Tey í Bragdinum eru ófør – væl fyriskipað SMS-boðrenning

Skiftini fóru fram við á hesum strekkinum. (Mynd Vagnur)
Skiftini fóru fram  á hesum strekkinum. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin seinnapart stóðu fólk frá Bragdinum í hurðini hjá okkum við brævi, har tey boðaðu frá, at SMS-boðrenning fór fram í grannalagnum leygardagin 16. mai, og at nakrir vegir vóru stongdur frá klokkan 15.45 til 17.15. – Vit vóna, at hetta ikki órógvar grannarnar ov nógv, søgdu tey í skrivinum. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri fólkunum í Bragdunum, sum ótroyttulig skipa fyri ymsum renningum, tað veri seg flaggdagsrenning, ólavsøkurening, Tórshavn maraton og nú boðrening. Bragdið hevur í nógv Harrans ár slóða fyri renning í býnum, eisini fyri at Tórsbreyt gjørdist veruleiki.

Hesar høvdu úr at gera at steikja pylsur og búffar til rennararnar. (Mynd Vagnur)
Hesar høvdu úr at gera at steikja pylsur og búffar til rennararnar. (Mynd Vagnur)

Í dag var SMS-boðrenningin fjórða árið á rað. Boðrenning er fyri stovnar, virkir, skúlar og fyri fólkum, sum taka seg saman í eitt lið. Møguleikarnir eru fýra at melda lið til kappingina, har tríggir rennarar eru í hvørjum liði. Tríggir menn í einum liði ella tríggjar kvinnur, ein maður og tvær kvinnur í einum liði ella ein kvinna og tveir menn. Teinurin er hálvanannan kilometur, sum hvør rennari skal renna tvær ferðir. Samanlagt skal hvørt liðið renna níggju kilometrar. Í dag vóru liðini 47 í tali, tað vil siga 141 rennarar. Hetta er nakað minni enn undanfarin ár, tá talið fór upp um 200 rennarar. Uttan iva ger bátastevnan í Vestmanna sítt.

Nógv fólk vóru á mállinjuni og koyrdu rennararnar, tá skiftini fóru fram. (Mynd Vagnur)
Nógv fólk vóru á mállinjuni og koyrdu rennararnar, tá skiftini fóru fram. (Mynd Vagnur)

Áhugavert og stuttligt at standa á málinum og eygleiða, hvussu nógv rennarar leggja fyri. Frammi í oddinum kappast ár um ár nøkur lið um fyrsta plássið, meðan onnur er bara eru við til stuttleika. GHM spældi góð løg, og rennarar fingu at drekka og okkurt til matna. Hugnalig løtu, má eg siga. Fríðrikur Bláhamar segði frá á málinum, og tað gekk frálíkt við viðmerkingunum.

Inni í teldinum til vinstu spældi setti GHM dám á renningina við góðum tónur. (Mynd Vagnur)
Inni í teltinum til vinstu setti GHM dám á renningina við góðum tónum. (Mynd Vagnur)

Tá eg fór av økinum, segði Fríðrikur í mikrofonini, at lið úr Eysturskúlanum júst var komið um málið sum vinnari, og beint í hølinum kom lið úr Venjingarskúlanum/Kommunuskúlanum. Nú eg seti punktum fyri greinastubbanum og leggi á heimasíðuna, hoyri eg framvegis málið í Fríðriki Bláhamar. Vónandi eru øll komin á mál, og uttan iva býtur hann at út heiðursmerki. Enn einaferð frálík vælskipað boðrenning við Bragdinum sum fyriskipara. (Vagnur)

Tvær av eldsálunum í Bragdinum og høvuðsfyrireikarar Sunneva Bjarnastein og Ann Thomsen. (Mynd Vagnur)
Tvær av eldsálunum í Bragdinum og høvuðsfyrireikarar.  Sunneva Bjarnastein og Ann Thomsen, sum er forkvinna í Bragdinum. . (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply