
Um fyrsta apríl í 2015 eru trý ár liðin, síðan eg av álvara byrjaði at skriva á míni nýggju heimasíðu hvannrok.fo. Havi higartil skrivað 910 greinar, tað vil siga í miðal eina grein um dagin. Undirtøkan gjørdist frá byrjan nógv størri, enn eg nakrantíð ímyndaði mær. Eri væl nøgdur. Eg visti heldur ikki, hvønn leistur var best, tí eg hevði so nógv upp á hjartað. Frá byrjan vildi eg ikki skriva tilfar, sum fjølmiðlar annars skriva um í bløðum og á portalum. Les meira…