Monthly Archives: mai 2014

Heilt stórur munur á bátum í fleiri FM-róðrum í Klaksvík

Kvívíkingur vinnur her 8-mannafarsróðurin á norðoyastevnu. (Einar Martin)
Kvívíkingur vinnur her 8-mannafarsróðurin á norðoyastevnu. (Mynd Einar Martin)

Nú er tað vorðið soleiðis, at tú vónar ongantíð longur, at FM-kappróðurin byrjar til tíðina. Hesuferð mistu vit hálvan tíma, áðrenn fyrstu bátarnir sluppu avstað. Eitt var, at tveir dreingjabátar lógu eftir fyrstu ferð, men sambært útvarpsbátinum, var eisini okkurt galið við startinum. Trekkja vit fyrsta hálva tíman frá, gekk væl at avgreiða fyrstu FM-róðrarnar á árinum. Les meira…

Fær Hestur ikki fast samband verður fólkatómt í oynni

Føroyar gerast fátækari, um kanska einaferð  eingin býr í Hesti. (Mynd Vagnur)
Føroyar gerast fátækari, um kanska einaferð eingin býr í Hesti. (Mynd Vagnur)

Eg hitti í vikuni hestman, sum býr á Havn. Spurdi hann, hvussu støðan var úti í Hesti, og hvussu hann metti um framtíðina hjá oynni. – Fær Hestur ikki fast samband, tá ið undirsjóvartunnil einaferð skal gerast um Skopunarfjørð, so gerst oyggin fólkatóm. Í hesti búgva bara eldri fólk, segði hestmaðurin. Sambært “Tórshavnar kommunu í tølum” búgva 28 fólk úti í Hesti, og tað sigur nógv um støðuna, at 26 av teimum 28 fólkunum hava valrætt. Tað vil siga, at í bygdini eru eingi børn. Les meira…

Meiningahornið – Nakrir tankar um nógv umrødda tollmálið

Torført hjá okkum at fáa skil á, hvat vendir upp og hvat vendir niður tollmálinum og politiska spælinum. (Mynd Vagnur)
Torført at fáa skil á, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í tollmálinum og politiska spælinum. (Mynd Vagnur)

Summar tíðir steðgar veruliga upp hjá mær at finna út av, hvat vendir upp, og hvat vendir niður í politiskum málum. Eitt er nógv umrødda tollmálið og harvið trupulleikarnir í samgonguni. Fert tú út á gøtuna og spyr fólk, hvat tollmálið snýr seg um. og hvat er rætt, og hvat er skreivt, vita fólk eins og eg ikki, tí so nógvar ymsar útsagnir koma fram í fjølmiðlunum. Les meira…

Forvitnisligt at hitta bretsk ferðafólk í Havnar Kirkju

Upplivilsi at hitta ferðafólkini. (Mynd Vagnur)
Upplivilsi at hitta ferðafólkini. (Mynd Vagnur)

Tá ið stóru ferðamannaskipini eru á Havnini, er Havnar Kirkja opin, og eg eri ein av teimum, sum onkuntíð eri vakt í kirkjuni. Havi ampa av, at eg ikki dugi nóg væl at málbera meg á enskum, tí tað er so nógv, eg vil siga teimum ferðandi, tá tey spyrja. Týsmorgunin lá ferðamannaskip á Molanum, og nógv fólk stukku inn á gólvið í Havnar Kirkju. Og hetta skuldi gerast áhugaverd løta fyri meg. Les meira…

Bara broyttur hugburður kann broyta føroyskan hondbólt, sigur Finnur Hansson

Stórt upplivilsi hjá U20 spælarum og venjaratoymi at vinna IHF
Stórt Upplivilsi hjá U20 landsliðnum at vinna IHF Trophy kappingina í Andorra. Men hvat so? (Mynd HSF)

Føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti hevur havt frálíka ferð í IHF Trophy kappingini í Andorra, har føroyska landsliðið vann kappingina. Hetta er alt frálíkt og stuttligt fyri spælarar og venjaratoymi og góð “reklama” fyri føroyskan hondbólt. Men eg siti hvørja ferð, ungu landsliðini hava spælt uttanlands, eftir við tonkunum, hví føroyskur manshondbóltur ikki gerst betri, tá ið ungu landsliðini klára seg so væl. Hetta havi eg prátað við Finn Hansson um. Les meira…

Føroyska bókin – “Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen

Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.
Forvitnislig bók eftir Dagny Joensen.

Í fjør kom út bókin “Alt av kærleika” eftir Dagny Joensen. Bókin sigur frá fýra ungum føroyskum gentum, sum í 1960-árunum funnu sær amerikanskan mann í Føroyum og fóru við teimum longu leiðina til Amerika, har tær framvegis búgva. Sjávt um tær blaðungar fóru út í tað óvissa langt heimanífrá, eydnaðist teimum at skapa sær góða lívsleið sum útisetar. Ikki var lætt hjá teimum at liva seg inn í fremmant umhvørvi við øllum tí, sum tað hevði við sær, og mangan leitaðu tankarnir heim aftur. Kvinnurnar gloymdu tó ongantíð sín uppruna sum føroyingar. Les meira…

Miðvingur, Ørnin, Frúgvin, Beinta, Dúgvan og kanska Riddarin

Miðvingur avmyndaður í ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)
Miðvingur avmyndaður á ólavsøku í fjør. (Mynd Vagnur)

Altíð er hugaligt at práta við systkini úr Vágum Hansinu á Plógv, sum er stóra eldsálin í róðrardeildini í Sandavágs ítróttafelag, og Jógvan Hans Hansen, sum er formaður í Miðvágs róðrarfelag. Kappróður fyllir heilt nógv í teirra hugaheimi, og tað hevur tað altíð gjørt. Eg havi ringt vestur í Vágar til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar í summar. Og tey bæði siga soleiðis: Les meira…

Havnar róðrarfelag hevur mist einkarrættin til ólavsøkuna

Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)
Nú fáa Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur fíggjarligan part av ólavsøkuróðrunum. (Mynd Vagnur)

Alla mína tíð hevur Havnar róðrarfelag skipað fyri kappróðrinum á ólavsøku. Men nú hevur felagið mist einkarrættin, og skulu Havnar róðrarfelag, Argja róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur í felag skipa fyri ólavsøkukappóðrinum og býta inntøkurnar. Í nógv ár er tosað um eyma málið, tí tey í Róðrarfelagnum Knørri og Argja róðrarfelag vildu hava part í ólavsøkuinntøkunum. Ynski er frá býráðspolitikarum í kommununi, at øll trý feløgini skipa fyri ólavsøkuróðrinum. Les meira…

Klaksvíkingur brýtur lógina um trygd umborð á kappróðrarbáti

hjhjhjh
Samanlagt 10.000 krónur í bót, tí bara ein rógvari í vesti. (Mynd Norðlýsið)

Manningin umborð á 10-mannafarinum Klaksvíkingi mugu halda mær til góðar, men tað pínur mítt róðrarhjarta í dag at síggja nógvar myndir av Klaksvíkingi í Norðlýsinum, har bara bátsformaðurin Svein Rógvi Nielsen rør í vesti, sjálvt um tað stendur tíðuliga og greitt í lógini, at øll kappróðrarfólk skulu rógva í vesti. Les meira…

Frálíkt at tey varðveita gamlar grindabátar og kappróðrarbátar

Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.
Ormurin langi vann stuttleikaróðurin við seglum.

Í sambandi við bátafagnaðin í Sunnba og Lopra seinasta vikuskifti kannaði eg eitt sindur um fólkatalið í kommununi, sum eru tær fýra bygdirnar Sunnba, Lopra, Akrar og Víkabyrgi. Havi tosað við skrivaran í kommununi, og hon segði mær, at tað búgva umleið 350 fólk í kommununi. Eini 100 fólk í Lopra, 220 í Sunnba, 30 á Økrum og eingin býr í Víkabyrgi. Fyri umleið 25 árunum síðani búði um 540 fólk í kommununi, og tað má siga at vera stór minking í %-um. Men aftur til bátafagnaðin seinasta vikuskifti. Les meira…