Fýra kvinnur við serligari hondbóltssøgu spældu FM-finalurnar

Jacklin Durhuus og Niclote R. Hansen eru fegnar um FM-steypið. (Mynd Vagnur)
Jacklin Durhuus og Niclote R. Hansen eru fegnar um FM-steypið. (Mynd Vagnur)

Fari at enda skrivingina um FM-finalurnar og landskappingina at nevna fýra hondbóltskvinnur, sum settu dám á FM-finalurnar. Talan er um kyndilskvinnuna Tommu Petersen og neistakvinnurnar Jacklin Durhuus, Fríðu Petersen og Nicoletu Hansen. Felags fyri tær fýra er, at tær í løtuni ikki spæla við liði, tær eru uppvaksnar í. Tríggjar eiga børn og eru um at eldast í hondbóltshøpi. Vit nevna mangan útlendingarnar, sum gera munini, men hesar fýra kvinnurnar hava og gera so sanniliga eisini munin. Nøkur orð um fýra frálíkar hondbóltsspælarar, sum sanniliga gera mun.

Nicoleta Radu Hansen kom 6. oktober í 2000 úr Rumenia til Vestmannar at  spæla hondbólt. Tað var Daniel Rapa, sum fekk Nicoletu til Føroya. Hon er úr býnum Buzau við 140.000 íbúgvum. Familjan eru foreldrini, ein tvíburasystir og ein eldri systir. Nicoleta var júst liðug á hægri lærustovni og var yrkisspælari, tá ið hon kom til Føroya. Og tað var stór broytin at koma til eitt so lítið land.

Tomma Petersen er ein bestu málverjum í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Tomma Petersen er ein bestu málverjum í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Við Ioanu Rapa, málverjanum Manuelu og Niclote, hevði VÌF eitt somikið sterkt lið, at VÌF vann FM-heitið í 2001 og 2002. Niclotea hevur føroyskt pass og er í dag at rokna sum føroyingur. Hon hevur spælt ymisk pláss á neistaliðnum, men allar best er hon sum linjuspælari og er frálíkur verjuspælari.

Tomma kom úr Vestmanna til Kyndil í 2008 eftir at hava staðið í málinum hjá VÍF. Hon vandi við VÍF, tá ið liðið vann FM-heitið í 2001 og 2002, men Tomma var tá ung, og Manuela, sum er besti málverjin nakrantíð í føroysku kappingini, stóð tá í málinum hjá VÍF. Tomma er ein av bestu málverjunum í landinum. Hon var so óheppin at bróta armin, ja, so átti hon eisini tvey børn, tí spældu hon nøkur tíðarskeið ikki við kyndilsliðnum. Frálíkur málverji og ein av hornasteinunum á kyndilsliðnum.  

Soleiðis segði Jacklin við undirritaði í grein í 2013. – Eg er uppvaksin í Vestmanna og spældi við VÍF, men tá ið eg skuldi til Havnar í handilsskúla, fór eg at spæla við Kyndli, har eg var við at vinna FM-heitið kappingarárið 1997/98. Eg fór so aftur at spæla við VÍF, har tað eydnaðist okkum at vinna greipuna kappingarárini 2000/2001 og 2001/2002. Spældi eisini í Vestmanna kappingarárið 2005/2006.

Fríða spældi tvær frálíkar FM-finalur. Her við soninum. (Mynd Vagnur)
Fríða spældi tvær frálíkar FM-finalur. Her við soninum. (Mynd Vagnur)

Eftir at eg átti sonin Berg í 2005 og fekk familju í Havn, kom eg at spæla við Kyndli í trý ár. Hetta vóru kappingarárini 2006/2007, 2007/2008 og 2008/2009, har vit bara vunnu seinasta dystin, og kyndilsliðið mátti úr Sunset-deildini og í 1. deild. Hett var ikki hugaligt, segði Jacklin. Eingin ivi um, at Jacklin er eitt av akkerunum á neistaliðnum. Hon vil vinna, hon er arbeiðssom og kann spæla mest sum á øllum plássum á liðnum.

Fríða Petersen er uppvaksin í Kyndli og er eins og Tomma ein av okkara allar bestu málverjum. Og nú í steypafinalunum kom hon heilt upp á tindin við sínum málmansspæli, har hon uttan iva var bestu neistaspælarin báðar dagarnar. Fríða tók stigið at fara til Ìslands at spæla hondbólt, og har fingu íslendskir fjølmiðlar eyguni á Fríðu, sum stóð í málinum hjá KA/ Þór á Akureyri. Hon varð kósin ársins spælari í KA/Þór hetta kappingarárið. Fríða er eisini ein “vinnari”, sum hevur stóran týdning fyri eitt lið.

Vónandi síggja vit Tommu, Fríðu, Jacklin og Nicoletu eisini í hondbóltsvøllinum næsta kappingarár. Alt gott um ungar evnaríkar spælarar, men føroyska kappingin hevur so sanniliga eisini brúk fyri royndum spælarum, sum er í strongum støðum gera munin, tá spennandi FM-finalur skulu spælast. Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply