum teimum lystir og uttan loyvi.

Nú havi eg tað áskoðan, at ikki rokni eg við, at støddin av lýsingum ger av eitt løgtingsval ella rættari sagt fær fleiri atkvøður í atkvøðuskjáttuna. Føroyingur dugur jú at hugsa, og tað skuldi helst verið soleiðis, at tað sum vigar tyngst má vera tað, sum politikkarin sigur ellar rættari sagt borðreiðir við. Sjálvur haldi eg, at tað er ódámligt við hesum stóru lýsingum, sum fylla heilar húsaveggir. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Nakrir politiskir flokkar keypa bíligar lýsingar eystanfyri

Leave a reply