Monthly Archives: juni 2015

Meiningahornið – Hví drepa hvalin, tá hann ikki er mannaføði?

Hví drepa hvalirnar, tá granskarar siga, at hvalurin ikki longur er mannaføði.
Hví drepa hvalirnar, tá granskarar siga, at hvalurin ikki longur er mannaføði.

Flestu føroyingar fylgja við málinum um Sea Shepherd og teirra verju av grindadrápi. Nógv er skrivað og nógv er filmað, nógv løgreglufólk og rættarsakir ímóti Sea Shepherd fólkunum. Mínar kenslur er blandaðar, tí sjálvt um mær dámar ein spikbita, hugsi eg mangan, hvar Pál Weihe og hansara fólk eru í løtuni í Sea Shepherd málinum, tí bæði Pál Weihe og landslæknin hava sagt, at tvøst og spik ikki eru mannaføði. Eg havi til stuttleika funnið fram nøkur brot, hvat Páll Weihe og onnur hava sagt um tvøst og spik. Les meira…

Føroyska bókin – “Ziskatrøðbrekkan” eftir Christoffer Jensen er væl skrivað (1)

Væl hýrt børn úr Klaksvík í heimabundnum troyggjum og gummiskóm.
Væl hýrd børn úr Klaksvík í heimabundnum troyggjum og gummiskóm.

Tá ið vit tosa um føroyskar bøkur, er talan um fagrar bókmentir og yrkisbókmentir. Fagrar bókmentir eru skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar. Tilfar, sum rithøvundar hava funnið uppá. Yrkisbókmentir eru ævisøgur, bygdasøgur og aðrar bøkur skrivaðar um ymist í samfelagnum. Eg fari av og á at ummæla føroyskar bøkur, sum eg havi lisið, ummæla tær á mín egna hátt. Fyrsta bókin er Ziskatrøðbrekkan – at vaksa upp í 1950-unum eftir Christoffer Jensen. Bókin er áhugaverdur lesnaður. Les meira…

Ikki bara núverandi festarar hava rætt til landsjørðina

kjkjk
Vit onnur hava eins góðan rætt og bøndirnir at ogna okkum landsjørðina. (Mynd Vagnur)

Vit hoyrdi einki aftur til uppskotið hjá Jacobi Vestergaard landsstýrismanni, sum ætlar at einskilja landsjørðini, og í hesum sambandi standi eg klárur at keypa mær ein hagapart í Suðurstreymoy. Men so er spurningurin, um eg sleppi at bjóða uppá hagan, sum eg havi eyguni á, tá uppboðssølan einaferð fer fram. Haldi ikki tað er rætt, at bara núverandi festarar sleppa at bjóða upp á landsjørðini. Hetta er órættvíst, tí tað eru so fáir festarar, sum liva at seyðinum í Føroyum. Annars rokni eg ikki við, at landsjørðin verður einskild. Les meira…

Dunnuhylurin í Plantasjuni hevur í løtuni ongan góðan

kjkjkjkj
Ikki vøkur sjón at síggja ovara hylin. Tað mátti borið til at fingið tett hylin. (Mynd Vagnur)

Spákaði mær niðan í Plantsjuna í kvøld til tess at síggja, um nakrir dunnuungar eru komnir. Havi í ár sæð eina dunnu við ungum, men hon misti skjótt allar ungarnar. Ikki tespuligt var at síggja ovara hylin í Plantasjuni, tí mest sum einki vatn var í hylinum. Flestu dunnurnar vóru rýmdar. Hylurin var stórt runudíki. Haldi meg minnast fyri einum árini síðani, at Tórshavnar kommuna skuldi umvæla hylin og fáa meira vatn at renna í hylin. Men enn er einki hent. Trupulleikin er ikki bara vatnið, tí ovara hylur lekur illa, tí minkar vatnið skjótt, sjálvt um nógv vatn er komið í áirnar seinastu vikurnar. Les meira…

Mamma fekk blómutyssi, sum drotning Margretha skuldi hava

Blómutyssið, sum Margreta drotning skuldi hava,  stendur á borðið í gongini á Ellisheimnum. (Mynd Vagnur)
Blómutyssið, sum Margretha drotning skuldi hava, stendur á borðið í gongini á Ellisheiminum. (Mynd Vagnur)

Eitt systkinabarn mítt var komin til Føroya at vitja pápa sín, sum býr á Tjarnargarði. Í hesum sambandi náddi hon eisini 97 ára føðingardagin hjá mammu, sum var í vikuni á Ellisheiminum í Havn. Systkinabarnið fór inn í blómuhandil at keypa blómutyssi at geva mammu. “Nú skalt tú fáa vakurt blómutyssi, sum Margretha drotning skuldi hava.” Blómuhandilin hevði bílagt rúgva av blómum uttanlands, sum vóru bílagdar til ymist í sambandi við drotninginavitjanina. Dagin eftir, at nógvu blómurnar vóru komnar til Føroya, vóru bíløgdu blómurnar ógildaðar, tí vitjanin var avlýst. Drotningin dámar væl tær hvítu margueriti blómurnar og serligar reyðar rósur. Blómutyssið er bundin saman á serligan hátt. Nú veit eg ikki, um blómuhandilin fær endurgjald fyri bíløgdu blómurnar. Borgarstjórin á Tvøroyri hevur so verið í fjølmiðlunum og sagt, at løgmaður má syrgja fyri, at tey, sum hava havt útreiðslur av avlýstu drotningvitjanini mugu fáa endurgjald. Sjálvandi skuldi drotningavitjan verið útsett sama dag, sum fólkatingsvalið varð útskrivað. (Vagnur)

Politiska hornið – Sosialurin hjálpti Tjóðveldi á danating

Serliga henda greinin í Sosialinum fekk tjóðveldisfólk upp úr stólinum. (Mynd Vagnur)
Serliga henda greinin í Sosialinum fekk tjóðveldisfólk upp úr stólinum. (Mynd Vagnur)

Løgin yvirskift heldur onkur. Tá eg herfyri sá grein í Sosialinum við mynd av Sjúrða Skaale og Edmundi Joensen, har sagt varð, at hesi báðir verða afturvaldir á danating, hugsaði eg mítt. “Henda yvirskiftin fer at fáa tjóðveldisfólk upp úr stólinum og á val.” Gloymdi hetta aftur, men tá eg so sá forsíðuna í Sosialinum mikudagin í vikuni, hugsaði eg: Henda yvirskriftin fer at bjarga Tjóðveldi, tí tjóðveldisfólk vilja ikki hava sitandi á sær, at báðir ríkisfelagsflokkarnir fara avstað við báðum umboðunum. Og so var. Les meira…

Úr myndasavninum – Eg royki fimm mánaðir um árið

jjhjh
Tað gekk ógvuliga skjótt, tá ferð kom at bannað royking á almennum støðum.

Plagi onkuntíð at hyggja at greinum, sum eg skrivaði á heimasíðuni www.drekin.fo frá 2003 til og við 2008. Kom fram á niðanfyri grein skrivað 16 mai 2005. Eg hitti tá ungan rógvara ein dagin í Álakeri, sum segði mær, at 1. januar slókti hann sigarettina og tendraði hana ikki aftur fyrr enn eftir ólavsøkuróðurin. Hetta hevði hann gjørt í fleiri ár. Nógv vatn er runnið í ánna síðani 2005 viðvíkjandi royking í Føroyum.Tit kunnu lesa greinina niðanfyri frá 2005. Les meira…

Kvinna stýrir fyri fyrstu ferð Havnarbátinum FM-róðrar

Durita trívist væl í kappróðrinum. Ein æra at sleppa at stýra 10-mannafari. (Mynd Vagnur)
Durita trívist væl í kappróðrinum. Ein æra at sleppa at stýra 10-mannafari. (Mynd Vagnur)

Fyri fáum árum síðani kom ikki fyri, at kvinna stýrdi 6-mannafari við monnum, 8-mannafari og 10-mannafari. Men nú síggja vit kvinnur sita aftur í rong í hesum bátum. Kunnu nevna Jannie Dam Jacobsen, sum stýrdi Suðuroyingi og Saritu Hansen, sum stýrdi Miðvingi. Aftur í rong umborð á Havnarbátinum situr ung kvinna, og hetta er fyrstu ferð í søguni hjá 10-mannafarinum, at kvinna stýrir bátinum FM-róðrar. Hetta er Durita Fagradal Augustinussen. Ikki hevur hon so nógvar royndir innan kappróður, tí í fjør stýrdi hon fyrstu ferð, og hetta var Sílinum 5-mannafar við gentum. Eg havi hitt 23 ára gomlu Duritu. Les meira…

Meiningahornið – Navn títt skal vera “Skúlin á Fløtum”

Navn títt skal vera Víkingur, bygdur í !962. Minnist væl, tá línuskipið fór av bakkastokki. (Mynd Havnin fólk og yrki)
Navn títt skal vera Víkingur, bygdur í !962. Minnist væl, tá línuskipið fór av bakkastokki. (Mynd Havnin fólk og yrki)

Nógv fólk við mær undrast á, at Tórshavnar kommuna longu gevur nýggja skúlanum í vestubýnum navn, áðrenn skúlin er teknaður, arbeiðið bjóðað út, og skúlin liðugt bygdur. Í míni verð ein politiskur sjónleikur. Minnist sum smádrongur, hvussu spent vit vóru, tá nýbygningur fór av bakkastokki á Tórshavnar skipasmiðju. Altíð spennandi at síggja, tá hvíti dúkurin varð drigin frá navninum, og tá guðmamman langaði vínfløskuna í skipið og avdúkaði navnið.  Les meira…

Vøkur mynd av Sandá í grimdarregni

Vøkur mynd av Sandá.
Vøkur mynd av Sandá.

Seinasta fríggjadag var grimdarregn kring landið, og á Facebook så eg frálíku myndina omanfyri tikin av Sandá. Tað kann tykjast løgið hjá unga ættarliðnum, at fólk í 1909 bygdu hús út í Sandá. Eitt spinnarí, har vatnið í Sandá var orkukeldan. Niðanfyri kanst tú lesa nakað av tí, sum eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani skivaði um spinnarííð.   Les meira…