Monthly Archives: apríl 2014

Neistagentur eru farnar umborð á 5-mannafarið Sílið

Hondbóltskappingin í yngru deildunum er av, men venjarin Regin Holm Poulsen hevur eggjað neistagentum at fara umborð á kappróðrarbát í summar, so tær eru væl fyri, tá ið hondbóltsvenjingin byrjar aftur í august mánað. Genturnar eru í góðari hondbóltsvenjing, men eingin hevur áður róð. Tær hava vant innandura í nakrar vikur, og í seinastu viku… Les meira…

370 ross eru í Føroyum, og 65 av teimum eru føroysk

Eingi hagtøl finnast um ross í Føroyum, tí setti eg mær fyri at kanna, hvussu nógv ross í veruleikanum eru í landinum. Eg kom fram til, at umleið 370 ross eru í Føroyum, har størsti parturin eru íslendsk ross. Nøkur ross eru blandaði, nøkur eru norsk, og so hava vit hesi 65 føroysku rossini, sum… Les meira…

KÍF vinnur grundspælið – StÍF vinnur bronsuheiðursmerkini

Seinasta umfarið í bestu mansdeild hevði ikki tann heilt stóra áhuga millum manna, tí einki lið flytur niður, og KÍF og VÍF spæla FM-finalurnar. Tó var eitt sindur av spenningi um bronsuheiðursmerkið, tí StÍF skuldi vinna á Neistanum til tess at tryggja sær bronsuna, og KÌF spældi til tess at tryggja sær fyrsta plássið í… Les meira…

Eitt væl upplagt KÍF lið spældi seg í FM-finalurnar

Kollfirðingar bæði spælarar, venjarar og ikki minst áskoðarar eru fegin í kvøld, tí KÍF at enda spældi seg í FM-finalurnar. Tíðliga í hesum árinum lá KÌF klárt til eitt FM-finalupláss, men so byrjaði at ganga niður á bakka. Men í kvøld ímóti Neistanum var eingin ivi. KÍF spældi frálíkt og serliga í fyrra hálvleiki, har liðið spældi… Les meira…

Tey “eldru” í Føroyum mugu vera eins fyri lógini

Seinastu tíðina hava vit í fjølmiðlunum hoyrt nógv um tey eldru í Føroyum. Hava hoyrt um eldrasambýli, sum ikki hevur ráð at vaska kømurini hjá búfólkunum, maturin ikki nóg góður, fólk sleppa ov seint upp um morgunin, og ítriv spard burtur. Nú kenni eg nakað til Ellisheim og slíkar stovnar, tí pápabeiggi mín býr á Tjarnargarði… Les meira…

Føroyingar mugu halda fram við úrvalsvenjingum, sigur Oliver

Oliver Jensen er kent hondbóltsnavn í Danmark. Hann vandi á sinni bestu donsku liðini millum annað Helsingør, Stadion og Ajax, og hann vandi eisini topplið í Polen og Norra. Nú er hann í Føroyum sum venjari hjá H71, men hann arbeiðir eisini í HSF, har hann venur úrvalslið. At føroyingar halda fram at savna úrvalslið… Les meira…

Í seinasta lagi næsta ár kann aftur spælast fótbóltur á Eiði

Tá ið eg var á Eiði fyri viku síðani, tók eg mynd frá vegnum og oman í Hólma, har nýggjur fótbóltsvøllur skal gerast. Nakað av arbeiði skal gerast aftrat, so er klárt at leggja graslíki á økið. Ì fyrsta umfari verður bara vøllurin gjørdur, men við tíðini skal vøllurin lúka krøvini hjá Fótbótlssambandinum, so dystir í… Les meira…

Úr myndasavninum – Myndin broytist alla tíðina í Gundadali

Stuttligt at síggja myndina omanfyri og minnast aftur á hesa tíðina í Gundadali. Myndin er tikin seinast í 1960-árunum, og Gundadalur er í eini broytingartíð. B36 hevur keypt barakk úr Mjørkadali og fekk harvið nógv størri felagshøli. Neistin byggir nýtt felagshús í 1964, og vit síggja stoypta grund til nýggju ítróttahøllina á Hálsi. Ítróttahøllin varð liðug… Les meira…