Sjónleikarhúsið í Havn frá 1926 vekir altíð góð minni

Sjónleikarhúsið í 1926, sum hevur hýst ótrúligum virksemi. (Mynd Fornminnisavnið)

Eg gangi ella koyri framvið Sjónleikarhúsinum hvønn dag, og av og á sveimað tankarnir um tað ótrúliga virksemið, sum er farið fram í hesum húsi, síðani Hans Andrias Djurhuus formaður í felagnum saman við øðrum tóku stig at byggja húsið. Sjónleikarhúsið frá 1926 kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaða  húsinum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív.

Á heimasíðuni hjá Sjónleikarhúsinum er millum annað skrivað:

Føroyingar hava spælt sjónleik í meira enn 200 ár og fyrst og fremst í høvuðstaðnum, sum longu Jens Christian Svabo skrivar um í verkinunum “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782”.

Í fyrstani vórðu danskir leikir spældir, serliga Holberg-leikir, men saman við tjóðskaparrørsluni seinast í fyrru øld vaks áhugin fyri móðurmálinum, og í 1889 vórðu teir fyrstu leikirnir, skrivaðir og framførdir á føroyskum, leiktir í tinghúsinum í Havn. Annan leikin hevði hin káti og hjartagóði Rasmus Effersøe skrivað, hann sum hongur avmyndaður uppi yvir leikpallinum í sjónleikarhúsinum saman við orðunum “Til gaman og álvara”.

Sjónleikarhúsið í 2012. Húsið er útbygt fleiri ferðir. (Mynd Vagnur)

Onnur skald og yrkjarar hava verið góð við húsið, og tað var okkara tjóðskald Hans Andrias Djurhuus , sum í 1926 var formaður í felagnum, sum fekk byggingina í lag fyri meira enn 80 árum síðani. Eisini William Heinesen hevði eitt stórt hjarta fyri húsinum, og tað eru ikki so ógvuliga nógv ár síðani, tú kundi ganga framvið á kvøldi og hoyra brúsandi ljóð innan fyri. Tá var tað William, sum spældi Beethoven fyri sínum góða vinmanni Jákup Zahle, meðan teir málaðu leiktjøld. Tá visti tú, at nú fór skjótt ein nýggjur leikur at verða vístur. Hvat mundi tað vera hesaferð, og hvør fór at spæla við?

Ikki at gloyma Kristin í Geil, sum bæði skrivaði og leikti, og so allar sjónleikararnar, sum her hava skapað havnafólki og øðrum við gott skemt og nógvan látur, men eisini hjartasuff og tár, tá ið alt var syrgiligt, og tað gekst høvuðsfólkunum minni væl.

Ógloymandi minni í Sjónleikarhúsinum 

Tankarnar leita nú aftur í ungdómsárini, tá ið vit ungu sóu fyrstu filmarnar í Sjónleikarhúsinum. Minnist ilt aftur á, hvussu drúgt tað var á standa í bíðurøð í brøttu tappuni til tess at ogna sær atgongumerki til filmarnar. Far til Fire, Sorro ella bíbilskar stórfilmar. Vit sóu nógvar filmar.

Hans Andrias Djurhuus var formaður í felagnum, tá ið húsið varð bygt. (Mynd Vagnur)

Seinni fóru vit at ganga í dansi, har Goggan spældi sunnukvøld og Faroe Boys mikukvøld. Tá ið eg nú komi í Sjónleikarhúsið tykist løgið, at tey kundu selja 600-700 atgongumerki til dansin. Har var eisini sum sild í tunnu, men øll fólkini vóru óivað ikki inni samstundis, tí vanligt var at fara út í tún at svala sær á.

Eg sá tá fleiri sjónleikir, enn eg geri í dag. Einki var sjónvarpið, og eingin var teldan. Virksemið í Sjónleikarhúsinum er ikki sum áður, men tey spæla sjónleik í húsinum. Í Havn er eisini komin Tjóðpallur Føroya og Norðurlandahúsið. Eingin almennur dansur er longur, og filmsýningarnar eru ongar í Sjónleikarhúsinum.

Sjónleikarhúsið frá 1926 er bygt út nakrar ferðir í mínari tíð bæði suðureftir, norðureftir og eystureftir. Sjónleikarhúsið var stórt hús, tá ið tað varð bygt í 1926, og eldsálirnar Hans Andrias Djurhuus, H.C.W. Tórgarð og onnur vóru ógvuliga framsíggin fólk.

Havnar Sjónleikarfelag er stovnað í 1918, og fyrsti formaður var H.C.W. Tórgarð. Oman fyri leikpallin standa vælvaldu orðini skrivað við stórum stavum: TIL GAMAN OG ÁLVARA. Og í garðinum stendur standmynd av Hans Andriasi Djurhuus. (Vagnur)

Umframt sjónleikur, filmur og dansur, so var onkuntíð eisini konsert í Sjónleikarhúsinum. Nógv kend tónleikafólk á myndini.

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply