Óla Hendrik av Fløtum er formaður og rør við Drekanum reyða

Òla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag, og hann rør við Argjabátinum. (Mynd Vagnur)
Óla Hendrik av Fløtum er formaður í Argja róðrarfelag, og hann rør við Drekanum reyða. (Mynd Vagnur)

Óla Hendrik av Fløtum hevur nógv um oyrini, tí hann er bæði formaður í Argja róðrarfelag og situr á toftubekki umborð á Drekanum reyða. Í nógv ár havi eg hildið, at Argja róðrarfelag er best skipaða kappróðrarfelag í landinum. Altíð eydnast teimum væl at manna bátarnar, og felagið hevur í nógv ár havt flest manningar í FM-kappingini. Uttan eldsálir ber ikki til, og uttan væl skipaða venjing millum tey ungu, ber heldur ikki til. Tað sýnist, sum rógvarar trívast heilt væl á Argjum. Eg havi tosað við formannin um felagið, og hvussu teir umborð á Drekanum reyða eru nøgdir við róðrarárið higartil.

Drekin reyði er nýtt 10-mannafar og er bert tvey ára gamal bátur. Báturin varð flotaður fyrstu ferð í fjør, og tað gekk so mikið væl, at Drekin reyði vann allar sjey róðrarnar og harvið FM-heitið. Argja róðrarfelag hevur frálíkt neyst á Argjum, og nú hava tey bygd upp í neystið suðureftir, so pláss er fyri fleiri bátum. Tað er strevið bæði at rógva við Drekanum reyða og vera formaður í felagnum. Og hetta havi eg spurt Óla Hendrik um, og hann sigur.

Drekin reyð 2015.
Drekin reyði 2015. Róðursmaðurin eitur Rókur Johannessen. Á lærbekki sita Sverri Tórstún í bakborð  og Meinhard Akraberg Hansen í stýriborð, eysrúmsbekki sita Jakku Guttesen í bakborð og Jacob Joensen í stýriborð, á rúmbekki sita Beinir Ragnuson í bakborð og Heðin Olsen í stýriborð, á bógbekki sita Asbjørn Olsen í  bakborð og Uni Johannessen í stýriborð og á toftubekki sita Martin Berg í bakborð og Òla Hendrik av Fløtum í stýriborð. (Mynd Vagnur)

– Vit eru fimm í nevndini Jacob Joensen, Anna Katrina Larsen, Sverri Tórstún, Terji Mikkelsen og eg sjálvur. Fýra av okkum rógva eisini, so tað er strevið summar, tí nógv er at gera, og stórt tak er eisini at vera formaður í felagnum. Jú, eg haldi, at Argja róðrarfelag er gott og væl umtókt felag, og aðalmálið hjá okkum er, at rógvarar skulu trívst væl í felagnum. Sjálvandi koma og fara rógvarar, men nógvir rógvarar venda aftur út á Argir, tá teir steðga á eitt bil at rógva ella fara uttanlands í arbeiðs- ella lestrarørindum.

– Tað skal vera gott at koma út at Argir at rógva, og avgerandi er, at tey ungu ikki vera slept upp á fjall. Hetta skal skiljast soleiðis, at vit eldru rógvarar sýna áhuga fyri teimum ungu. Læra tey at rógva, læra tey at fara væl um bátin, at rógva í vesti og annað sum tildømis at knýta homlibandið. Vit skulu leggja teimum lag á, so tey fáa góð upplivilsir og ikki fella frá. Í nógv ár hevur gingist heilt væl at manna bátarnar, og í summar hava vit Argjabátin og Drekan reyða heilt frammi í oddinum.

Argjabáturin hevur 39 stig og Klaksvíngur 38. Báturin, sum er fremri á ólavsøku, vinnur FM-heitið.
Argjabáturin hevur 39 stig og Klaksvíngur 38. Báturin, sum er fremri á ólavsøku, vinnur FM-heitið.

– Umframt sjálva rógvingina, skipa vit eisini fyri ymsum tiltøkum. Vit taka ímóti rógvarum, tá teir koma aftur av stevnu, har tey fáa suppu ella ein góðan bita. Eldsálirnar Sigurd Andreasen og Fróði Òlason Olsen, sum eru kendir í garði í felagnum, plaga at siga nøkur gevandi orð til rógvararnar, sigur Óla Hendrik.

Síðan venda vit kikaranum ímóti 10-mannafarinum Drekanum reyða, sum vann FM-heitið fyrsta árið, hann róði. Støðan í FM-kappingini í løtuni er, at Drekin Reyði hevur 39 stig og Klaksvíkingur 38 stig. Báturin, sum er fremri á ólavsøku, vinnur FM-heitið. Drekin reyði vann á norðoystevnu, fjarðastevnu og á jóansøku, meðan Klaksvíkingur vann á sundalagsstevnu, varmakeldu og á vestanstevnu. Eingin ivi er um, at Klaksvíkingur er favorittur at vinna á ólavsøku, tá vit hugsa um róðurin í Sandavági. Men hvør rør so við Drekanum reyða? Og Óla Hendrik sigur:

Argjabáturin og Heiðabáturin hava vunnið tríggjar róðrar hvør og eru javnir í stigum. Hvør vinnur so á ólavsøku. (Mynd Hans Højgaard)
Argjabáturin og Heiðabáturin hava vunnið tríggjar róðrar hvør og eru javnir í stigum. Hvør vinnur so á ólavsøku? (Mynd Hans Højgaard)

– Umborð á Drekanum reyða sita fimm rógvarar, sum eisini róðu í fjør. Fimm aðrir rógvarar komu umborð í vár, hetta eru royndir rógvarar, sum áður hava róð í felagnum. Tá vit tíðliga í árinum hoyrdu, at klaksvíkingar fingu nýtt 10-mannafar, og at gamla gardan mannaði bátin, so vistu vit, at róðrarárið í ár fór at vera øðrvísi enn í fjør, tá vit vunnu allar róðrarnar. Vit vistu frá byrjan, at Klaksvíkingar kunnu nakað serligt í 10-mannafarinum, og vit vóru fegnir, at meira kapping kom í 10-mannafarsróðurin, og at talan var um fimm bátar.

hjhjhjh
Heilt stóran týdning, at eldri rógvarar sýna áhuga fyri teimum ungum. Læra tey at rógva og fáa teimum góð upplivilsir, sigur Óla Hendrik

– Eg kann siga, at lagið umborð Drekanum reyða er gott, og venjingin gongur væl, hóast vit ikki róðu nóg væl á nøkrum stevnum. Serliga riggaði illa í aldusjógvinum í Sandavági. Tú spyrt, hvussu er við manningini, um onkur hevur skaða ella av øðrum orsøkum er farin av bátinum í róðrarárinum? Um dagarnar hendi so tað, at rógvarin Jákup Steffansson mátti í skundi til Danmarkar við konuni, sum er við barn, tí okkurt var galið. Ikki er heilt vist, um Jákup rør á ólavsøku, men umborð er komin Uni Johannessen, sum sat í rúminum umborð Hvessingi, sum vann í Sandavági. Uni hevur í fleiri umførum róð í Argja róðrarfelag.

– Nù er so bara ólavsøkuróðurin eftir, og sjálvt um Klaksvíkingur er favorittur eftir trygga sigurin í Sandavági, so fara vit at gera alt, sum er í okkara makt, at ólavsøkuróðurin gerst spennandi, sigur Óla Hendrik av Fløtum at enda. Sjálvur kann eg leggja aftrat, at Òla Henrik fegnast um, at gott samband og vinalag er millum manningar á 10-mannaførunum. Fýra av bátinum Nólsoyingur, Havnarbáturin, Ormurin og Drekin reyða eru úr kommununi. Havnar Róðrarfelagið, Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag skipa í felag fyri ólavsøkuróðrunum. Góða ólavsøku øll somul. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply