Monthly Archives: mai 2015

8-mannafarið Tofta Regin úr Vági rør í “ódnartaki” í Vestmanna

Eg gjørdist bilsin, tá eg hoyrdi, at Havnar róðrarfelagið hevði latið 8-mannafarið Ørv til Vágs róðrarfelag. Ørvur var í góðum standi, men eingin manning var til bátin. Og tá trongt er í neystinum í Álakeri, og eldri bátar ikki longur kunnu goymast á Saltsøluni, so fóru bæði nýggi- og gamli Ørvur til Vágs. Tá hesar kenslur høvdu lagt seg,… Les meira…

Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at… Les meira…

Hoyvíkingar valdu hondbóltin heldur enn kappróðurin (e)

Nevna vit hondbólt ella kappróður í Hoyvík, gongur eitt navn aftur. “Halgir Dahl Olesen”. Halgir spælir hondbólt við H71 og róði eisini kapp. Hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2001, men hoyvíkingar hava sterkar ærukenslur, og nú vildu teir sjálvir manna kappróðrarbát við Halgiri á odda. Teir róðu fyrst eitt ár við Ørvi, men bygdu… Les meira…

Úr myndasavninum – Skálakvinnur vunnu FM-heitið í hondbólti í 1991 og í 1993 (e)

Nógv áhugavert søguligt hondbóltstilfar er at skriva um, tað er bara at fáa tað gjørt. Í morgun blaðaði eg í nøkrum dystarbløðum, sum eg gjørdi til heimadystirnar hjá Neistanum kappingarárið 1990/1991. Og har kom eg fram á mynd av skálakvinnum, sum í Havn júst høvdu vunnið 15-9 á neistakvinnum. Skálaliðið var júst flutt úr næstbestu… Les meira…

Týskari skeyt føroyingin Otto Jacobsen í Næstved 7. mai 1945 (e)

24 ára gamli føroyingurin Otto Jacobsen, sonur Marina og Hans Jacob Jacobsen, róptur Hans Jakob í Smæruni, var endaður í Danmark, eftir at Týskland hevði hertikið landið 9. apríl 1940.  Otto var júst útlærdur slaktari og skuldi koma heim at arbeiða í slaktarínum hjá pápanum. Otto var leiðandi frælsismaður, og sjálvt um týskurin gav seg… Les meira…

Úr myndasavninum – Hans Marius spældi á landsliðnum í 1948

Tá eg í morgun kom fram á myndina niðanfyri av fótbóltslandsliðnum frá 1948, kom eg at hugsa um, at allir spælararnir á myndini eru farnir uttan HB málverjin Hans Marius Mikkelsen. 86 ára gamla málverjan kenni eg, men havi ikki sæð hann í fleiri ár. So eg út á Mikkjalstrøð í Grønlandi við myndini í hondini,… Les meira…

Politiska hornið – Hvørji eru fátækafólkini í Føroyum?

Seinasta árið er nógv kjak farið fram um um fátækamark og fátækafólk í Føroyum. Vit hoyra um átakið “Í menniskjum góður tokki”, sum stuðlar fátækum barnafamiljum á jólum. Um dagarnar endaði átakið “Meðan vit bíða”, eisini átak at stuðla somu familjum. Vit sóu fyri vikum síðani frálíka sjónvapssending, sum lýsti, hvussu einstøk herberga sær í… Les meira…

Heðin Winther Olsen, sáli, úr Vestmanna brendi fyri VÍF (e)

Heðin Winther Olsen var 67 ára gamal, tá hann andaðist í 2012. Heðin var ein av teimum heitastu eldsálinum í føroyskum ítrótti, sum eg kenni. Hann brendi fyri øllum virksemi í Vestmanna, tað veri seg kappróður, hondbóltur, talv, sjónleikur ella annað virksemi í bygdini. Heðin var í dagliga yrkinum vinnulívsmaður og handilsmaður. Tí hesi orðini… Les meira…

Góð barna – og ungdómsminni við Landavegin

Allir dreingirnir á myndini uttan beiggin mín Leivur Michelsen eru farnir væl um tey seksti árini. Allir búgva í Havn uttan Virgar Wardum, sum um tjúgu ára aldur fór til Íslands og búsettist har. Hann var í Føroyum, tá mamma hansara Katrina Wardum doyði. Tá hevði eg ikki sæð hann í kanska tjúgu tretivu ár.… Les meira…