Monthly Archives: mai 2015

Sangarin Magni Christiansen bergtók øll á Tjarnargarði

Magni var væl upplagdar seinasta mikukvøld á Tjarnargarði.
Magni var væl upplagdar seinasta mikukvøld á Tjarnargarði.

Ein pápabeiggi mín býr á Tjarnargarði, og av og á skipa tey fyri hugnaløtu, har altíð onkur kemur at spæla og syngja. Magna kenni eg bara frá Kringvarpinum, Rás2 og Lindini, og tí var eg spentur at síggja og hoyra Magna fyrstu ferð “live”. Bergtikin, má eg siga. Magni við gittara og sínu frálíku rødd bergtók okkum øll hesa løtuna. Les meira…

Modell av fronskum rannróknarskipi hongur í Mariukirkjuni

Tankarnir sveima, tá ið tú situr einsamallur í vøkru kirkjuni og hyggur at øllum, sum inni er. (Mynd Vagnur)

Tá ið tú kemur inn í vøkru katólsku Mariukirkjuni í Havn, hongur vakurt rannróknarskip í kirkjuni. Vinnmaður mín FinnBjørn Guttesen hevur sent mær nakað um rannróknarskipið, sum sakk í Íslandi í 1936. Fjøruti mans vóru við skipinum, bara 3. stýrimaður bjargaðist. Les meira…

Victor Danielsen slóðaði fyri føroyska málinum

Victor Danielsen á fríøkinum í Fuglafirði. (Mynd Vagnur)

 

Á ungum árum segði navnið Victor Danielsen mær ikki nógv uttan tað, at vit í skúlanum fingu at vita, at hann týddi bíbliuna til føroyskt, hann hoyrdi til Brøðrasamkomuna og var evnaríkur sálmayrkjari og umsetari. Seinni gjørdist mær greitt, at maðurin veruliga slóðaði fyri føroyska málinum í eini tíð, tá ið føroyska málið hevði torført at fóta sær í føroysku kirkjunum. Victor var undangongumaður.

Á fríøkinum vestanfyri samkomuhúsið Siloa í Fuglafirði stendur vøkur standmynd av trúboðaranum Victori Danielsen, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen  evnaði. Les meira…

Áhugavert at fylgja arbeiðinum at byggja brúnna um Sandá

jkjkj
Øll verkætlanin táttar í 80 milliónir krónur. Høgt er úr ánni og upp á koyribreytina. (Mynd Vagnur)

Ein verkfrøðingur, sum kennir til málið um brúnna um Sandá, segði mær, at ikki verður koyrandi um brúnna á ólavsøku sum ætlað. Heldur nærkast við jólum, áðrenn arbeiðið er liðugt. Teir stoypa í løtuni stóru stytturnar, og sum myndin sýnir frá vegnum á Argjum, er høgt úr ánni og upp á koyribreytina. Eisini koyra nógvir bilar við gróti og mold til tess at gera vegastubbarnar til brúnna. Stórur er jarðarmunurin. Heilt nógv tilfar skal koyrast. Har á leiðina gerast kollveltandi broytingar, tá brúgvin er liðug, tí tá fær Argir samband við vestara ringveg. (Vagnur)

Heðin Mortensen og Sjúrður Olsen mugu broyta meining

kjkjkj
Sjálvandi skulu vit ikki oyðileggja økið við Skansan, tá aðrir møguleikar eru. (Mynd Vagnur)

Stendur tú uppi á Argjahamri og hevur greinina hjá Palla Gregoriussen í huganum um møguliga nýggja havnarlagið við Skansan, so sær hvørt mansbarn, at ikki er rætt at útbyggja havnarlagið soleiðis, sum borgarstjórin Heðin Mortensen og formaðurin í havnarnevndini Sjúrður Olsen vilja. Og hugsar tú so um vegin, sum skal gerast fram við sjóvarmálanum Yviri við Strond, so tunga ferðslan sleppur skjótari frá havnarlagnum, gerst meining tín enn greiðari, at ætlaða útbyggingin við Skansan má broytast. Les meira…

FM-róðrarnir kunnu læra av ódnartøkum og snarróðrum

Nú stundar til FM-róðrarnar í Klaksvík, og hesir róðrar eru heilt øðrvísi enn ódnartøk og snarróðrar. (Mynd Hvannrók)
Nú stundar til FM-róðrarnar í Klaksvík, og hesir róðrar eru heilt øðrvísi enn ódnartøk og snarróðrar. (Mynd Hvannrók)

Tá tú hevur fylgt við og eygleitt snarróðrar og ódnartøk eitt sindur, komi eg at hugsa um FM-róðrarnar, sum eru fyri framman. Eg eri ein av teimum, sum er keddur um, at vit kastaðu handklæðið í ringin og valdu frá 1500 og 2000 metrar teinarnar. Og ikki bara eg havi hesa meining. Føroyskur kappróður misti nógv við hesi avgerð. Hesir teinar vóru valdir frá, tí vit ikki longur kundu bjóða rógvarum, áskoðarum, lurtarum og sjónvarpshyggjarum kring landið, at FM-róður tóku tríggjar og í ringasta føri fýra tímar at avgreiða. Kunnu vit læra nakað av snarróðrunum og ódnartøkunum? Ja, tað kunnu vit. Les meira…

Ódnartøkini vóru væl móttikin í Runavík og í Vestmanna

Firvaldur gentur halda fram, har tær sleptu á ólvasøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)
Firvaldur gentur halda fram, har tær sleptu á ólvasøku í fjør. (Mynd Fríðbjartur Miðberg)

Teir báðir Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen tóku stig at skipa fyri snarróðri og ódnartøkum til tess at leingja róðrarárið fyri rógvaran. FM-róðrarnir eru bara í juni og juli mánað, og kappingarárið kann gerast í og so stutt í mun til aðrar ítróttagreinar. Ì vár valdu teir so at fara út um Havnina við ódnartøkunum, og teir valdu Runavík og Vestmanna. Nú eru tey trý róðrarátøkini av, og nú stundar til fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu í Klaksvík. Eg havi spurt Teit Samuelsen, hví teir fóru út um Havnina við ódnartøkunum, og hvussu gekst í Runavík og í Vestmanna? Les meira…

Tey í Bragdinum eru ófør – væl fyriskipað SMS-boðrenning

Skiftini fóru fram við á hesum strekkinum. (Mynd Vagnur)
Skiftini fóru fram  á hesum strekkinum. (Mynd Vagnur)

Fríggjadagin seinnapart stóðu fólk frá Bragdinum í hurðini hjá okkum við brævi, har tey boðaðu frá, at SMS-boðrenning fór fram í grannalagnum leygardagin 16. mai, og at nakrir vegir vóru stongdur frá klokkan 15.45 til 17.15. – Vit vóna, at hetta ikki órógvar grannarnar ov nógv, søgdu tey í skrivinum. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri fólkunum í Bragdunum, sum ótroyttulig skipa fyri ymsum renningum, tað veri seg flaggdagsrenning, ólavsøkurening, Tórshavn maraton og nú boðrening. Bragdið hevur í nógv Harrans ár slóða fyri renning í býnum, eisini fyri at Tórsbreyt gjørdist veruleiki. Les meira…

Heilt fá fólk vita søguna um brandhyljarnar í Havn

Her síggja vit teir tríggjar brandhyljarnar, sum vóru gjørdur umleið 1940. (Mynd Vagnur)
Her síggja vit teir tríggjar brandhyljarnar, sum vóru gjørdir umleið 1940. (Mynd Vagnur)

Tá vit sum unglingar spældu í Rættará við Ellisheimið, góvu vit okkum ikki far um, hví betongbyrging var bygd um ánna. Við lemmum kundi tú byrja av ánna, so fekst stórur djúpur hylur. Vit hildu tá, at hetta vóru leivdir frá enskum hermonnum, sum høvdu búð í barakkum har á leiðini. Ikki fyrr enn eg las í bókini Tórshavnar sløkkilið 50 ár, gekk upp fyri mær, hvat endamálið var at gera byrgingar um Rættará og Havnará. Brandhyljar verða hesir hyljar nevndir. Men hví gera brandhyljar um áirnar seinast í 1930-árunum og fyrst í 1940-árunum? Les meira…

Havnin fekk fyrsta svimjihylin í 1930

Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn.  (Mynd Havnin - fólk og yrki.)
Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)

Sum uppískoytið til greinina um svimjukonurnar kann upplýsast, at Havnini fekk fyrsta skipaða svimjihylin í Gundadali í 1930. Fyri 1930 lærdu fólk seg at svimja í áum, á sjónum ella í Sandagerði. Sjálvur lærdi eg at svimja í Sandá við Spinnaríið. Ì bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at Óli Jacob Hansen, Niels Arge og Jacob Hansen laðaðu byrgingina til nýggja hylin fyri  3.185 krónur. Í 1931 vórðu skiftirúmini og trappan niður í hylin gjørd. Hylurin var úr tveimum og upp í seks metrar djúpur. Hylurin var á leið har, sum tennisvallirnir nú eru við ovara fótbóltsvøll. Les meira…