Meiningahornið – Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt

kjkjk
Løgmaður má traðka til og fáa kanna álvarsmálið um Strandferðsluna. (Mynd Vagnur)

Drúgv áhugaverd grein “Johan visti alt” er at lesa í Sosialinum mikudagin. Eftir at hava lisið greinina og hoyrt løgmann í sama máli í útvarpinum, er mín niðurstøða púra greið. Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt í hesum máli, og løgmaður “bagatelliserar” málið við at siga, at hann kann ikki siga landsstýrisfólki úr starvi, hvørja ferð ein stovnur ikki heldur játtanina. Uppsøgdu starvsfólkini á Strandferðsluni í umstrídda málinum letur løgmaður sigla sín egna sjógv, og hetta er órættvíst.

Tað vóru nakrir setningar í greini um Hans Peturi Joensen, sum fær meg at skriva hesi orðini. Hans Petur sigur soleiðis í Sosialinum mikudagin: Eg liggi svøvnleysur um náttini og hugsi um, hvussu órættvíst og vónleyst hetta er. Myndugleikarnir áleggja Strandferðsluni at fremja eina sparing, sum mynduleikarnir síðani nokta stovninum at seta í verk. Samstundis verður játtanin skerd við átta milliónum krónum. Vit boða ferð eftir ferð frá, at játtanin ikki fer at halda, uttan at nakar letur við seg koma. Og nú kann leiðslan á Strandferðsluni ábyrgdast fyri at játtinin ikki heldur.

Hesir setningarnir eru júst kjarnan í málinum um Strandferðsluni og nógv umrøddu uppsagnirnar. Sambært Hans Peturi hevur Vinnumálið svikið, tí ráðið biður um eina játtan, sum man veit er ov lítil og mann somuleiðis veit, at neyðugu sparingarnar politiskt ikki kunnu gjøgnumførast.

Í mín verð er hetta eitt sera álvarsligt mál, og tí er óskiljanadi, at løgmaður fer so lætt um málið í útvarpinum mikudagin. Løgmaður má veruliga fara inn í málið og kanna málið nærri, tí her er talan um starvsfólk á Strandferðsluni, sum halda seg vera órættvíst viðfarin.

Sambært Hans Peturi Joensen hevur landsstýrismaðurin Johan Dahl vitað alt, og tí má løgmaður kanna, um Johan Dahl visti alt, og um tey í Vinnumálaráðnum bara hava latið staðið til, sjálvt um Strandferðslan ferð eftir ferð í góðari tíð boðaði frá, at játtanin ikki fór at halda. Veruliga ábyrgdin má staðfestast.

Avgerandi í hesum álvarsmáli er, at fyrrverandi starvsfólkini á Strandferðsluni ikki í allar ævir sita eftir við svartaperi, um onnur fólk hava ábyrgdina. Sambært greinini hava fólk í Vinnumálaráðnum og Johan Dahl  sovið í tímanum og bara latið staðið til, sjálvt um tey vistu, hvussu stóð til fíggjarliga á Strandferðsluni. Hetta má og skal løgmaður kannað, so endaliga ábyrgdin kann staðfestast. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply