Ódnartøkini vóru væl móttikin í Runavík og í Vestmanna

Firvaldur gentur halda fram, har tær sleptu á ólvasøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)
Firvaldur gentur halda fram, har tær sleptu á ólvasøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

Teir báðir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen tóku stig at skipa fyri snarróðri og ódnartøkum til tess at leingja róðrarárið fyri rógvaran. FM-róðrarnir eru bara í juni og juli mánað, og kappingarárið kann gerast í og so stutt í mun til aðrar ítróttagreinar. Ì vár valdu teir so at fara út um Havnina við ódnartøkunum, og teir valdu Runavík og Vestmanna. Nú eru tey trý róðrarátøkini av, og nú stundar til fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu í Klaksvík. Eg havi spurt Teit Samuelsen, hví teir fóru út um Havnina við ódnartøkunum, og hvussu gekst í Runavík og í Vestmanna?

8-mannaførini í harðari kapping. Bátarnir í FM-róðrinum vera uttan iva Argjabáturin, Miðvingur, Tofta Regin, Heiðabáturin og Knørrur. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)
8-mannaførini í harðari kapping. Bátarnir í FM-róðrinum vera uttan iva Argjabáturin, Miðvingur, Tofta Regin, Heiðabáturin og Knørrur. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

– Ja, tað er rætt sum tú sigur, at endamálið frá byrjan var at leggja okkurt aftrat FM-róðrunum. Tí skipaðu vit fyri fyrsta snarróðrinum á Havnarvág, har róð varð frá Molanum og inn í Vágsbotn. Teinurin var 470 metrar. Men trupulleikin við snarróðrinum vóru farmaskipini og onnur stór skip, sum koma og fara av Havnini. Vit royndu so ódnartak, sum er langur spurtur, og teinur, sum rógvarar rógva tríggjar ferðir sama dag. Rógvararnir vóru væl nøgdir við róðrarnar, og ódnartak er lættari at skipa fyri enn snarróðurin, tí teinurin er styttri.

Havnarbáturin á odda. Í FM-róðrunum í summar er uttan iva Klaksvíkingur, Nevið reyða, Ormurin, Nólsoyingur og Havnarbáturin. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)
Havnarbáturin á odda. Í FM-róðrunum í summar er uttan iva Klaksvíkingur, Nevið reyða, Ormurin, Nólsoyingur og Havnarbáturin. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

– Nú var tíðin komin at handa ódnartøkini út á onnur róðrarpláss í landinum, og vit valdu Runavík og Vestmanna. Valdu hesuferð at leggja ódnartøkini á bátastevnuni í Vestmanna. Eitt av endamálinum at fara út á bygd er eisini at avlasta okkum, sum skipa fyri, og at fáa onnur feløg at taka undir við ódnartøkunum. Tú spyrt, hvussu vit eru nøgdir? Í Runavík vóru vit heilt væl móttiknir, hjálpin var stór, og alt gekk eftir ánni. Okkara menn Magni Nielsen, Jón Johansen og Trúgvi Johansen taka sær at startinum á øllum plássum, og vit aðrir vóru eisini har. Stóra hjálp fingu vit frá Róðrarsambandinum, sum letur málútgerðina, har fólk fylgja við tólunum.

Ljósagrøna 5-mannafarið við kvinnum úr Fuglafirði eru eisini stinnar í ár. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)
Ljósagrøna 5-mannafarið við kvinnum úr Fuglafirði eru eisini stinnar í ár. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

– Í Vestmanna gekk eisini hampuliga væl, men henda dagin var veðrið ikki til vildar, men rógvarar skulu eisini venja seg við at rógva í mest sum øllum veðri, og um várið kann veðrið vera svikaligt. Í sambandi við ódnartøkini í Vestmanna vóru feløgini ikki fyrireikað, at tey ikki kundu koyra bátarnar við bátavognum, tí vindurin á vegunum var ov nógvur. Hetta fer at ganga betur eina aðru ferð. Veðrið gjørdi, at ódnartøkini vóru seinkað nakað í Vestmanna, tí bátarnir høvdu trupulleikar at fáa bilar at koyra bátarnar, tá bátavognarnir ikki kundu nýtast.

Gongurrólvur og Rádni í harðari kapping í Vestmanna. (Mynd Friðbjartur Miðberg)
Gongurrólvur og Rádni í harðari kapping í Vestmanna. (Mynd Friðbjartur Miðberg)

– Jú, vit eru øll fegin um, at vit fóru til Runavíkar og Vestmannar við ódnartøkunum. Vónandi eru hesi róðrarátøk komin fyri at vera, tí føroyskur kappróður skal hava onnur tilboð til rógvaran enn bara FM-róðrarnar, sum bara fara fram í juni og juli mánað, sigur Teitur Samuelsen at enda. So kann onkur spyrja, um vit í ódnartøkunum fingu ábendingar, hvørjir bátar vera frammi í oddinum í FM-róðrunum. Jù, har eru ábendingar, men hesar skulu takast við fyrivarni, tí fleiri manningar vóru av ymsum orsøkum ikki við í ódnartøkunum, og ódnartak teinurin er ikki 1000 metrar men langur spurtur. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply