Sangarin Magni Christiansen bergtók øll á Tjarnargarði

Magni var væl upplagdar seinasta mikukvøld á Tjarnargarði.
Magni var væl upplagdar seinasta mikukvøld á Tjarnargarði.

Ein pápabeiggi mín býr á Tjarnargarði, og av og á skipa tey fyri hugnaløtu, har altíð onkur kemur at spæla og syngja. Magna kenni eg bara frá Kringvarpinum, Rás2 og Lindini, og tí var eg spentur at síggja og hoyra Magna fyrstu ferð “live”. Bergtikin, má eg siga. Magni við gittara og sínu frálíku rødd bergtók okkum øll hesa løtuna.

Magni Christiansen er sonur Øssur og Sigga Poulu úr Vestmanna. Hann er 42 ára gamal og arbeiðir á Eirargarði. Er giftur og eigur trý børn. Pápin er kendur frá tónleikabólkinum Thunderbirds og náttbussinum, og minnini úr Vestmanna koma fram, tá eg spældi hondbólt ímóti Øssuri fyrstu ferð í 1960-árunum.

Magni Christiansen á Tjarnargarði seinasta mikukvøld.
Magni Christiansen á Tjarnargarði seinasta mikukvøld.

Hugnakvøldið á Tjarnagarði byrjaði klokkan sjey, og klokkan átta kemur Magni spákandi inn í hølið í cowboyhatti og tilhoyrandi skjúrtu, buksum og skógvum. Hann segði hvør hann var, og hvat hann ætlaði at spæla. Nakrar kendar andaligir sangir, og eisini nakrar eldri “slagarar”, sum hann segði. Dámligur og róligur maður, sum hevði tak á áhoyrarunum frá fyrsta minutti.

Ùr rúgvuni av sangum, Magni sang, kunnu nevnast kendu andaligu sangirnir Við vegin, Far tær ein túr, Eg glaður eg ferðist og Og Guð tín náði. Magni sang eisini aðrar sangir: Eg siti so eina, Lucky lips og Traveling light hjá Cliff Richard. Tá eg kom aftur til húsa, segði eg, at ikki hevði eg upplivað slíka løtu síðani Save Rose var í Føroyum í 1970 árunum, og tá The Dubliners á sinni spældi í høllini á Nabb.

Millum sangirnar segði Magni eitt sindur frá, tá hann var í Nashville og tók upp eina av sínum seks fløgum. Áhugavert at hoyra, hvat hann segði um yrkistónleikararnar í Nashville. Eg havi ringt til Magna og spurt hann, hvussu nógv sangur og tónleikur fyllir í gerandisdegnum.

– Eg arbeiði sum hjálparmaður á Eirargarði, og í frítíðini spæli eg nógv til ymisk tiltøk. Eg royni altíð laga meg til, hvørjir áhoyrarnir eru. Á Tjarnagarði helt eg, at tað hóskaði væl at spæla nakrar andaligar sangir og eisini nakrar eldri sangir, sum fólkini kenna. Eg haldi, at hetta eydnaðist bara heilt væl. Ì løtuni er eg umbiðin maður, og tað kann bæði vera til føðingardagar, veitslur, ymisk borðhald og jarðarferðir. Síðani eru eisini ymsu festivalarnir.

– Mangan kemur fyri, at fólk ynskja, at eg syngi ávísan sang ella sálm, sum tildømis til jarðarferðir. Tað andaliga fyllir nógv hjá mær og harvið eisini andaligu sangirnir, men eg syngi eisini nógvar aðrar sangir sum tildømis country sangir. Mær dámar væl at koma tildømis á Tjarnargarð og slík støð, har eg møti ymsum fólkum og royni at laga meg eftir umstøðunum. Tú kemur so nær fólkunum.

– Tú nevnir, at eg segði frá ferð í Nashville, tá eg tók upp fløgu. Ótrúligt at uppliva at hitta so góðar yrkistónleikarar, sum kunnu alt. Teir skulu bara hoyra sangin, og so brúka teir serliga Nashville talskipan, so eitt tvey trý eru øll ljóðføri og tónleikurin á pláss, sigur Magni at enda.

Sjáldan havi eg verið so bergtikin av sangara og tónleikara sum á Tjarnargarði seinasta mikukvøld. Serliga, tá ein sangari við gittara uttan onnur hjálpitól kann fylla so nógv í stóra rúminum. Magni, takk fyri frálíku løtuna. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply