Victor Danielsen slóðaði fyri føroyska málinum

Victor Danielsen á fríøkinum í Fuglafirði. (Mynd Vagnur)

 

Á ungum árum segði navnið Victor Danielsen mær ikki nógv uttan tað, at vit í skúlanum fingu at vita, at hann týddi bíbliuna til føroyskt, hann hoyrdi til Brøðrasamkomuna og var evnaríkur sálmayrkjari og umsetari. Seinni gjørdist mær greitt, at maðurin veruliga slóðaði fyri føroyska málinum í eini tíð, tá ið føroyska málið hevði torført at fóta sær í føroysku kirkjunum. Victor var undangongumaður.

Á fríøkinum vestanfyri samkomuhúsið Siloa í Fuglafirði stendur vøkur standmynd av trúboðaranum Victori Danielsen, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen  evnaði.

28. septembur í 2008 vóru bæði bispur, landsstýriskvinnan í mentamálum, høg umboð úr Brøðrasamkonuna og hundrað tals onnur fólk savnað í Fuglafirði, tí tá varð listaverkið avdúkað. Eg var í vetur í Fuglafirði og sá vakra listarverkið fyrstu ferð. Tók tríggjar myndir, hvør veit, kanska fært tú  brúk fyri myndunum í onkrum høpi.

Á læraraskúlanum í 70 árunum gekk upp fyri mær, at Victor Danielsen var útbúgvin lærari, men arbeiddi bara sjey mánaðir sum lærari við skúlarnar í Søldafirði og nøkrum av granna bygdunum. Samvitskan gjørdi, at Victor gavst sum lærari, tí hann kundi ikki standa inni fyri nøkrum lærusetningum í bíbliuni. Victor hevði andaligar trupulleikar at dragast við um hetta mundið, sum endaði við, at hann meldaði seg úr fólkakirkjuni, bleiv umvendur og meldaði seg inn í Brøðrasamkomuna 29. mai 1915. Hann byrjaði við lív og sál at boða út lærdómin hjá Brøðrasamkomuni.

Victor Danielsen varð føddur 28. mars 1894 í Søldafirði og andaðist 2. mars í 1961 í Fuglafirði, har hann búði. Victor var kropsliga veikur frá ungum árum, men hevði ótrúliga gott høvd, sum tikið verður til. Tí søkti hann inn á læraraskúlan, og trý ár seinni varð hann avlærdur lærari við hægstu próvtølum.

Victor flutti til Fuglafjarðar í 1928, og hóast likamliga veikur vitjaði hann hvørt heraðshorn í Føroyum, har hann boðaði Guðs orð og slóðaði til tess at byggja samkomuhús í bygdunum.

Eingin ivi er um, at Victor Danielsen millum manna í dag er mest kendur fyri allar sálmarnar, hann yrkti og umsetti til føroyskt. Longu í 1928 gav hann út bókling við 85 sálmum. Í 1952 kom út Songbók Guðs Fólks við 1125 sálmum. Victor yrkti sjálvur 27 sálmar og umsetti til føroyskt heilar 870 sálmar.

Umframt at hava umsett ymsar andaligar tekstir til føroyskt, umsetti Victor nýggja testamenti til føroyskt í 1937 og tíggju ár seinni kom út eisini gamla testamentið. Hetta var drúgt og stórt arbeiði.

Havi mangan hugsað um, at torført má hava verið at umsett útlendskan tekst til føroyskt í 30 árunum, tí ongar vóru orðabøkurnar. Victor legði seg í umsetingunum nær talumálinum, og hann brúkti ymsar norðurlendskar, týskar og enskar bíbliur í arbeiðinum at umseta bíbliuna til føroyskt. Standmyndin av Victor Danielsen er vakurt listarverk, og hon stendur ótrúliga væl á fríøkinum í Fuglafirði. Listaverkið er beinrakið. Victor, sum við stavi er á ferð at boða Guðs orð kring landið, og hondin, har pennurin boðar frá nógvu yrkingunum og umetingunum, sum Victor lat úr hondum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply