Heilt stórur munur á bátum í fleiri FM-róðrum í Klaksvík

Kvívíkingur vinnur her 8-mannafarsróðurin á norðoyastevnu. (Einar Martin)
Kvívíkingur vinnur her 8-mannafarsróðurin á norðoyastevnu. (Mynd Einar Martin)

Nú er tað vorðið soleiðis, at tú vónar ongantíð longur, at FM-kappróðurin byrjar til tíðina. Hesuferð mistu vit hálvan tíma, áðrenn fyrstu bátarnir sluppu avstað. Eitt var, at tveir dreingjabátar lógu eftir fyrstu ferð, men sambært útvarpsbátinum, var eisini okkurt galið við startinum. Trekkja vit fyrsta hálva tíman frá, gekk væl at avgreiða fyrstu FM-róðrarnar á árinum.

Nakað av muni var frá
Nakað av muni var frá Fípuni Føgru og Bliki og aftur til Jallin og Frúnna. (Mynd Einar Martin)
Fipan Fagra vinnur dreingjaróðurin í Klaksvík. (Mynd Einar Martin)
Fipan Fagra vinnur dreingjaróðurin í Klaksvík. (Mynd Einar Martin)

Spennandi var dreingjaróðurin, har teir sjey bátarnir býttu seg í tveir bólkar. Frúgvin úr Miðvági fekk besta startin, men løtu seinni lógu fýra bátar á linju. Frúgvin, Blikur, Jallurin og Fípan Fagra. Hálvt málið rógvið, og Fípan Fagra og Blikur komu at kappast um fyrsta plássið. Vakurt at síggja fremstu bátarnar kýta seg fram ímóti mállinjuni, har Fípan Fagra vann í øgiligum og títtum endaspurti.

Nógv skal til, um Lómur og Sølmundur kunnu geva Jarnbardi kapping í summar. (Mynd Einar Martin)
Nógv skal til, um Lómur og Sølmundur kunnu geva Jarnbardi kapping í summar. (Mynd Einar Martin)
So stórur var munurin frá Jarnbardi og aftur til Lóm og Sølmund. (Mynd Einar Martin)
So stórur var munurin frá Jarnbardi og aftur til Lóm og Sølmund. (Mynd Einar Martin)

Kappingin 6-mannafør kvinnur var eins keðilig og óspennandii sum í fjør. Rós til Jannie Dam Jacobsen, sum altíð megnar at finna góðar rógvarar úr bygd og bý til Jarnbard. Kvinnurnar rógva ómetaliga væl og verða ikki tiknar í summar. Spell, men eg rokni við, at framtíðin er ikki góð fyri hesa bátastødd. Kanska alt endar við, at tann blái báturin meldar til einsamallur, ella er kanska er tíðini komin, at 5-mannaførini og 6-mannaførini við kvinnum finna saman í ein bólk.

Nakað langt
Nakað langt er frá Gongurólvi, Tvørabátinum og Smyrli fram til oddabátarnar. (Mynd Einar Martin)
Jarnbardur dró frá Hvessingi seinnu hálvi av róðrinum. (Mynd Einar Martin)
Jarnbardur dró frá Hvessingi seinnu hálvi av róðrinum. (Mynd Einar Martin)

6-mannførini við monnum verður óivað mest spennandi kapping í summar, tí har eru fleiri bátar, sum rógva væl og eru javnir. Fyrst í róðrinum legði Hvessingur seg á odda, men bæði Jarnbardur, Sølmundur og Gongurólvur fylgdu Hvessingi. Á hálvum máli dró Jarnbardur frá, men tað sýntist, sum Hvessingur kundi taka Jarnbard, meðan stór kapping var um triðja plássi millum Sølmund og Gongurólv. Ja, so hoyrdi eg rógvara umborð á Jarnbardi eftir sigurin siga útvarpinum, at teir ikki hava fyrireikað seg tað heilt villa til norðoyastevnu. So Jarnbardur kann bara gerast enn betri.

Áhugavert at síggja Erlu Kongsdóttir, sum har bæði yngru og eldru rógvararnir rógva so væl. (Mynd Einar Martin)
Áhugavert at síggja Erlu Kongsdóttir, har bæði yngri og eldri rógvarar rógva væl og rigga væl saman. (Mynd Einar Martin)
Stórur munur á Erlu Kongsdóttir og hinum bátunum. Mynd Einar Martin)
Stórur munur á Erlu Kongsdóttir og hinum bátunum. Mynd Einar Martin)

5-mannaførini við kvinnum vóru fýrá bátar, og her var Erla Kongsdóttir í serflokki við longum, seigum og kraftmiklum tøkum. Hinir bátarnir róðu alt ov títt í mótvindinum.

Fipan Fagran vann 5-mannafarsróðurin við gentum. (Mynd Einar Martin)
Fipan Fagran vann 5-mannafarsróðurin við gentum. (Mynd Einar Martin)

Fara vit til 5-mannaførini við gentum, sæst týðuliga, at Klaksvíkar Róðrarfelag hevur sett royndan rógvara at venja tey ungu, tí Fípan Fagra vann bæði við gentum og dreingjum. Skjótt sást, at serliga Fípan Fagra, Silja, Blikur og Drekin fóru at kappast um fremsti plássini, men Fípan Fagra dró longsta stráið. Áhugavert at síggja, at Silja úr Fuglafirði er við har frammi, men tað kom óvart á meg, at sílagenturnar komu so illa frá fyrsta róðrinum, tí tær róðu javnt við Drekan og Blik í snarróðrinum á Havnarvág. Silja er 5-mannafar, sum fuglfirðingar keyptu frá Havnar Róðrarfelag í 2008.

Væl lá fyri hjá Kvívíkingi í Klaksvík. (Mynd Einar Martin)
Væl lá fyri hjá Kvívíkingi í Klaksvík. (Mynd Einar Martin)

8-mannafarsróðurin var frálíkur og langt inn var ikki leyst millum bátarnar. Kvívíkingur og Knørrur stungu seg fram, og tað sæst, at serliga hesar manningarnar fara at kappast um ovasta sessin. Tó vil eg siga, at eg vænti mær meira frá fyrst Miðvingi og síðani Argjabátinum og Gullbrandi. Hugaligt at síggja fimm 8-mannafør.

Venjingarstøðan hjá monnunum kom óivað at gera av 10-mannafarsróðuðrin. (Mynd Einar Martin)
Venjingarstøðan hjá monnunum kom óivað at gera av 10-mannafarsróðurin. (Mynd Einar Martin)
Drekin reyði tók dró frá Klaksvíkingi serliga miðskeiðis í róðrinum. (Mynd Einar Martin)
Drekin reyði dró frá Klaksvíkingi serliga miðskeiðis í róðrinum. (Mynd Einar Martin)

Haldi eg kann siga, at fólk roknaðu við Klaksvíkingi á norðoyastevnu, tí allir menninir umborð eru royndir rógvarar tó kanska ikki í toppvenjing. Tað kom veruliga óvart á meg at síggja, at nýggja 10. mannafarið av Argjum Drekin reyði róði so væl. Sjálvt um Klaksvíkingur stakk stevnið framum, svaraði Drekin reyði skjótt aftur og vann tryggan sigur á mállinjuni. Fáa klaksvíkingar ikki mannað 10-mannafarið næstu FM-róðrarnar, so meti eg Drekan reyða sum tryggan FM-vinnara. (Vagnur)

10-mannafør

1. Drekin reyði        4.46.16

2. Klaksvíkingur      4.47.17

3. Havnarbáturin     5.01.13

4. Ormurin langi      5.08.06

5. Eysturoyingur     5.12.23

8-mannafør

Kvívíkingur        4.42.07

Knørrur              4.45.05

Miðvíngur          4.46.01

Argjabáturin      4.48.06

Gullbrandur       4.56.16

5-mannafør gentur

1. Fípan Fagra     5.54.02

2. Silja                  5.56.10

3. Drekin              6.01.02

4. Blikur               6.01.18

5. Jallurin             6.02.19

6. Spógvin           6.10.05

7. Ørnin               6.21.00

8. Sílið                 6.38.11

5-mannafør kvinnur

1. Erla Kongsdóttir  5.41.13

2. Teistin                  5.51.15

3. Havfrúgvin          5.52.05

4. Blikur                  6.08.18

6-mannafør menn

1. Jarnbardur     5.14.03

2. Hvessingur    5.15.18

3. Sølmundur    5.15.24

4. Gongurólvur 5.18.20

5. Tvørabáturin 5.22.11

6. Smyril           5.23.10

7. Lómur           5.29.02

6-mannafør kvinnur

1. Jarnbardur         5.55.10

2. Lómur               6.07.15

3. Sølmundur        6.16.11

5-mannafør dreingir

1. Fípan Fagra     5.31.21

2. Blikur              5.33.02

3. Jallurin            5.37.16

4. Frúgvin           5.39.11

5. Ternan            5.48.06

6. Tekla              5.59.19

7. Hvassi            6.03.11

Barnaróður gentur

1.  Firvaldur        2.58.23

2.  Tjaldrið          3.01.18

3.  Hulda             3.07.10

4.  Ørnin             3.08.12

5.  Beinta            3.14.09

6.  Pílur              3.14.24

7.  Báran            3.15.02

8.  Teistin          3.21.15

9.  Blikur           3.22.09

10.Títlingur       3.22.21

11.Dúgvan        3.30.04

Barnaróður dreingir

1 Junkarin         2.51.07

2. Beinta           2.53.20

3. Tjaldrið         2.56.02

4. Svanur          3.02.02

5. Ternan          3.18.13

6. Jomfrúgvin   3.22.13

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply