Monthly Archives: juni 2014

Vit áttu eisini at filmað allar barnaróðrarnar

Junkarin úr Kvívík mátti lúta fyri gula bátinum úr Runavík. (Mynd Torkil)
Junkarin úr Kvívík mátti lúta fyri gula bátinum úr Runavík. (Mynd Torkil)

Barnaróðurin hevur frálíka undirtøku í ár, men tað er, sum tey ungu ikki verið tikin í nóg stóran álvara. Sjálvandi veit eg, at fjølmiðlar skriva ikki um piltadystir og útvarpa ikki gentu- ella kvinnufótbólt, men áhugavert og stuttligt hevði verið at sæð barnaróðrarnar á bandi. Róðrarfelagið Knørrur tók einaferð stig at filma barnaróðrar og vísa teir á heimasíðuni, men eg dugi ikki at síggja, at hetta verður gjørt longur. Á jóansøku vann Firvaldur enn einaferð barnaróðurin við gentum, og ein gulur bátur óivað Tjaldrið vann barnaróðurin við dreingjum. Men eg síggi ikki endaligu úrslitini frá barnaróðrinum nakrastaðni. Heldur ikki á heimasíðuni www.drekin.fo Ungi rógvarin, sum eg bað taka myndir á jóansøku, fekk nakrar myndir frá barnaróðrinum. Fleiri myndir niðanfyri. (Vagnur) Les meira…

Ikki gitti eg nóg væl um jóansøkuróðrarnar

Her fer Knørrur fyrstur um málið í góðum jøvnum 8-mannafarsróðri. (Mynd Torkil)
Her fer Knørrur fyrstur um málið í góðum jøvnum 8-mannafarsróðri. (Mynd Bjarti)

Marita á Rógvi bað meg gita um FM-róðrarnar á jóansøku, men sjálvt um eg var vísur í, at vit fingu í hvørfall ein nýggjan vinnara, so fór eg skeivur í fleiri róðrum. Orsøkin er einfald. Fyrstu FM-róðrarnir á norðoyastevnu, sundalagsstevnu og á eystanstevnu var mótvindur meira og minni, men í dag var lítið lot undan. Og himmal víður munur er at rógva undan lotinum, og á jóansøku á Vági er altíð óvæntað úrslit. So er tað myndatólið. Eg bað ungan rógvara, sum eg kenni, taka myndatól mítt við til Vágs, so eg fekk nakrar myndir. – Eg dugi ikki at taka myndir, segði ungi rógvarin. Royn bara okkurt, fái eg bara eina góða mynd, eri eg nøgdur, segði eg. Og fleiri av myndunum er heilt góðar. Les meira…

Meiningahornið – Nakrar viðmerkingar um fjølmiðlar

Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)
Sosialurin er viknaður seinnu árini. (Mynd Vagnur)

Tá ið vit um dagarnar fingu hálvárs kringvarpsgjaldið sendandi, hugsaði eg um nógvu skrivingina um fjølmiðlar í seinastuni. Í míni fjølmiðlaverð er ómetaliga týdningarmikið, at vit hava eitt vælrikið og sterkt alment kringvarp. Eg haldi, at summar ákoyringarnar ímóti Kringvarpinum eru á sera lágum støði og serliga frá teimum niðri í Vágsbotni. Eg havi upplivað øll bløðini, sum av fíggjarligum ávum máttu blaka handklæðið í ringin. Spell, at Dimmalætting mátti gevast, men eisini spell, at sjálvt Sosialurin er viknaður. Les meira…

Claus Rasmussen gleðir seg til avbjóðingina í Vági

Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)
Claus hevur nógvar royndir sum venjari. (Mynd Vagnur)

Claus Rasmussen hevur nógvar royndir sum venjari, og hondbóltur hevur altíð fylt nógv í hansara gerandisdegi. Hann hevur vant kvinnulandsliðið, vant fleiri manslið í bestu deildini, og seinasta kappingarár vandi hann ungdómslið hjá Neistanum.

Eg havi spurt Claus, hvussu hann fær alt at hanga saman, tá hann er leiðari á dagstovni í Hoyvík og eisini skal venja VB kvinnur. Claus sigur soleiðis.

– Mær dámar væl at arbeiða sum hondbóltsvenjari, og tá eg fekk møguleikan at venja VB kvinnur, helt eg hetta vera so mikið áhugaverda uppgávu, at eg tók av. Men allar fyrst mátti eg fáa á pláss venjingartíðirnar. Les meira…

6-mannafarið Gongurólvur fekk dómarauppreisn á eystanstevnu

Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)
Gongurólvur var fyri grovum vanbýti á sundalagsstevnuni. (Mynd Einar Martin)

Nú er endaliga staðfest, at dómarin á sundalagsstevnuni gjørdi stórt mistak, tá hann ikki skjeyt róðurin av, tá Gongurólvur hekk fastur. Á eystanstevnu var júst sama støða, tá 5-mannafarið Tekla hekk eftir. Róðursdrongurin á Teklu fekk at enda tó krøkt krókin úr, dreingirnir rógva nakrar metrar, tá dómarin skjýtur róðurin av. Men hetta var ikki gjørt á sundalagsstevnu, tá Gongurólvur hekk fastur. Les meira…

Átjan barnamanningar kýttu seg á eystanstevnu

Junkarin
Barnamanningarnar við dreingjum rógva væl. Junkarin er her á odda. (Mynd Einar Martin)

Tað var í 2003, at Róðrarsambandið gjørdi av, at nú skuldi farast undir barnaróður. Barnaróður var ætlaður 12 ára, 13 ára og 14 ára gomlum rógvarum. Serlig reglugerð varð gjørd til róðurin. Barnaróðurin, sum veruliga tók dik á seg í 2005, er sólskinssøga í føroyskari rógving. Leygardagin á eystanstevnu róðu sjey dreingjamanningar og ellivu gentumanningar. Barnamanningar kappast ikki um FM-heitið, men gerast stevnuvinnarar. Á eystanstevnunu vann Junkarin við dreingjum og Firvaldur við gentum. Niðanfyri eru nakrar myndir frá barnaróðrinum. Les meira…

Við blandaðum kenslum sá eg eystanstevnuróðrarnar

Kvíkvíkingur vinnur triðja róðurin í summar. (Mynd Einar Martin)
Kvíkvíkingur vinnur triðja róðurin í summar. (Mynd Einar Martin)

Ég síggi óivað kappróður øðrvísi enn aðrir áskoðarar, tí eg leiti altíð eftir heildarmyndini at skriva um. Enn einaferð varð staðfest, at tað gongur slett ikki nóg væl at avgreiða FM-róðrarnar, tí lítil tími var farin, áðrenn fyrstu dreingjabátarnir fóru um málið. Hetta kunnu vit ikki bjóða áskoðarunum á bryggjuni og kring landið. Seinna hjartasuffið er 6-mannaførini við monnum, har vit nú knappliga síggja Páll Fanga menn í flotanum og ein læntan Hvessing. Hesir menn skuldu heldur sitið umborð á Suðuroyingi og Klaksvíkingi og givið 10-mannafarinum Drekanum Reyða kapping. FM-kappingin hjá bæði 10-mannaførunum og 6-mannaførunum gerst avskeplað. Les meira…

Manningin á Gongurólvi følir seg illa viðfarna av RSF

RSF hevur afturvíst klaguna frá Gongurólvi, og manningin er ónøgd. (Mynd Einar Martin)
RSF hevur afturvíst klaguna frá Gongurólvi, og manningin er ónøgd. (Mynd Einar Martin)

Heimasíðan fekk seinnapartin sendandi niðanfyri skriv frá manningini á Gongurólvi menn. Manningin sendi klagu um róðurin á sundalagsstevnu, sum ikki varð skotin av, sjálvt um báturin hekk fastur. Málið líkist nógv málinum um Havfrúnna á ólavsøku í fjør. Talan er um manning, sum følir seg illa viðfarnar fyrst av høvuðsdómara og síðani nevndini í Róðrarsambandinum. Mín niðurstøða er púra greið eftir ein mansaldur sum eygleiðari í føroyskum kappróðri. Okkurt má vera spinnandi galið í lógarverkinum hjá RSF, tí hendingar sum hesar endurtaka seg ár um ár. Lesið skrivið frá Gongurólvi niðanfyri. Les meira…

Stúri altíð, hvussu gongst at leggja bátin og loysa úr krókin

Eg stúri altíð fyri sjálvum startinum. Tað er hetta við krókinum, sigur Ruth. (Mynd Vagnur)
Eg stúri altíð fyri sjálvum startinum. Tað er hetta við krókinum, sigur Ruth. (Mynd Vagnur)

Mikukvøldið leitaði eg mær í sólsskininum í støðna á Argjum. Ørindini vóru at fáa orð á róðursgentu, sum ikki áður hevur stýrt kappróðrarbáti. Ruth Poulsen, hevur róð í nøkur í ár, men í summar stýrir hon 5-mannafarinum Bliki við gentum. Hetta skuldi gerast áhugavert prát. Eg spurdi fyrst Ruth, um hon stúrdi at liggja við startin úti á málinum, og hon sigur soleiðis. Les meira…

Vit hava havt frálíkt veður í Havn seinastu vikurnar

Myndin varð tikin týskvøldið um ellivu tíðina. (Mynd Vagnur)
Myndin varð tikin týskvøldið um ellivu tíðina. (Mynd Vagnur)

Týskvøldið var vakurt at hyggja suður Nólsoyarfjørð. Um ellivu tíðina týskvøldið tók eg omanfyri mynd. Klárt var í veðrinum, men kalt í luftini, tá sólin var farin handan sýnuna. Í Havn hava vit havt frálíkt veður í rúma tíð. Summarið í fjør var einki at reypa av, í hvørfall ikki í Havn. Kalt, vátt og lítil gróður. Minnist, at eg koyrdi til Viðarreiðis í fyrst juli mánað í fjør, eftir at mjørkin hevði fjalt Havnina í fýra, fimm vikur. Í Leirvík gingu børnini í stuttum buksum, og á Viðarreiði  arbeiddu tey lættklødd í bønum, urtagørðum ella málaðu hús. Øll vóru tey sólbrend. Les meira…