Monthly Archives: februar 2015

Mariukirkjan katólska sóknarkirkjan varð vígd í 1987

Mariukirkjan er fjórða katólska kirkjan í Havn. (Mynd Vagnur)

Gjøgnum køksvindeygað síggi eg beint niðan á vøkru katólsku kirkjuna “Mariukirkjuna”, og av og á sveima tankarnir um tey fýra árini, eg gekk í Nonnuskúla. Tá vóru nonnurnar ílætnar í hvítum búna, har alt var fjalt uttan andlit og hendur. Katólska kirkjan í Føroyum telur umleið 130 fastbúgvandi katolikkar úr 23 londum. Væl minnist eg William Joensen beiggja Pól F úr Sumba, sum gjørdist katolikkur og virkaði í gomlu kirkjuni, tá ið vit gingu í Nonnuskúla.

Nonnurnar hava altíð verið ótrúliga væl umtóktar, og nakrar eru grivnar í Føroyum. Á mínum ungu døgum undirvístu fleiri nonnur í skúlanum, aðrar arbeiddu í vøggustøvuni og barnagarðinum, meðan aðrar gjørdu annað fyrifallandi arbeiði.

Les meira…

Meiningahornið – Kringvarp Føroya missir ikki trúvirði eftir dómin í Føroya rætti.

Kringvarp Føroya er annað enn tollmálið. (Mynd Vagnur)
Kringvarp Føroya er annað enn tollmálið. (Mynd Vagnur)

Í gjár sat eg við telduna og lurtaði eftir sendingini, sum Øssur Winthereig leiddi í sambandi við nógv umrødda dómin í tollmálinum. Har vóru sakførarar, tíðindafólk og politikkarar. Frálík sending, men eftir sendingina hugsaði eg, at einki missir Kringvarpið trúvirði eftir handa dómin. Føroya fólk dugir at leggja tvey og tvey saman og veit, at lítið skil var tá í tíðini við tollavgreiðslum, og at fyritøkur kundu fáa vørur úr pakkhúsum, uttan tær fyrst vóru tollaðar. Orðið “at snýta” fekk nógva umrøðu í sendingini. Les meira…

Sjónleikarhúsið í Havn frá 1926 vekir altíð góð minni

Sjónleikarhúsið í 1926, sum hevur hýst ótrúligum virksemi í 86 ár. (Mynd Fornminnisavnið)

Eg gangi ella koyri framvið Sjónleikarhúsinum hvønn dag, og av og á sveimað tankarnir um tað ótrúliga virksemið, sum er farið fram í hesum húsi, síðani Hans Andrias Djurhuus formaður í felagnum saman við øðrum tóku stig at byggja húsið. Sjónleikarhúsið frá 1926 kom at hava ótrúligan týdning fyri býin, tí umframt fyrst og fremst at hýsa sjónleiki, so hava vit nú “eldru” ógloymandi minni frá dansinum og nógvu filmunum, vit sóu í Sjónleikarhúsinum. Tað var hin mæti arkitekturin H.C.W. Tórgarð, sum livdi frá 1885 til 1957, sum gav reyðmálaða  húsinum við svørtum taki hetta sermekta snið. Frá byrjan góvu mentanarligar eldsálir húsinum lív. Les meira…

Menninir vóru meira áhugaðir at síggja lørini á TB kvinnum

Birgit Hestoy býr á Ellisheimnum á Tvøroyri. Skemingarsomu kona at tosa við.
Birgit Hestoy býr á Ellisheimnum á Tvøroyri. Birgit á 87 ára føðingardegnum 3. juli 2013

Á Ellisheiminum á Tvøroyri býr 88 ára gamla Birgit Hestoy. Birgit er millum annað mamma Jon Hestoy, sum vit kenna frá kappsvimjing og formann í Svimjisambandinum. Maður Birgit eitur Jóannes Hestoy, og børnini eru Ingrid, Heini og Jon Hestoy. Frá ungum árum spældi Birgit hondbólt á Tvøroyri, og hana havi eg tosað við. Ein fyrikomandi hittinorðað eldri hondbóltskvinna av Tvøroyri. Fyrstu árini æt felagið Tvøroyra hondbóltsfelag. Nær byrjaði Birgit at spæla hondbólt? Les meira…

VB kvinnur hava lykilin til FM-finaluplássini í kvinnudeildini

VB skal í næstum spæla heima ímóti VÍF, Neistanum og Kyndli.
VB skal í næstum spæla heima ímóti VÍF, Neistanum og Kyndli.

Nu er kærufreistin farin í sambandi við skriviborðstigini, og HSF hevur endaliga staðfest og rættað stigatalvuna í bestu kvinnudeildini. Um vikuskiftið var eingin toppdystur, men í næstum skulu øll trý toppliðini Neistin, Kyndil og VÍF til Vágs. Endaspælið er komið so mikið langt, at einki av liðunum hevur ráð at tapa fyri VB í Vági, um tey ætla at náa FM-finaluplássunum. Tí kunnu vit siga, at VB kvinnur hava lykilin, hvat av teimum trimum toppliðunum framhaldandi kunnu náa FM-finalunum. Longu sunnudagin skal VÍF til Vágs. Les meira…

Hvussu langt aftur í barnarárini minnast vit í veruleikanum?

Mynd av mær frá 1951 og eri millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.
1951 eri eg millum eitt og tvey ár gamal. Minnist einki frá hesi tíð.

Tá eg ein dagin í myndagoymsluna hjá mammu sá nakrar myndir frá barnaárunum, kom eg at hugsa um, hvussu langt aftur í tíðina vit veruliga minnast.

Ikki havi eg gott barnaminni, tí eg minnist tildømis ikki, hvørjar næmingar eg gekk í fyrsta flokki saman við í Nonnuskúlanum. Jú, kanska nakrar heilt fáar. Kenni fólk, sum minnast alt millum himmal og jørð frá barnaárnum sjálvt ymsar smálutir. Men hvat siga serfrøðingar á økinum.

Í veruleikanum er ikki tann stóri munurin, hvussu langt aftur vit minnast. Kanningar vísa, at vit í miðal minnast aftur til vit vóru 3,5 ár í miðal. Tó minnast summi aftur, tá tey vóru 2,5 ára gomul, meðan onnur minnast bara aftur til um 4 ára aldur. Evnini at minnast og hugsa eru ikki ment hjá børnum fyrr enn um henda aldur. Les meira…

Føroyingar mugu steðga at blaka virðismiklan mat aftur í havið

llklk
Landsins myndugleikar skulu ikki finna seg í, at so nógvur matur fer aftur í havið. (Mynd Vagnur)

Øgilig sjón at síggja í sjónvarpinum høvd, uggar og innvølir flóta um trolaran Enniberg. Hetta er alt virðismikil matur, sum fer aftur í havið. Úr høvdinum fáast kjálkar og lippur, og restina av høvdinum kundi fara á virkið í Lorvík og síðani selt til Nigeria. Tað sama uggarnir, og síðani beinagrindin, sum kundi verið malið til mjøl. Umframt livur og rogn, fáa norðmenn eisini nógv burturúr innvølinum í fiski. Føroyingar grýta alt hetta aftur í havið. Hetta líkist ongum, og tað er løgið, at landsins mynduleikar geva loyvi til slíkt. Talan er um hundraðtals milliónir krónur, ja, onkur sigur eina milliard krónur, síðani føroyingar byrjaðu at fiska í Barentshavinum. Fyrr í vetur skrivaði eg niðanfyri grein. Les meira…

Úr myndasavninum – Fyri kreppuna fyrst í 90 árunum spældu manslið eisini í 4. deild

Neistin 3. deild menn í 80 árunum. St.f.v: Jan Müller, Sofus Andreasen, Líggjas Husgaard, Jógvan Martin Mørk og Jákup Simonsen. Húkandi frá vinstru: Egga Jensen, Hans Jákup Hermansen, Bjørn Patursson og Rahm í Króki. (Mynd Vagnur)

Tá ið dapra kreppan í Føroyum var í hæddini fyrst í 90 árunum, fluttu 6000 fólk úr Føroyum undan kreppuni. Og hetta gjørdust eisini stórur smeitur fyri føroyskan hondbólt, tí summu feløg funnu ongantíð gamla stevið aftur. Myndin omanfyri er av 3. deildarliðnum hjá Neistanum. Les meira…

Hondbólturin stóð í besta blóma í Suðuroy undir krígnum

Birgit á ungum árum við sjóvarmálan á Tvøroyri. Hon svam á sjónum hvønn dag allar dagar í árinum.
Birgit á ungum árum við sjóvarmálan á Tvøroyri. Hon svam á sjónum hvønn dag allar dagar í árinum.

Ì eina tíð havi eg leitað eftir gomlum hondbóltstilfari í Suðuroy. Havi verið í Sandvík og Hvalba og eitt sindur í Vági. Løgið at hugsa sær, at tey eisini hava spælt hondbólti í Vikarbyrgi og Fámjin undir krígnum. Men tá kríggið endaði, broyttist alt eisini hondbólturin í Suðuroy. Eg havi tosað við 88 ára gomlu Birgit Hestoy, sum er mamma Jon, Heina og Ingrid Hestoy.

Birgit býr á Ellisheiminum á Tvøroyri, er púra klár,  og fyrikomandi at tosa við. Greinina havi eg skrivað, men enn vanta nøkur nøvn til gomlu liðmyndirnar, sum eru torfør at finna. Tá nøvnini eru funnin, kemur greinin á heimasíðuna.

Hesi orðini eru bara eitt uppískoyti til samrøðuna við Birgit, tí í ítróttarárbókini frá 1973 kom eg fram á mynd av Jon Hestoy son Birgit, sum eg minnist væl kom til Havnar at svimja kapp. Les meira…

Skriviborðstigini kunnu koma at gera av FM-finaluplássini

VÍF kann nú sjálvt gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. (Mynd Álvur)
VÍF kann nú sjálvt gera av, um liðið skal spæla FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Mikukvøldið vóru fleiri spennandi og týdningarmiklir hondbóltsdystir í bestu deildini. Tvey óvæntað úrslit, tí ikki hevði eg roknað við, at VÍF kvinnur vunnu so tryggan sigur á Kyndli, og at VÌF menninir máttu lúta fyri Kyndli, sum júst hevði tapt fyri H71. Ì Klaksvík vann Neistin á Team Klaksvík og í Kollafirði vann H71 á KÍF. Hyggja vit í stigatalvuna, sum hjá kvinnum ikki enn er eftirfarandi, so kunnu skriviborðstigini í tveimum dystum koma at gera av, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Les meira…