Vit treingja til at royna okkurt nýtt í føroyskum kappróðri

Teitur Samuelsen í vakrari skipstroyggju. (Mynd Vagnur)
Teitur Samuelsen í vakrari skipstroyggju. (Mynd Vagnur)

– sigur Teitur Samuelsen, sum saman við Fróða Magnussen, tóku stig til fyrsta snarróður á Havnarvág 24. august í fjør og seinna snarróður 10. mai í ár. Nú skipa teir fyri heystkappróðri “ódnartak”, har manningar rógva tríggjar leygardagar 140 metrar tríggjar ferðir sama dag.

FM-kappingarnar eru bara tveir mánaðir um árið, manningarnar eru fækkaðar seinastu árini, tí treingir kappróðurin til aðrar avbjóðingar, so vit leingja kappingarárið.Hetta gera aðrar ítróttagreinar, sum tildømis fótbólturin, sigur Teitur.

Føroyskur ítróttur stendur og fellur við eldsálum, og tað ger føroyskur kappróður eisini. Samfelagið broytist, og tað ger ítrótturin og harvið kappróðurin eisini. Tað var tann tíð, tá eini níggju 10-mannafør og tólv 8-mannafør róðu kapp. Vit minnast eisini, tá gentubátarnir máttu rógva í tveimum bólkum, tí manningarnar vóru so nógvar.

jkkjkjkj
Tað er júst skotið fyri dreingjabátunum Frúnni, Bliki og Jallinum. Sólin skein bæði oman og niðan. (Mynd Vagnur)

Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen er kend andlit í føroyskum kappróðri. Báðir traðkaðu teir ungdómsskógvarnar í Argja róðrarfelag, og nú hjúkla teir um kappróðurin, har teir royna at ganga nýggjar leiðir, so róðrarárið kann leingjast. Teitur róði leygardagin við Knørri, róði við Havnarbátinum og døtur teirra róðu eisini leygardagin. Eg havi spurt Teit Samuelsen, um hann og Fróði í nógv ár hava spælt sær við tankunum um at skipa fyri snarróðri og nú ódnartaki?

fggfg
8-mannaførini skúmandi avstað. Nærmast Kvívíkingur, síðani Miðvingur, Argjabáturin og Knørrur. (Mynd Vagnur)

– Nei, hetta kom ógvuliga “spontant” um ólavsøkutíðina í fjør. Vit fingu hugskotið at skipa fyri snarróðri einaferð eftir ólavsøku, men tað er lættari sagt enn gjørt at skipa fyri snarróðri á Havnarvág. Loyvi má fáast frá Tórshavnar Havn, og ferðslan er stór inn og út úr Havnini. Nógv hjálparfólk skulu til at avgreiða snarróðurin, her er talan um dómarar, fólk at leggja út startin, nakrir hjálparbátar og onnur hjálparfólk.

5-mannafør gentur taka fyrsta takið. Blikur, Silja, Drekin og Jallurin. (Mynd Vagnur)
5-mannafør gentur taka fyrsta takið. Blikur, Silja, Drekin og Jallurin. (Mynd Vagnur)

– Ikki nyttaði at hugsa um snarróður fyrr enn skúlarnir byrja aftur, og fólk annars eru komin aftur úr summarfrí. Stóri trupulleikin við snarróðrinum eru farmaskip og onnur skip, sum liggja við bryggja bæði á sjálvum Molanum og við málið inni í Vágsbotni. Báðir snarróðrarnir riggaðu ómetaliga væl, men tað er lættari at skipa fyri “ódnarkaki”, tí teinurin er styttri, færri hjálparfólk skulu brúkast, færri hjálparbátar, og róðurin fer fram í einum avgreinsaðum øki við Vestaru bryggju, sigur Teitur.

jhjjh
6-mannaførini við monnum Gongurólvur (nærmast, síðani Herningur, Rádni og Jarnbardur. (Mynd Vagnur)

Eg minnist sum smádrongur, at 10-mannaførini, 8-mannaførini og seksmannaførini við monnum vóru mestsum bara mannað við ymsum handverkarum í býnum. Fleiri rógvarar arbeiddu á Tórshavnar skipasmiðju, hjá Wenzili úti í Bakka og sum timburmenn í býnum. Men samfelagið er nógv broytt seinnu nógvu árini, og mest sum allur ungdómurin gongur á miðnámsskúla, og handverkarar í hundraðtali arbeiða uttanlands. Hetta er ein av orsøkunum, at manningarnar eru fækkaðar.

6-mannaførini Rádni og Sundabáturin við kvinnum. (Mynd Vagnur)
6-mannaførini Rádni og Sundabáturin við kvinnum. (Mynd Vagnur)

Eg spyrji at enda Teit, um teir eru nøgdir við snarróðurin og nú ódnartakið. – Ja, vit eru væl nøgd við undirtøkuna, tá ið vit hugsa um, at ódnartakið tildømis ikki var lýst fyrr enn tíggju dagar fyri fyrsta róðurin. Eg haldi eisini, at rógvararnir eru nøgdir. Spennandi at rógva stuttu teinarnar, har róðurin er ein langur spurtur.

Sólskin á Havnarvág leygardagin. 10-mannaførini Havnarbáturin, Ormurin langi og Drekin reyði. (Mynd Vagnur)
Sólskin á Havnarvág leygardagin. 10-mannaførini Havnarbáturin, Ormurin langi og Drekin reyði. (Mynd Vagnur)

– Eg eri heilt vísir í, at kundu vit lýst tiltakið fyri ólavsøku, vóru nógv fleiri bátar. Men stóri trupulleikurin er Tórshavnar Havn, tí vit skulu brúka ávíst pláss á Havnarvág. Vit siga sum so, at tað eru 8760 tímar í einum ári, og vit skulu bara brúka tólv tímar til tess at avgreiða allar róðrarnar. Hesar tímar má Tórshavn Havn lata okkum fáa og annars ganga okkum á møti.

hjhjh
Myndi frá snarróðrinum 10. mai 2014. Fimm 10. mannafør eri við í snarróðrinum. (Mynd Vagnur)

– Vit mugu royna at fáa fleiri rógvarar, og vit vóna, at snarróðurin og nú ódnartakið kann hjálpa um støðuna. Allar aðrar ítróttagreinar leingja um kappingarárið, og tað má kappróðurin eisini. Fólk renna um veturin, so kunnu fólk eisini rógva fyrr um várið og seinni um heystið, sigur Teitur at enda.

kjkjkj
Mynd frá snarróðrinum 24. august 2013. Her rógva 6-mannaførini við kvinnum. (Mynd Vagnur)

Umframt at Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen er høvuðsfyrireikarar, róði Teitur við Knørri og Fróði við Havnarbátinum. Nù er snarróður og ódnartak bara farið fram í Havn, men tað kann hugsast, at onnur feløg kring landið bjóða seg fram. Men so er spurningurin, hvussu nógv slík róðrarátøk pláss eru fyri. Stuttligt at síggja ódnartøkini leygardagin, men eg vóni, at eg aftur upplivi snarróðurin frá Molanum inn í Vágsbotn. Teinurin er tá 470 metrar, og tað er nakað heitl serligt at síggja bátar rógva inn í Vágsbotn, sum bátarnir gjørdu á mínum ungu døgum. (Vagnur)

Teitur t.v. og Fríði á stólinum eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)
Teitur t.v. og Fróði á stólinum eftir snarróðurin í vár. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply