Gomul og nýggj fiskivinnusøga lið um lið á sleipistøð

Sjagaklettur og Westward Ho á sleipistøð. (Mynd Vagnur)
Sjagaklettur TG 964 og Westward Ho TN 54  á sleipistøð. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg um páskirnar spákaði við skipasmiðjuna í Havn og sá fýra skip á sleipistøðuni, reikaðu tankarnir. Trolararnir Brestir SA 705 úr Sørvági og Sjagaklettur TG 964 úr Hvalba, síðani Ågot KG 244 úr Klaksvík, sum var ásiglt í Klaksvík, og at enda vakra sluppin Westward Ho TN 54 úr Havn. Kom hesa løtuna at hugsa um, tá ið eg hevði spurnakapping við næmingum í skúlanum. Okkara ættarlið við Landavegin visti alt um skip og bátar í Havn, tí okkara dagliga gongd var á Vestaru bryggju. Næmingar nú á døgum er púra eiðasør um skip og bátar. Tey kenna Nørruna og Smyril, og tað er alt.

Brestir VA 705 og Ågot
Brestir VA 705 og Ågot KG 244 (Mynd Vagnur)

Vøkur sjón at síggja Brest og Sjagaklett á stóra vogninum og Ågot og Westward Ho á lítla sleipivogninum. Teir byggja upp av nýggjum umborð á Ågot, og tú kanst ikki lata vera við at hugsa um róliga skiparan, sum í fjølmiðlunum segði frá hendingini, tá ið Ågot varð ásiglt og allur várfiskiskapurin fór fyri bakka. Minnist væl, tá ið Brestir í 1986 kom nýggjur úr Noregi á Havnina. Tað var p/f Rógvutangi við Akseli Hansen, sum læt trolaran byggja á skipasmiðju í Kristiansand í Noregi. Sjagaklettur meini eg er bygdur í Týsklandi í 1996, og síðani er tað sluppin Westward Ho frá 1884 , sum altíð fáa tankarnar at reika.

Tey hava nógv at gera á skipasmiðjuni. (Mynd Vagnur)
Tey hava nógv at gera á skipasmiðjuni. (Mynd Vagnur)

Westward Ho er bygd í Grimsby í 1884 og er sostatt um hundrað ár eldri enn Brestir. Sluppin varð keypt til Føroya í 1895 og var heimahoyrandi á Tvøroyri. Sluppin fekk ikki motor fyrr enn í 1920. Í 1966 keypti sluppgrunnur í Havn sluppina, og tá kom eg at kenna væl til sluppina, tí mammubeiggi mín Debes Christiansen var ein av teimum, sum tók stig til sluppgrunnin. Minnist, tá ið sluppin fyrstu ferð uttan motor skuldi sigla til Danmarkar. Stórur áhugi var millum manna at fylgja ferðini. Men fyrstu dagarnar var stilli, og sluppin lá eystan fyri Nólsoynna og bíðaði eftir vindi. Men sluppin kom loksins til Danmarkar. Í dag eigur Tórshavnar kommuna sluppina. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply