FM-róðrarnir kunnu læra av ódnartøkum og snarróðrum

Nú stundar til FM-róðrarnar í Klaksvík, og hesir róðrar eru heilt øðrvísi enn ódnartøk og snarróðrar. (Mynd Hvannrók)
Nú stundar til FM-róðrarnar í Klaksvík, og hesir róðrar eru heilt øðrvísi enn ódnartøk og snarróðrar. (Mynd Hvannrók)

Tá tú hevur fylgt við og eygleitt snarróðrar og ódnartøk eitt sindur, komi eg at hugsa um FM-róðrarnar, sum eru fyri framman. Eg eri ein av teimum, sum er keddur um, at vit kastaðu handklæðið í ringin og valdu frá 1500 og 2000 metrar teinarnar. Og ikki bara eg havi hesa meining. Føroyskur kappróður misti nógv við hesi avgerð. Hesir teinar vóru valdir frá, tí vit ikki longur kundu bjóða rógvarum, áskoðarum, lurtarum og sjónvarpshyggjarum kring landið, at FM-róður tóku tríggjar og í ringasta føri fýra tímar at avgreiða. Kunnu vit læra nakað av snarróðrunum og ódnartøkunum? Ja, tað kunnu vit.

Í ódnartøkunum er mannagongdin, at tá bátar hava krøkt í startin ganga tretivu sekund, so fellir skotið. Dómarin brúkar eisini niðurteljing, sum í altjóða rógving, og hetta vita rógvarar. Eingin umstartur ella umróður er í ódnartøkunum. Hevur bátur tjóvstartað ella á annan hátt brótið reglugerðina, so fellir dómurin ikki fyrr enn eftir róðurin inni á málinum. Í FM-róðrunum fer slíkt ikki fram. Tjóvstartar bátur ella hongur fastur, so gongur hetta út yvir allar hinar bátarnar, og hetta er ikki rættvíst.

Rógvarar hava nú vant seg við, at dómararnir telja niður í ódnartøkunum. (Mynd Vagnur)
Rógvarar hava nú vant seg við, at dómararnir telja niður í ódnartøkunum. (Mynd Vagnur)

Rógvari sigur mær, at ov lítil “diciplin” er í FM-róðrunum. Manningar vita mannagongdirnar úti á málinum og leggja taktikkin eftir hesum. Hann sigur, at teirra bátur altíð bíðaði sum longst at koma til startin. Royna allar manningar tað, so missa vit tíð. Nú kunnu vit ikki sammeta ódnartøk og snarróðrar við FM-róður á opnum havi. Tað eru róðrarfólk sum siga, at róð skuldi bara verið kapp á økjum, sum er egnað til kappróður. Her hugsar hann um øki, har startur er fastur í land sum tildømis undir Argjalandi, í Miðvági og í Vági. Men hetta ber sjálvandi ikki til. Tíðin er langt síðani farin vanligum starti og hanafótum, sum vit altíð hoyra so nógv um.

Snarróður á Havnarvág. Stuttligt og áhugavert at síggja róðrarnar. (Mynd Vagnur)
Snarróður á Havnarvág. Stuttligt og áhugavert at síggja róðrarnar. (Mynd Vagnur)

Rætt skal vera rætt. Nú bara róð verður 1000 metra, gongur skjótari at avgreiða FM-róðrarnar, men eg haldi, at Róðrarsambandið eigur at hyggja at ódnartøkunum og snarróðrunum. Millum annað at koma til startin, tey tretivu sekundini og niðurteljingin. Annað er, at róðrarfeløgini mugu gera sítt heimaarbeiði, áðrenn ungar manningar koma á stevnurnar. Eg havi sæð manning vant við Ìsbryggjuna í Havn, har krókur er bundin í bryggjuna. Tí tað kann ikki vera rætt, at fólk frá Róðrarsambandinum skulu gerast stuðulspedagogar hjá ungari manning, sum ikki dugir at leggja bátin, krøkja í og krøkja úr startinum. Hetta mugu tey læra heimanífrá.

Sum áskoðrari dámdi mær allar best snarróðrarnar, har róð var 470 metrar. (Mynd Vagnur)
Sum áskoðrari dámdi mær allar best snarróðrarnar, har róð var 470 metrar. (Mynd Vagnur)

Róð vera sjey FM-róðrar, har vinnandi bátarnir fáa sjey stig. Missir ein av bestu bátunum ein róður vegna mistak og harvið kanska sjey stig, so gerast avleiðingarnar alt ov ógvusligar. Róðrarárið kann vera oyðilagt. Ikki sum reyðu kortini í bóltspølinum, har spælari fær reytt kort. Reyða kortið ávirkar sum so ikki kappingarárið hjá fótbóltsliði, og liðið missir ikki stig vegna reyðu kortini. Men í kappróðri er øðrvís, og besta dømi er málið um Havfrúnna við kvinnum á ólavsøku á sinni.

Suðuroyingur og Vestmenningur rógva ikki í ár. (Mynd Hvannrók)
Suðuroyingur og Vestmenningur rógva ikki í ár. (Mynd Hvannrók)

Eingin ivi er um, at meira “disiplin” skal í FM-róðrarnar ella rættari sagt, vit mugu betra um hugburðin úti á málinum. Eg haldi, at megnar eitt róðrarøkið ikki at avgreiða ein FM-róður nóg væl, tí fyrireikingar ikki eru nóg góðar, so skal róðrarøkið missa rættin í eina tíð at fyriskipa FM-róður. Sum tildømis Sørvágur seinast, har einki skil var at hóma henda dagin. Sørvágur átti tá at fingið “karantenu” í nøkur ár, og vilja tey í Sørvági aftur skipa fyri FM-róðri, so skal søkjast um tað. Hetta skylda vit rógvarum, ja, føroyskum kappróðri. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply