Monthly Archives: januar 2015

Úr myndasavninum – Ógloymandi hondbóltsferð í Íslandi í 1957

Manningin á Íslandsferðini í 1957. Fr.v: Jastrid Hansen, VÍF, Mona Simonsen, Søljan, Jenny Simonsen, Søljan, Elita Falkvard, Søljan, Kristina Dam, VÍF, Sigurd Petersen, venjari, Malvina á Dunga, Neistin, Hjalma Simonsen, Søljan, Lisbeth Johannessen, VÍF, Sylvia Djurhuus, Søljan, Anna Petersen, VÍF og Johild Djurhuus, VÍF.
Manningin á Íslandsferðini í 1957. Fr.v: Jastrid Hansen, VÍF, Mona Simonsen, Søljan, Jenny Simonsen, Søljan, Elita Falkvard, Søljan, Kristina Dam, VÍF, Sigurd Petersen, venjari, Malvina á Dunga, Neistin, Hjalma Simonsen, Søljan, Lisbeth Johannessen, VÍF, Sylvia Djurhuus, Søljan, Anna Petersen, VÍF og Johild Djurhuus, VÍF.

Søljan í bestu kvinnudeildini hevur vunnið FM-heitið fimm ferðir. Í 1957, 1959, 1960 og 1961 og í 1965. Tá ið eg fekk eina mynd sendandi úr Vestmanna av samansettum kvinnuliði úr Søljuni, VÍF og einum neistamálverja, fór eg at kanna nærri upprunan til myndina. Vakra myndin frá 1957 er av samansetta liðnum júst afturkomin av hondbóltsferð í Íslandi. Eftir at hava spurt meg fyri hjá ymiskum, endaði eg í heiminum hjá Sylviu Djurhuus, sum saman við Malvinu á Dunga var málverji á Íslandsferðini. Og Sylvia sigur soleiðis um ógloymand Íslandsferðina í 1957: Les meira…

Teir eru ómetaliga væl nøgdir við nýggja bjargingarbátin

Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar. (Mynd Vagnur)
Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar Jacobsen. (Mynd Vagnur)

Hevur tú myndatólið hjá tær, tá tú spákar í býnum ella niðri við sjóvarmálan, er altíð okkurt áhugavert avmynda og skriva um. Hósmorgunin kom eg fram á bjargingarbát hjá Tórshavnar sløkkiliði, sum tveir menn skuldu flota. Bleiv forvitin og vildi vita meira um skjóttgangandi bátin. Heini Østerø er átaksleiðari hjá sløkkiliðnum. Les meira…

HM kappingin í Katar er ein løgin HM kapping

Sjálvandi skuldi Eggert eisini byrjað seinna hálvleik. (Mynd EB)
Eggert skuldi eisini byrjað seinna hálvleik. (Mynd EB)

Meðan eg mikukvøldið í útvarpi fylgdi við steypadystunum í Vestmanna og í Hoyvík, har mansliðini VÍF og Neistin spældu seg í steypafinalurnar, fylgdi eg eisini við dystinum millum Danmark og Spania. Frálíkur hondbóltsdystur har bara smálutir í seinastu sekundunum gjørdi av, at Spania vann dystin við einum máli. HM-kappingin í Katar er løgin á tann hátt, tí umframt at Australia ikki slapp upp í part, tí tað loysti betur fíggjarliga at fáa Týskland við í kappingina, so fekk Týskland og Ísland sokallað “fríkort”. Tey høvdu ikki spælt seg til HM-kappingina. Men so er tað landsliðið hjá Kadar, sum fólk halda lítið um.

Katar er lítið ríkt oljuland ikki størri enn Sæland, ein lítil nøs, sum stingur seg út í Golfin. Torført er at siga nágreinliga, hvussu nógv fólk búgva í landinum, tí hundraðtúsundtals lágløntir útlendskir arbeiðsmenn arbeiða í landinum. Hesir koma flestir úr Filippinunum, Sri Lanka, Irak, India og Nepal. Amnesty hevur mangan verið eftir Katar, tí útlendsku arbeiðsfólkini hava so ringar umstøður. Landið svimur í peningi, og upprunafólkið arbeiðir mest sum ikki, men bara livir av oljuríkidøminum. Les meira…

Málið um steypadystin VB – Kyndil fór av sporinum

Málið um steypadystin VB - Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.
Málið um steypadystin VB – Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.

Nú verður steypadysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældur í Vági hóskvøldið klokkan 20.00, men eina lítla eftirmetin loyvi eg mær at gera, tí eg haldi, at vit serliga ikki kunnu bjóða hvørki vb-spælarum ella kyndils-spælarum slíkar umstøður. Spælarar skulu fyrireika seg sálarliga til slíkan toppdyst, og tá er ógvuliga óheppið, at teir ikki týsdag vita, nær dysturin skal spælast. Tað vóru orðini og harvið grundgevingarnar í fjølmiðlunum frá eina kyndilsvenjaranum, sum fekk øði í grindina, og viðmerkingar streymaðu inn á “hondbóltskjak” Les meira…

Frálíkt at fáa útlendskar dómarar at koma til Føroya, sigur Agnas

jkjkjkj
Frálíkt átak av HSF at fáa útlendskar dómarar til Føroyar, sigur Agnas.

20 ára gomlu norsku dómararnir Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjeldsrud Pedersen fara aftur til Noreg í dag eftir at hava dømt tveir dystir í Føroyum. Spælarar, eg havi tosað við, eru ómetaliga væl nøgdir við norsku dómararnar. Eg havi ringt til Agnas Olsen, sum spælir við VÍF og spurt hana, um tað er øðrvísi at spæla við dómarum, sum tú ongantíð hevur sæð áður, og sum koma úr øðrum landi.

– Sjálvandi gera vit fyri dystin okkara tankar, hvørja linju norsku dómararnir leggja. Eg haldi, at HSF skal halda fram við at fáa útlendskar dómarar til Føroya, sigur Agnas.

Norsku dómararnir dømdu leygardagin mansdystin millum Kyndil og VÍF, og teir komu væl frá dømingini. Eg hoyrdi í Rás 2 Julian Johansen úr Kyndli siga, at Kyndil í hálvleikinum royndi at fáa laga spælið eftir dómaralinjuni, sum kanska var eitt sindur øðrvísi, enn vit vanliga síggja í Føroyum. Les meira…

Norsku ungu dómararnir eru sera væl móttiknir í Føroyum

Markus og Mads
Norsku dómararnir Markus Kjeldsrud Pedersen og Mads Dahlby Fremstad. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin hitti eg tveir ungar norskar dómarar Mads Dahlby Fremstad og Markus Kjelsrud Pedersen. Báðir eru teir tjúgu ára gamlir og koma úr Oslo og har á leiðini. Teir døma í bestu kvinnudeildini í Noregi og næstbestu mansdeildini. Málið hjá teimum báðum er bestu deildirnar í Noregi og altjóðar dómarauppgávur. – Vit ætla at fara allan vegin, siga Markus og Mads, sum byrjaðu at døma sum fjúrtan ára gamlir. Les meira…

Aftur ein rundkoyring í Tórshavnar kommunu tikin í nýtslu

jkjkjkjkj
Seinna rundkoyringin liðug. Aftur eitt valaverk frá fyritøkuni hjá Andriasi Berg. (Mynd Vagnur)

Nógv virksemi er í høvuðsstaðnum í løtuni, og sum eg havi skrivað áður í vetur, so blinkar ein gravmaskina mest sum á hvørjum gøtuhorni. Stóra arbeiðið hjá kommununi er brúgvin um Sandá, sum eftir ætlan verður tikin í nýtslu á ólavsøku. J&K Petersen ger brúnna, og fyritøkan hjá Andriasi Berg hevur gjørt báðar rundkoyringarnar, sum eru lidnar. Áhugavert at fylgt serliga hesum arbeiðinum, tí meðan arbeiðið er farið fram, er ferðslan ikki steðgað. Valaverk. Les meira…

Úr myndasavninum – Leiti eftir gomlum hondbóltsmyndum

jkjkjkjkj
Neistin og Stjørnan 1956. A.f.v: Kristina Dam, Vestmanna (Neistin), Martha Hentze Rasmussen, (Neistin), Luffa Dam, Vestmanna (Neistin), Anna Jacobsen, “Liden” (Stjørnan), Borghild Jacobsen, (Stjørnan), Hilda Lambaa (Neistin), Malan Joensen, (Stjørnan) og Katrin Thomsen (Stjørnan). F.f.v: Sonja Kristoffersen (Neistin), Malvina á Dunga (Neistin), Herborg Davidsen (Neistin), Fía Joensen, (Stjørnan), Halgerð Vágsheyg (Stjørnan) og Jensia Kastalag. (Stjørnan) Myndaeigari: Malvina á Dunga.

Eg havi stóran áhuga at skriva um søguligt hondbóltstilfar kring landið. Hetta er jú partur av okkara hondbóltssøgu. Myndirnar hava ómetaliga nógv at siga fyri meg, men í mínum felag Neistanum leiti eg framvegis eftir liðmyndum av monnum frá 1940-árunum og 1950-árunum. Neistamenn vunnu FM-heitið 1949, 1953 og 1955, men sjálvt um eg havi leitið í hvørjum skotí í Havn, so finst eingin mynd av monnunum frá hesum árunum. Les meira…

Úr myndasavninum – fimleikaframsýningar vóru mangan fyriskipaðar uttandura

jkjkjkjkjkj
Elinborg Trónd uttanst til vinstru. Kenni eisini Ebbu Winther nummar fýra frá vinstru. Nummar fýra frá høgru Gunnvør Debes og nummar tvey frá høgru Helena Dal- Christiansen gift Poulsen. Fremst vinstrumegin Helenu stendur systurin Hjørdis Patursson úr Kirkjubø. (Myndaeigari: Elsa Horn)

Tá eg herfyri vitjaði Elsu Horn í sambandi við hondbólt, gav hon mær nakrar smáar myndir av fimleikarum, sum á ólavsøku í seinnu helvt av 1940-árunum høvdu fimleikaframsýning á Eystaru bryggju í Havn. Áhuguvert at síggja, hvussu nógvir áskoðarar síggja framsýningina. Eg kenni fleiri fólk á myndunum, sum flestu eru farin. Í sambandi við myndirnar havi eg hitt nú skjótt 85 ára gamla Øssur Debes, sum var íðin og góður fimleikari. Og hann hevur nógv góð minni sum fimleikari: Les meira…

Úr myndasavninum – Tey hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli (e)

Oldboys Kyndil og Neistin í 1981.
Oldboys Kyndil og Neistin í 1981. Standandi f.v: Hannis Jacobsen, Poul Johannes Johansen, Nick Hansen, Eigil Lyngsø, Vagnar Olsen, Bjarni Johansen, Jógvan Andras Joensen, Mortan Mørk, Viggo í Stórustovu og Johnny Reinert. Húkandi f.v: Hansemann Mikkelsen, Petur Hans Poulsen, Torbjørn Mikkelsen, Dia Jacobsen, Petur av Sandi, Hildibjart Johansen, Poli Jacobsen, Henning Eysturoy og Heðin Mikkelsen. (Mynd Óli Hansen)

Í vetur skrivaði eg tvær greinar um oldboys og oldgirls liðini hjá Neistanum og Kyndli, sum 1981 hátíðarhildu 25 ára føðingardagin hjá Kyndli. Nú havi eg fingið felagsmynd av mansliðunum hjá Kyndli og Neistanum senda frá Óla Hansen, og felagsmyndin skal sjálvandi á heimasíðuna. Nógvir av monnunum eru ikki millum okkum longur, men eftir liggur stórt arbeiði, sum teir gjørdu og slóðu fyri í feløgunum. Niðast er grein, sum eg skrivaði um oldgirls kvinnurnar hjá Kyndli og Neistanum. Les meira…