Monthly Archives: oktober 2014

Meiningahornið – Føroyskir politikarar og hægri útbúgvingar

Føroyiski veljarin er ikki býttur og dugur at gjøgnumskoða orðini hjá Anniku. (Mynd Vagnur)
Ein politikari skal allar fyrst duga politiska handverkið og vera reiðiligur og álítandi. (Mynd Vagnur)

Í seinastuni er spurningur settur við útbúgvingar hjá okkara politikarum. Skulu vit seta krøv, at landsstýrisfólk skulu hava hægri útbúgvingar. Eg rokni við, at hægri útbúgvingar skulu skiljast sum prógv frá hægri læristovni uttanlands og ikki tildømis námsfrøðingar, lærarar, handverkarar ella sjúkrasystar. Í mín politiskum verð snýr politikkur seg ikki um hægri útbúgvingar ella ikki. Politikkur snýr seg fyrst um gott politiskt handverk, og at viðkomandi er reiðiligur og álítandi. So er krøvini uppfylt fyri mítt viðkomandi. Les meira…

Meiningahornið – Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt

kjkjk
Løgmaður má traðka til og fáa kanna álvarsmálið um Strandferðsluna. (Mynd Vagnur)

Drúgv áhugaverd grein “Johan visti alt” er at lesa í Sosialinum mikudagin. Eftir at hava lisið greinina og hoyrt løgmann í sama máli í útvarpinum, er mín niðurstøða púra greið. Johan Dahl sleppur alt, alt ov lætt í hesum máli, og løgmaður “bagatelliserar” málið við at siga, at hann kann ikki siga landsstýrisfólki úr starvi, hvørja ferð ein stovnur ikki heldur játtanina. Uppsøgdu starvsfólkini á Strandferðsluni í umstrídda málinum letur løgmaður sigla sín egna sjógv, og hetta er órættvíst. Les meira…

Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at eingin hálkubreyt er í Føroyum

Nógvir bilar fara út av vegnum í hálku. (Mynd Sosialurin)
Nógvir bilar fara út av vegnum í hálku. (Mynd Sosialurin)

Fríggjadagin 20. sepember las eg áhugaverda og kensluborna grein í Sosialinum um unga kvinnu, sum doyði í ferðsluni í januar mánað í 2012. Systirin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór út av vegnum í hálku. Unga kvinnan, sum doyði, sat ikki í trygdarbelti og varð slongd úr bilinum. Nú hava vit í fjøruti ár tosa um at fáa hálkubreyt í Føroyum, men framvegis doyggja fólk og fáa á skaða í ferðsluni, tí tey ikki hava fingið koyrufrálæru á hálkubreyt. Hetta er ábyrgarleyst. Les meira…

Hevði abbi Jákup Mørk “Gamli Mortan” vitað

Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk "Gamla Mortan".
Jákup Mørk er abbasonur Mortan Mørk “Gamla Mortan”. (Mynd Niels Jákup Heinesen)

Sigur tú Mørk, sigur tú eisini B36, tí øll Mørk familjan heldur við B36. Tá eg sá myndina omanfyri á Facebook av Jákupi Mørk, hugsaði eg mítt: Hevði “Gamli Mortan” vita, at abbasonurin seinasta leygardag hevði funnið fram gull tvørsloyfuna til heiðurs fyri B36, so hevði abbin verið errin. Vit róptu abba Jákup fyri “Gamli Mortan”, tí sonur Mortan eitur eisini Mortan. Í B36 og Neistanum var Gamli Mortan serligur, tí hann vann FM-heitið bæði við B36 og Neistanum. Les meira…

Hondbóltskappingin í bestu deildunum fekk óvanliga byrjan

Øll liðini í bestu kvinnudeildini hava longu mist stig.
Øll liðini í bestu kvinnudeildini hava longu mist stig.

Altíð er áhugavert at fylgja við, hvussu fyrsta dystirnir í bestu hondbóltsdeildunum fara at laga seg. Liðini spæla í grundspælinum fýra dystir hvør ímóti øðrum. Tað óvanliga er nú hent bæði í kvinnu- og mansdeildini, at øll liðini hava mist tvey ella fleiri stig, nú fyrsta umfar ikki er liðugt spælt. Serliga roknaði eg ikki við, at mansliðini Kyndil og KÍF fingu so slaga byrjan, og at kvinnuliðini VB og VÍF longu hava mist óvikavist trý og fýra stig. Men fyrst nøkur orð um kvinnukappingina. Les meira…

Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.
Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.

Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í 70-árunum, tá ið millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar tapti 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Tveir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008. Hans Mortensen legði stóran dent at fáa donsk 1. deildarlið at koma til Føroya at spæla ímóti føroyska landsliðnum. Kolding IF var eitt av liðunum. Í 1980 skipaði Føroyar fyri HM-kappingini í C-bólkinum, og tá spældu Norra, Portugal og Eysturíki eisini í C-bólkinum. Tann 6. februar 1980 tapti Føroyar 17-24 fyri Norra í høllini í Klaksvík. Í 2010 er Norra eitt av bestu liðunum í Europa. Sig so tað. (Vagnur)

 

Úr myndasavninum – Vaktarskipið Niels Ebbesen skeyt í 1961 eftir skotska trolaranum Red Crusader

Skotski trolarin Red Crusader, sum Niels Ebbesen skeyt eftir. (Mynd gomul-skip.fo)
Skotski trolarin Red Crusader, sum Niels Ebbesen skeyt eftir. (Mynd gomul-skip.fo)

Summi barna- og ungdómsminni sita fastari enn onnur, og eitt av teimum, sum eg minnist serliga væl, var, tá ið danska “fregattin” Niels Ebbesen í 1961 skeyt eftir skotska trolaranum Red Crusader. Hendingin, sum fór fram norðan fyri Vágoynna, var serlig. Niels Ebbesen tók trolaran Red Crusader, sum fiskaði innanfyri føroyska seks fjóðringa fiskimarkið, sum var fiskimarkið í 1961. Manning frá verjuskipinum varð sett umborð á Red Crusader, men tá ið kósin skuldi setast ímóti Havnini, vórðu donsku vaktarmenninir stongdir inni í rúmi, og Red Crusader setti kós ímóti Skotlandi. Les meira…

“Fossurin” eftir Jákup Dahl próst er av allar bestu stuttsøgum

Fossurin var ikki so stórur í góðveðrinum henda dagin. (Mynd Vagnur)
Fossurin var ikki so stórur í góðveðrinum henda dagin. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg í vikuni spákaði á sandinum í Sandagerði, kom eg knappliga, tá ið eg sá fossin í ánni, at hugsa um árini á Føroya læraraskúla. Vit høvdu Jeffrei Henriksen í føroyskum, og til próvtøkuna í fyrsta flokki í 1975 kom eg upp í stuttsøguni “Fossurin” eftir Jákup Dahl próst. Nú skjótt fjøruti ár seinni rennur fossurin har framvegis, og søgan er eins góð og viðkomandi, sum tá Jákup Dahl skrivaði søguna, tá vit lósu søguna á Læraraskúlanum, og nú eg í 2014 havi lisið søguna enn einaferð. “Fossurin” nemur við nakað í sálini, er av allar bestu stuttsøgum, og sum tú kanst lesa niðanfyri. Les meira…

Hon sat har so køld uttanfyri við sigarettini í munnklovanum (e)

Trongdin er stór til sigarettina. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg ein morgun í kalda góðveðrinum kom oman Landavegin, sá eg løgna sjón uttan fyri hárfríðkanarstovu. Ein kona var farin út í tún á fáa sær ein royk beint úr hárfríðkanarstólinum.

Hon hevði silvurpappír í hárinum, tí hon óivað var ávegis at lita sær hárið, og hon hevði eitt slags fyriklæði um seg. Eg steðgaði á og spurdi kvinnuna, sum eg hevði sæð á ungum árum, um trongdin var so stór til sigarettina, at hon ikki megnaði at gera seg lidna í hárfríðkanarstovuni, áðrenn hon festi sær í.

Hon segði mær, at hon roykti meira enn ein pakka um dagin, og at hon ikki roykti á ungum árum, men var byrjað at roykja, tá ið hon kom í tretivu árini. Eg kendi andlitið aftur, tí hon gekk í skúlanum, har eg arbeiddi sum lærari, men eg kendi ikki kvinnuna. Hon var bæði blíð og týð og hevði einki ímóti, at mynd varð tikin, sjálvt um eg segði henni, hvat eg ætlaði at brúka myndin til. Les meira…

Nøkur orð um Mariu Mikkelsen abbasystur mína

Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.
Maria Mikkelsen búði í Danmark í fimti ár.

Eg havi mangan hoyrt, at abbasystir mín Maria Mikkelsen var serlig kvinna, og sum eg bara ørminnist, tí hon andaðist í 1956. Serlig, tí hon var bersøgin í talu, roykti stóra sigar, og var vakt av tjóðskaparandanum á ungum árum.

Maria var bæði yrkjari og týðari, men kend gjørdist hon sum kvinna í Keypmannahavnartíð síni, tá hon lívgaði um alt, sum føroyskt var.

Eg havi funnið fram nakað av tilfari, sum er skrivað um Mariu Rebekku Mikkelsen fødd í Havn 1877 og andaðist í februar mánað 1956. Sagt verður um Mariu, at hon var vinsæl, blíð, hjálpsom og góð at hitta.   Les meira…