Heilt stórur munur at fara av Knørri umborð á Ormin langa

Ellindur Gaard Magussen er bátsformaður umborð  á Orminum. (Mynd Vagnur)
Ellindur Gaard Magnussen er bátsformaður umborð á Orminum. (Mynd Vagnur)

Í regninum týskvøldið leitaði eg mær oman á Müllers brúgv og inn í friðaða pakkhúsið, har Róðrarfelagið Knørrur heldur til. Frálíkar umstøður til bátarnar, men enn er ikki eydnast at fáa rógvarum skiftingarrúm við brúsi og vs. Ørindini míni vóru fyrst at fáa orð á útisetar, sum ætla at rógva við Hvessingi á ólavsøku. Hvessingur stóð á vogni, men eg sá ongar rógvarar. Tíbetur kom Ormurin júst at landi, og fekk eg orð á bátsformannin Ellind Gaard Magnussen. Og Ellindur sigur soleiðis um róðrarárið higartil.

Ormurin langi 2015: Frá vinstru: Henning Einar Juul, Fríði Atlason, Rúni Mohr Jónsson, Teitur V. Guttesen, Háldan Brink Dalsgaard, Rói Agnarson, Bárður Skorheim Guttesen, Jákup Símun Fríðheim Jacobsen, Rúni Jacobsen, Ellindur Gaard Magnussen og Anja Thomsen, róðurskvinna. (Mynd Róðrarfelagið Knørrur)
Ormurin langi 2015: Frá vinstru: Henning Einar Juul, Fríði Atlason, Rúni Mohr Jónsson, Teitur V. Guttesen, Háldan Brink Dalsgaard, Rói Agnarson, Bárður Skorheim Guttesen, Jákup Símun Fríðheim Jacobsen, Rúni Jacobsen, Ellindur Gaard Magnussen og Anja Thomsen, róðurskvinna. (Mynd Róðrarfelagið Knørrur)

– Sjey av okkum vunnið ólavsøkuróðurin í fjør við 8-mannafarinum Knørri, og nú sita vit umborð á Orminum, sum er heilt onnur uppgáva. Aftrat er tríggir nýggir rógvarar. Umframt, at vit vunnu á ólavsøku í fjør, so gjørdist vit nummar tvey í FM-kappingini, sum Kvívíkingur vann. Vit kundu valt at róð við Knørri eisini í ár, men vit valdu heldur stóru avbjóðingina at fara umborð á 10-mannafarið. Og helt stórur munur og harðari er at rógva við 8-mannafari enn 10-mannafari, eru vit samdir um.

–  Vit eru sjálvandi ikki nøgdir við fjórða plássið á undanfarnu stevnum, men vit vita eisini, at kappingarneytarnir serliga umborð og Klaksvíkingi og Drekanum reyða eru nógvir royndir rógvarar. Hyggja vit tildømis umborð á Klaksvíking, so eru rógvararnir tygri, eldri og kropssterkari enn vit í miðal, og so koma nógvu royndirnar teimum til góðar. Vit halda, at tað er nógv verri at fáa 10-mannafar at ganga enn 8-mannafar. Tað tekur tíð at finna røttu ferðina, sum teir royndu rógvararnir hava í sær eftir at hava róð bátin so nógv ár.

Bátarnir standa væl í friðaða pakkhúsinum. (Mynd Vagnur)
Bátarnir standa væl í friðaða pakkhúsinum. (Mynd Vagnur)

– Sjálvandi eru vit ikki nøgdir við róðrarárið, men manningin hevur ikki mist mótið og hevur verið hugagóð til venjingar alt árið. Hart er at vinna sær fjórða pláss á hvørjari stevnu, men vit hava fingið ávísar royndir. Vit hava sett okkum málið at vinna 10-mannafarsróður um ikki í ár, men kanska næsta ár, tá vit aftur manna Ormin. Manningin verður ikki júst hin sama, men “stamman” heldur fram. Vit gevast ikki so, sigur bátsformaðurin Ellindur Gaard Magnussen.

Róðrarfelagið Knørrur hevur frálíkar umstøður til bátarnar, men tey hava stórar vónir at fáa skiftingarúm og vs. Í kvøld sá eg fleiri rógvarar fara til gongu heimeftir ella fara vátir í bilarnar eftir venjing. Hetta kann ikki vera rætt. Eg veit, at felagið hevur roynt uttan úrslit at fingið høli á næstu hædd í pakkhúsinum. Sunnan fyri friðaða pakkhúsið er lítil gomlubygningur, sum kundi brúkst til skiftingarrúm og vs.

Landið má kunna geva Róðrarfelagnum Knørri nakrar fermetrar aftrat, so rógvarar sleppa í brúsu og á vs. (Mynd Vagnur)
Landið má kunna geva Róðrarfelagnum Knørri nakrar fermetrar aftrat, so rógvarar sleppa í brúsu og á vs. (Mynd Vagnur)

Landið eigur pakkhúsið, og løgmaður, sum ræður fyri borgum í Tinganesi, mátti unt Róðrarfelagnum Knørri betri umstøður. Hann er jú sjálvur íðin ítróttamaður. Hasi ringbindini, sum tey siga verða goymt í lítla bygninginum, máttu tey kunnað flutt aðrastaðni, so Róðrarfelagið fekk síni skiftingarrúm. Kappróðrarbátar og rógvarar skapa lív har á leiðini, tí mugu fólk í Tinganesi geva róðrarfelagnum eina hjálpandi hond.

Eg fekk eisini stutt prát við formannin Terja Reidarson Jacobsen, og hann segði mær, at kommunan skuldi gera teimum bátadrátt til núverandi róðrarár. Hetta gjørdist ikki veruleiki, men nú skal bátadrátturin vera klárir til næsta kappróðrarár, so tað gerst betur at flota bátarnar. Mín meining er, at fríðaða pakkhúsið kann ikki fara betur, enn at Róðrarfelagið Knørrur og harvið nógvi ungdómurin húsast í pakkhúsinum. Og so legði eg til merkis, at tey sig Ormurin um 10-mannafarið og ikki Ormurin langi. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

One Response to Heilt stórur munur at fara av Knørri umborð á Ormin langa

  1. Nógv verðr tosað um, hvussu keðiligar umstøðurnar eru til rógvarar runt landið. Men tó vænti eg, at tað fáa staðni eru so keðiligar umstøður, sum hjá kappróðrafelagnum í Kollafirði. Um landið játtar at hjálpa Knørrafelagnum, so máttu teir eisini kunna hjálpt okkum í Kollafirði.

Leave a reply