Áhugin fyri kappróðri í Klaksvík ongantíð verið størri enn nú

jkjkjkj
Sólbjørn Andreasen og Magnus Norðberg eru báðir fegnir um enn ein sigur.

Í míni skriving um kappróður havi eg í telefonini havt mangt áhugavert prát við Magnus Norðberg, sum rør við Klaksvíkingi. Kendi danski rógvarin Stephan Mølvig  kom í 2005 til Klaksvíkar, og hann fekk klaksvíkingar at broyta hugburð um kappróður. Tíggju ár seinni í 2015 sita nakrir av som monnum umborð á Klaksvíkingi, har venjingaruppleggið og taktikkurin er júst hin sami, sum fyri tíggju árum síðani. Eg havi prátað við Magnus Norðberg um at rógva, og hvat fær eldri menn aftur at byggja nýggjan Klaksvíking og at seta seg við árarnar. Men fyrst til orðini, sum Stephan Mølvig segði um føroyskan kappróður í 2005.

– Eg hevði ongantíð droymt um, at áhugin var so stórur fyri kappróðri í Føroyum. Mestsum hvørt mansbarn fylgir við kappróðri so ella so. Tú kennir mangan ikki rógvarar, men lurtitólið hoyrist um alt landið, tá ið bátarnir rógva FM-róðrarnar. Og eisini er áhugavert, at smáar bygdir standa seg væl, ja, tey fara eisini avstað við fleiri FM-sigrum, segði Stephan við undirritaða í 2005. Og Stephan heldur fram..

Klaksvíkingur og Drekin reyði á varmakeldu.
Klaksvíkingur og Drekin reyði á varmakeldu.

– Tá ið róð verður um danska meistaraheitið, so eru tað mestsum bara vinir og kenningar sum síggja róðrarnar. Alt er so fremmant. Tíðina, eg var í Klaksvík, merkti eg veruliga, hvussu ein heilur býur livir seg inn í kappróðurin. Sjálvandi gerst áhugin størri, tá ið bátarnir standa seg væl.

– Og ikki at gloyma, tá ið bátarnir vinna FM-róðrar, hvussu høgt býarfólkið gongur upp í góðu úrslitini. Tað er, sum um tað er býurin ella bygdin, sum øll hevur róð. Hetta er so mennandi fyri einstaka rógvaran, segði Stephan Mølvig við meg í grein eftir ólavsøku í 2005.

Stephan Mølvig broytti í 2015  hugburðin um rógving í Klaksvík. (Mynd Vagnur)
Stephan Mølvig broytti í 2005 hugburðin um rógving í Klaksvík. (Mynd Vagnur)

Hvat er so serligt við manningini umborð á Klaksvíkini?

Nù stundar til ólavsøku 2015, og Drekin reyði ella Klaksvíkingur vinna FM-heitið. Eg havi spurt Magnus Norðberg, hvat er so serligt við Klaksvíkingi, og um klaksvíngar framvegis hava stóran áhuga fyri kappróðri. Eg veit, at klaksvíkingar eru ógvuliga lokalir, sum er ein dygd. Og Magnus sigur.

– Áhugin fyri kappróðri í Klaksvík hevur ongantíð verið størri enn júst í hesum døgum. Hvar tú kemur, tosa fólk um kappróður. Vit merkja eisini, hvussu stóran týdning tað hevur fyri býin, at Klaksvíkingur, sum er flaggskipið, og eisini hinir bátarnir, eru við og standa seg væl. Vinnan í Klaksvík stendur klár at stuðla okkum, og vit merkja, hvussu høgt í metum kappróður er hjá fólki. Nógv er at at liva upp til hjá okkum rógvarum.

– Eg kann siga, at núverandi “konseptið” byrjaði í 2005, tá Stephen Mølvig kom til Klaksvíkar at rógva við Nevinum Reyða. Øll árini hava tríggir rógvarar gingu aftur og eru teir Svein Rógvi Nielsen, Janus Dam Jacobsen og eg sjálvur. Sjálvandi eru aðrir rógvarar eisini, men vit slóða fyri. Stephen Mølvig vístu okkum á, at var okkara ynski at gerast eins góðir rógvarar sum danskir altjóða rógvarar, so mátti hugburðurin broytast munandi.

Magnus dámar væl at vísa væl vandan yvirkropp eftir vinnan sigur.
Magnus og teir dáma væl at vísa væl vandan yvirkropp eftir vunnan sigur.

– Millum annað segði hann, at skalt tú fáa góð úrsltit, so má ikki bara tú, má eisini familjan, vinir og arbeiðsgevarin stuðla viðkomandi og harvið vera partur av drívmegini hjá rógvaranum. Hann segði, at vikuna fyri ólavsøkuna, má rógvarin hava frí frá arbeiði og bara savna seg 100% um at rógva. Stephan Mølvig búði hjá okkum, og ein av fyrstu døgunum vildi hann síggi, hvat var í køliskapinum, tí matur er eisini partur í venjingini og harvið róðrinum. Eg øtaðist, tá hann tók ymist úr køliskápinum og koyrdi tað í ein posa. – Hetta var feitur matur, og matur við ov nógvum sukri, sum hann helt ikki vera gott fyri rógvaran, sum vil nakað. Her má mathugburðurin broytast, sigur Magnus og heldur fram.

So er spurningurin, um Magnus á ólavsøku sleppur at lyfta steypið enn einaferð upp um høvd.
So er spurningurin, um Magnus á ólavsøku sleppur at lyfta steypið enn einaferð upp um høvd.

– Eg havi tann hugburð, at skal eg vera við, skulu vit venja eftir somu ætlan, sum øll hini árini. Tað vita allir rógvararnir. Mangan verður skotið okkum í skógvarnar, at Klaksvíkingur er ein úrvalsbátur, har bara ávísir persónar sleppa við. Mær dámar ikki, at manningar mannað bátar og ikki gera tað við venjingina, sum skal til at náa úrslitinum. Sjálvandi skal ikki vera lætt at koma upp á sigursskammilin. Eitt miðvíst arbeiði skal gerast, og tað forvænta klaksvíkinar eisini av okkum. Sjálvandi gongur ikki altið eftir vild, men tú mást royna av øllum alvi.

– Eisini haldi eg, at tann sosiali parturin í rógvingini hevur so ómetaliga nógv at týða.  At allir rógvararnir tosa sama mál og fara eftir felags málinum. Tí er so umráðandi, at bátar eru mannaðir við rógvarum, sum kunnu saman, sigur Magnus Norðberg at enda.

Eg kann leggja aftrat, hvat Stephan Mølvig segði mær í 2005, at rógvarar mugu fyri alt í verðini ikki sleppa allari venjing á ólavsøku og so liggja í dvala í nógvar mánaðir. Sjálvandi skulu rógvarar halda ólavsøku og taka sær av løttum eftir strevið summar, men eingin orsøk er at lata kroppin fara av kós. Tit skulu venja eitt sindur í vetrarmánaðunum, halda vektina og fyrireika sálina til nýtt kappróðrarár. (Vagnur)

– .

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply