Havnin fekk fyrsta svimjihylin í 1930

Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn.  (Mynd Havnin - fólk og yrki.)
Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Sum uppískoytið til greinina um svimjukonurnar kann upplýsast, at Havnini fekk fyrsta skipaða svimjihylin í Gundadali í 1930. Fyri 1930 lærdu fólk seg at svimja í áum, á sjónum ella í Sandagerði. Sjálvur lærdi eg at svimja í Sandá við Spinnaríið. Ì bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at Óli Jacob Hansen, Niels Arge og Jacob Hansen laðaðu byrgingina til nýggja hylin fyri  3.185 krónur. Í 1931 vórðu skiftirúmini og trappan niður í hylin gjørd. Hylurin var úr tveimum og upp í seks metrar djúpur. Hylurin var á leið har, sum tennisvallirnir nú eru við ovara fótbóltsvøll.

Í 1949 var hylurin blivin so skitin, at bannað varð at brúka hann. Tíggju ár skuldu ganga, áðrenn havnarfólk aftur fingu svimjihyl. Eg minnist væl leivdirnar av svimjihylinum bygdur í 1930. Minnist serliga leivdirnar frá skifirúmunum. Hyggur tú í bøkur um Havnina, sært tú mangan, at tey svumu kapp á Eystaruvág. Heilt nógvir áskoðarar sóu kappsvimjingarnar, har tey svumu kapp av Bursatanga og yvir á Müllersbrúgv.

Sum tit síggja, hugdu nógv fólk at svimjikappingum á Eystaruvág. Myndin er frá á ólavsøku 1922. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Sum tit síggja, hugdu nógv fólk at svimjikappingum á Eystaruvág. Myndin er frá á ólavsøku 1922. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Mær er sagt, at í svimjihylinum í Gundadali frá 1930, skipaðu tey eisini fyri svimjikappingum. í 1959 upprann so dagurin, tá havnarfólk fingu nýggju svimjihøllina, sum gjørdist kolveltandi broyting í allari svimjing. Skjótt varð skipað fyri kappsvimjingum eins og í uttandura hylinum, sum slóðaðu fyri góðu svimjiúrslitum á oyggjaleikum og altjóða kappingum. Í hesum sambandi skulu vit ikki gloyma svimjihøllina í Klaksvík og aðrar minni svimjihyljar kring landið, har nógvir kappsvimjarar eru uppaldir. .

Núverandi svimjihøllin í Havn  varð tikin í nýslu í 1982, og svimjihøllin kann slett ikki nøgta tørvin, tí Havnin er so nógv vaksin síðani 1982. Talan um at byggja 50 metrar langan svimjihyl, so okkara svimjarar hava eins góðar umstøður, sum kappingarneytarnir uttanlands. (Vagnur)

Stórur dagur í Havn, tá býurin fekk nýggja svimjihylin í 1959. (Mynd Havnin - fólk og yrki)
Stórur dagur í Havn, tá býurin fekk nýggja svimjihylin í 1959. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply