Monthly Archives: apríl 2015

Heilt skemtilig parkering á Tinghúsvegnum

hjhjhjh
Skemtiligt at síggja henda bilin í dag. (Mynd Vagnur)

Nógv skemtilig parkering fer fram í grannalagnum hjá okkum og serliga á Tinghúsvegnum. Ein sjálvtøka er í húsunum, har EIK áður helt til. Tá fólk taka út pening, parkera tey flestu bilarnar í básarnar, men tað tíma summi fólk ikki, tí tey orka ella tíma ikki at spáka stutta teinin frá bilinum til sjálvtøkuna. Ja, nøkur koyra bilin upp á gonguteigin og koyra bilin so nær sjálvtøkuna, at tey úr bilinum røkka til sjálvtøkuna uttan at fara úr bilinum. Les meira…

Úr myndasavninum – Myndirnar fáa tankarnar at reika (e)

Vestaravág fyrst í 1950-árunum. Mynd Fornminnisavnið.
Kappróður á Vestaruvág fyrst í 1950-árunum. (Mynd Fornminnissavnið)

Tá ið eg síggi myndina omanfyri av Vesturvág á ólavsøku fyrst í 1950-árunum, reika tankarnir, tí júst henda myndin er tikin av partinum av Havnini, har eg eri uppvaksin. Nógv eru góðu minnini frá barna- og ungdómsárunum niðri við sjóvarmálan. Og “býarparturin” er nógv broyttur hesi seksti árini. Fara vit fyrst til kappróðurin á ólavsøku, so minnist eg allar kappróðrarbátarnar, sum stóðu á Bursatanga alla ólavsøkuna. Fólk í hópatali gingu bæði fyri og eftir róðrarnar og hugdu at stásiligu bátunum. Les meira…

Havi hugt at valunum í 1962, 1978, 1990 og 2011

Í løgtinginum miðskeiðis í 1970-árunum. (Mynd myndabókin Tórshavn)
Í løgtinginum miðskeiðis í 1970-árunum. Jákup Fredrik Øregaard hevur orðið. (Mynd myndabókin Tórshavn)

Í sambandi við veljarakanningina, sum júst er almennakunngjørd, havi eg kagað eitt sindur í valsøguna og valt nøkur tilvildarlig løgtingsval seinastu hálvthundrað árini. Niðurstøðan er ógvuliga einfald. Føroyingurin er ógvuliga torførir at flyta politiskt, og missir ein flokkur við eitt val nakrar atkvøður og kanska tingfólk, so koma atkvøðurnar næstan altíð á pláss aftur einaferð seinni. Eg havi valt løgtingsvalini í 1962, í 1978, í 1990 og 2011. Men fyrst leita tankarnir aftur í barnaárini, tá ið serligur dagar var heima hjá okkum, tá ið pápin mín fylgdi løgtingsvalinum og skrivaði niður valtøl lisin upp í Ùtvarpinum. Les meira…

Ódnartakið tók ein tíma og ein minutt at avgreiða

5-mannafar Falkur við kvinnum. Stýriborð fremst: Katrin Dánjalsdóttir, síðani Anna Kristina Hansen, Anita Álaberg og róðursmaðurin Árni Silvurstein. Fremst bakborð: Dagny Hellisdal, síðani Jóna Venned og Maria Joensen. (Mynd Vagnur)
5-mannafar Falkur við kvinnumn 2015. Stýriborð fremst: Katrin Dánjalsdóttir, síðani Anna Kristina Hansen, Anita Álaberg og róðursmaðurin Árni Silvurstein. Fremst bakborð: Dagny Hellisdal, síðani Jóna Venned og Maria Joensen. (Mynd Vagnur)

Sein kúgv fær skitið gras, er eitt orðatak. Fyrireikararnir søgdu á kappróðrarkjaki, at tað tók umleið tveir tímar at avgreiða fyrsta ódnartakið í 2015. Men nú eru menn so vandir at fyrireika slík tiltøk, at tá eg kom oman á Vestaru bryggju um tvey tíðina, var júst skotið fyri seinasta róðri, sum var 10-mannaførini. Eina mynd fekk eg einans. Fór tí út í Álaker, har nakrir bátar komu í dráttin millum annað manningin á 5-mannafarinum Falki úr Hósvík. Í morgun ringdi eg til Katrina Dánjalsdóttir, sum mannar bátin, og tað skuldi gerast áhugavert prát í regninum leygardagin. Les meira…

Kyndilsspælarin Anna Brimnes valdi hondbólt fram um fótbólt

Anna er ein av bestu hondbóltsspælarum í landinum. (Mynd Vagnur)
Anna er ein av bestu hondbóltsspælarum í landinum. (Mynd Vagnur)

19 ára gamli kyndilsspælarin Anna Brimnes gongur í 3. g í Hoydølum og er júst í aldursbólkinum, tá vit missa okkara góðu hondbóltsspælarar, tí fleiri antin fara út at fjakka ella fara uttanlands í lestrarørindum. Umframt at spæla á besta kvinnuliðnum hjá Kyndli, spældi Anna eisini fótbólt og var heilar seks ferðir uttanlands við ymsum U-fótbóltslandsliðum. Men nú hevur hon valt fótbóltin frá: – Mær dámar betur at spæla hondbólt enn fótbólt, og so er hondbólturin eisini meira “seriøsur”, sigur Anna, sum er í A-landsliðshópinum. Eg hitti Annu og spurdi hana, hvat hon ætlar vi hondbóltsspælinum, tá hon í summar er liðug í 3. g. Les meira…

Politiska hornið – Sambandsflokkurin gongur í fleiri bólkum

Sambandsflokkur fær ikki leiðsluna eftir løgtingsvalið í heyst. (Mynd Vagnur)
Sambandsflokkurin fær ikki leiðsluna eftir løgtingsvalið í heyst. (Mynd Vagnur)

Ein veljarakanning skal altíð takast við fyrivarni, men hon er tó ein ábending, hvat rørir seg politiskt í samfelagnum. Mína egnu veljarakanning geri eg, tá eg hoyri útvarp, sjónvarp, lesi bløðini og portalar. Tú merkir eisini politiska landslagið, tá tú tosar við fólk. Seinasta veljarakanning kemur ikki óvart á meg. Heldur ikki kemur óvart á meg, at Javnaðarflokkurin veksur, meðan Sambandsflokkurin minkar. Talan er um somu atkvøður, sum bara flyta seg. Hetta sigur politiska søgan. Les meira…

Úr myndasavninum – Nøkur barnaminni um kappróður

Vit fóru fleiri ferðir á ólavsøku oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)
Vit fóru fleiri ferðir á ólavsøku oman á Kongabrúnna at hyggja at kappróðrarbátunum. (Mynd Havnin-fólk og yrki)

Nú stundar til flaggdagin, og tá flestu kappróðrarbátar eru ella verða flotaðir. Hetta boðar frá, at kappróðrarárið 2015 stendur fyri durum. Myndin omanfyri er frá ólavsøku 1939, tíggju ár fyri eg var føddur. Men júst henda myndin vekir nøkur barna- og ungdómsminni um kappróðurin á ólavsøku. Í mínum ungdómsárum stóðu allir kappróðrarbátar til framsýningar á Kongabrúnni alla ólavsøkuna, og júst sum á myndini, sóu nógv fólk bátarnar. Hvør bátur hevði sína søgu. Les meira…

Úr myndasavninum – Søgulig hondbóltsferð í Runavík í 1985

Kyndil dreingir 10 ár 1985. Standandi f. v: Hanus Jensen , Beinir Poulsen, Rúni Jákupson og  Einar Vang. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hanus Kúrberg ,Hans á Lag, Búi Holm og Eyðun Samuelsen.
Kyndil dreingir 10 ár vinna FM-heitið í 1985. Standandi f. v: Hanus Jensen , Beinir Poulsen, Rúni Jákupson og Einar Vang. Fremst f.v: Regin Johannesen, Hanus Kúrberg ,Hans á Lag, Búi Holm og Eyðun Samuelsen.

Tretivu ár eru liðin, síðani omanfyri mynd varð tikin í høllini í Runavík. Ein mynd sum hevur sína søgu. Vit sóu longu frá ungum árum, at sonur okkara Hanus Jensen hevði sera góð hondbóltsevni, og vit kastaðu og loftaðu mangan í gongini hjá okkum, so lampur og annað til tíðir fingu toyggið og brotnaðu. Eit av málinum var úthurðin. Rannvá og eg spældu í Neistanum, og tað gjørdi Eyðun beiggi Hanus eisini. Hanus var mangan við til venjingar, serliga tá mamman vandi, har hann spældi bólt aftan fyri netini. Spurningur var bara um tíð, nær hann fór at venja skipaðan hondbólt í Neistanum. Les meira…

Úrslitini hjá U-19 landsliðnum kom ikki óvart á Kára Horn

Vit mugu hjúkla nógv meira um U19 kvinnurnar í heimligu kappingini, sigur Kári.
Vit mugu hjúkla nógv meira um U19 kvinnurnar í heimligu kappingini, sigur Kári.

Hondbóltsfólk vóru sera fegin um U17 kappingina, sum var í Føroyum í mars mánað. Føroyska U17 kvinnulandsliðið vann á Íslandi, tapti tepurt fyri Kekkia og spældi frálíkan dyst ímóti Russlandi. Føroysku spælararnir megnaðu at fylgja við. U19 landsliðið hevur júst verið í Litava og spælt ímóti Litava, Kekkia og Norra, og nú eru úrslitini heilt øðrvísi ella rættari sagt ræðandi, tí Føroyar tapti heili 18-45 fyri Norra, sum er meiri enn vanligur avsmurningur. Kári Horn, sum skal venja U17 liðið hjá Neistanum næsta kappingarár, fylgir væl við U17 og U19 kvinnulandsliðunum, og hansara niðurstøðu um óhepnu úrslitini í Litavia eru púra greið. Kári sigur:   Les meira…

Fýra kvinnur við serligari hondbóltssøgu spældu FM-finalurnar

Jacklin Durhuus og Niclote R. Hansen eru fegnar um FM-steypið. (Mynd Vagnur)
Jacklin Durhuus og Niclote R. Hansen eru fegnar um FM-steypið. (Mynd Vagnur)

Fari at enda skrivingina um FM-finalurnar og landskappingina at nevna fýra hondbóltskvinnur, sum settu dám á FM-finalurnar. Talan er um kyndilskvinnuna Tommu Petersen og neistakvinnurnar Jacklin Durhuus, Fríðu Petersen og Nicoletu Hansen. Felags fyri tær fýra er, at tær í løtuni ikki spæla við liði, tær eru uppvaksnar í. Tríggjar eiga børn og eru um at eldast í hondbóltshøpi. Vit nevna mangan útlendingarnar, sum gera munini, men hesar fýra kvinnurnar hava og gera so sanniliga eisini munin. Nøkur orð um fýra frálíkar hondbóltsspælarar, sum sanniliga gera mun. Les meira…