Tey samkyndu fingu enn einaferð dygga undirtøku

Litfagri bilar vóru fremst í stóru skrúðgonguni. (Mynd Vagnur)
Litfagrir bilar vóru fremst í stóru skrúðgonguni. (Mynd Vagnur)

Aftur í ár fór stór skrúðgonga fram við hjá okkum fyri ólavsøku, og enn einaferð fingu tey samkyndu dyggan stuðul frá fólkinum . Eg skrivaði somu tíð í fjør, tá ið fólk eisini gingið skrúðgongu, at eini 2000 fólk fóru fram við hjá okkum, og at dupult so nógv fólk løgdust aftrat niðri í býnum. Skrúðgongan í ár var eins stór og í fjør. Hon strekti seg frá Sjónleikarhúsinum og niðan um Plantasjuna, og har vóru bæði ung og eldri fólk. Hetta ber prógv um, at fólk vilja broytingar. Tíðin er við teimum samkyndu.

Eg spyrji meg sjálvandi hvørjaferð, hví so nógv fólk stuðla skrúðgonguni aftur hesuferð, tí fyri trimum árum síðani vóru fólkini ikki so nógv. Í skrúðgonguni eru bæði ung og eldri, og serliga beit eg merki í, at ótrúliga nógvar ungar gentur og ungir dreingir vóru við í skrúðgonguni. Okkara annars konservativa samfelag er í stórari broyting í sambandi við hugburð á so nógvum økjum, sum vit áður hava fjalt í onkrum skýmaskoti.

Hetta má vera størst skrúðgonga á árinum. (Mynd Vagnur)
Hetta er størst skrúðgonga á árinum. (Mynd Vagnur)

-Vit fara áhaldandi at krevja okkara mannarættindi og okkara rætt sum føroyingar. Vit fara at vinna og koma á mál, tí vit gevast ikki, fyrr enn vit hava fingið somu rættindi sum aðrir føroyingar, siga tey samkyndu. Myndafólkini vóru nógv á staðnum, og fólk komu upp á garðin hjá okkum við Hoydalsvegin, so tey fingu góða mynd av skrúðgonguni. Flestu fólkini í skrúðgonguni eru ikki samkynd, men tey finna seg ikki í, at okkara samfelag er so stirvið og afturhaldandi í sambandi við rættindi hjá teimum samkyndu. Kanningar vísa, at stórur meirluti av føroyingum vilja, at tey samkyndu fáa líkarætt í Føroyum.

Sangur, ymisk róp og kropsvenjingar, sum Johan í Kollafirði skipaði fyri. (Mynd Vagnur)
Sangur, ymisk róp og kropsvenjingar, sum Johan Dalsgaard (í Kollafirði) skipaði fyri. (Mynd Vagnur)

Okkara samfelag broytist við fullari ferð, og sjálvandi skal hesin minniluti í Føroyum hava sama rætt í okkara landi sum vit onnur. Um politikkararnir vilja tað ella ei, so ber skrúðgongan boð um, at tíðin er við teimum samkyndu. Tað er bara at gera skjótt av og fylgja gongdini í øðrum norðanlondum. Tey samkyndu skulu sjálvandi hava somu borgararættindi sum aðrir føroyingar. Tey skulu ikki hava nøkur framíhjárættindi ella serrættindi, men bara somu rættindi sum vit onnur.

Eg hugsaði aftaná, hvussu nógv samfelagið eftir so stutta tíð er broytt á nógvum økjum. Samfelagið er blivið meira opið, og tað, sum áður vóru “tabuevni”, tosa fólk nú opið um í almenna rúminum. Eg hugsi serliga um rúsevnistrupulleikar og sálarligar trupulleikar. Og føroyingar halda seg ikki longur aftur at fara uppi í skrúðgongu, hetta var óhugsandi bara fyri fáum árum síðani. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply