Úr myndasavninum – Tórsgøta fyri umleið 105 árum síðani

Myndin tikin fyri umleið 105 árum síðani. Fríðarligt í gøtunum, tí tá  eingir bilar. (Mynd Havnarmyndir – fyrr og nú)

Tórsgøta í Havn hevur altíð havt mín áhuga, tí pápi mín var føddur og uppvaksin í Tórsgøtu. Áhugavert at síggja myndina omanfyri, sum er tikin í 1915, tvey ár eftir at pápi okkara var føddur har og sjey ár fyri, at fyrsti bilurin kom í havnargøtur 6. mai 1922. Pápi plagdi at siga, at tey um veturin plagdu at sleta frá teimum oman Tórsgøtu og kappast um, hvør kom longst út í Vágsbotn. Húsini hjá pápa og teimum síggjast akkurát ikki á myndini. Tey vóru nærmasti granni við húsini hjá Niels í Heiðinum, sum síggjast uttast vinstrumegin. Áhugavert at síggja, hvussu konufólkini er klødd.

Tey trý ovastu húsini høgrumegin standa har enn. Fyrst gamla telefonstøðin, sum varð bygd í 1906, har bara nakað av klædninginum og trappan kemur undan. Skúlatannlæknin heldur til í húsunum. Síðani gamli Føroya Banki, sum eisini var bygdur í 1906, og sum í nógv ár hevur hýst Tilhaldinum. Undan Føroya Banka kemur húsið, sum varð kallað “Reinerts Cafe”, og sum Frelsunarherurin hevur átt síðani 1926. Húsini eru júst umvæld bæði uttan og innan og eru sum nýggj.

Nærmast til vinstru barnaheimið hjá pápa mínum. (Mynd Vagnur)
Nærmast til vinstru barnaheimið hjá pápa mínum. (Mynd Vagnur)

Fara vit longur oman í Tórsgøtu høgrumegin, so er fleiri hús varðveitt. Vaskaríið og Miðlahúsið, sum eru tvey heilt gomul hús. Vinstrumegin er verri, tí har er myndin heilt broytt, og nógv hús eru tikin niður í mínari tíð. Hetta fór fram, tá Niels Winthersgøta varð samanbundin við Bøkjarabrekku og tá nýggi Føroya Banki varð bygdur.

Áhugavert at síggja stóra træið mitt í vegnum niðast í Tórsgøtu. Træið varð plantað í 1850 og mátti lúta í 1921, tá ferðslan eftir Tórsgøtu spakuliga vaks, og eftir at fyrstu bilarnir komu til Føroya. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply