Monthly Archives: apríl 2014

Birgar Johannessen ger vakran myndil av gomlu Havnini

Birgar Johannessen við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)
Birgar Johannessen við arbeiðsborðið í heiminum á Norðasta Horni. (Mynd Vagnur)

Birgar gav í 2007 og 2008 út tvær rúgvusmiklar bøkur Havnin-fólk og yrki, gav út Havnin- fyrr og nú í 2010 og gav út tríggjar bøkur Havnin, har hann lýsir persónar fyrst í 1900-talinum. Harnæst skipaði hann fyri óteljandi framsýningum serliga í SMS við forvitnisligum myndum og lutum. Nú evnar Birgar stóran myndil av gomlu Havnini, sum ómetaliga væl úr hondum greiddur. Birgar er ein einari, og slíkur undangongumaður eigur at heiðrast. – Alt byrjaði við Lonveitsluni í 1991, har vit umframt veitsluna skipaðu fyri framsýning við lutum og myndum úr øllum húsunum í Lon, sigur Birgar. Les meira…

Søgan um, hví Suðuroyingur ikki er mannaður í summar

Suðuroyingur vinnur norðoystevnuróður í 2014. (Mynd
Suðuroyingur vinnur norðoystevnuróðurin í 2014. (Mynd Hvannrók)

Ì róðrarumhvørvinum í Havn ganga ymsar søgur, hví 10-mannafarið Suðuroyingur ikki er mannaður, og at trý 6-mannafør úr Suðuroy rógva í summar og einki 10-mannafar. Eisini verður sagt, at róðrarsamarbeiðið millum Tvøroyri og Vág er slitnað. Eg havi vent mær til Bjarna Hammer og spurt hann, hvussu leikur fer í Suðuroy. Og Bjarni sigur soleiðis: Les meira…

Vit hyggja eitt sindur inn í hondbóltsframtíðina

Her síggja vit fýra útlendskar kvinnur, sum veruliga hava sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt.
Her síggja vit fýra útlendskar kvinnur, sum veruliga hava sett sítt fingramerki á føroyskan hondbólt.

Hondbóltskappingin er av, og føroyameistaranir funnir. Spælararnir, sum vunnu FM-heitið eru fegnir og hava óivað ikki enn fingið armarnar niður. Upplivilsi fyri lívið at vinna FM-heitið í bestu deildini. Sum fjølmiðlarmaður sært tú altíð inn í framtíðina og leitar eftir næstu søguni at skriva um. Nú bíða vit eftir at hoyra, um feløg skifta venjarar, og hvørjir spælarar skifta felag ella halda fram. Henrik Gerster heldur fram at venja menninar hjá VÍF, og Bogdan Florea sigur farvæl í Hoyvík og spælir við Team Klaksvík næsta kappingar. Í næstum koma fleiri slík tíðindi. Les meira…

Gomul og nýggj fiskivinnusøga lið um lið á sleipistøð

Sjagaklettur og Westward Ho á sleipistøð. (Mynd Vagnur)
Sjagaklettur TG 964 og Westward Ho TN 54  á sleipistøð. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg um páskirnar spákaði við skipasmiðjuna í Havn og sá fýra skip á sleipistøðuni, reikaðu tankarnir. Trolararnir Brestir SA 705 úr Sørvági og Sjagaklettur TG 964 úr Hvalba, síðani Ågot KG 244 úr Klaksvík, sum var ásiglt í Klaksvík, og at enda vakra sluppin Westward Ho TN 54 úr Havn. Kom hesa løtuna at hugsa um, tá ið eg hevði spurnakapping við næmingum í skúlanum. Okkara ættarlið við Landavegin visti alt um skip og bátar í Havn, tí okkara dagliga gongd var á Vestaru bryggju. Næmingar nú á døgum er púra eiðasør um skip og bátar. Tey kenna Nørruna og Smyril, og tað er alt. Les meira…

Snarróður verður 10. mai klokkan 19.00 á Havnarvág

Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað.  Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)
Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað. Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Havnar Róðrarfelag boðar frá, at felagið fer at royna snarróður á Havnarvág enn eina ferð. Ætlanin var, at snarróðurin skuldi vera flaggdagin, men hædd má takast fyri skipaferðslu og øðrum, tí verður róð snarróður á Havnarvág leygardagin 10. mai klokkan 19.00 stundisliga. Orsøkin, at róð verður klokkan 19.00 er, at Tórshavnar Havn kundi vegna skipaferðslu ikki geva loyvi fyrr um dagin. Fyrireikararnir vóna, at allir manningarnar, sum rógva í summar, melda seg til snarróðurin. Les meira…

Havnarbáturin hevði nógv minnilig gullár í 1970-árunum

bnbnbnnb
Havnarbáturin 2014: Róðursmaðurin Heðin Mortensen, á lærinum bakborð Karl Olivar Bærentsen og stýriborð Klæmint Ludvig, síðani Jóhannis Hellisdal og Øssur Simonsen, Hans David Hansen og Børge B. Hansen, Lutherus Hansen og Høgni Egholm, Hans Petur Joensen og Hannis Joensen. (Mynd Vagnur)

Fyri fimtan árum síðani fór Havnar Róðrarfelag eins og onnur kappróðrarfeløg at skifta út kappróðrarbátarnar, sum Niclas í Koltri smíðaði. Bátarnir vóru ov tungir í mun til bátarnar, sum bátasmiðurin Sámal Hansen smíðar. Fólk í felagnum høvdu innilig ynski, at 5-mannafar, 6-mannafar, 8-mannafar og 10-mannafar, sum Niclas smíðaði, skuldu varðveitast. Í gamla neystinum í Álakeri stendur Havnarbáturin frá 1971, sum er í góðum standi, og sum “eldru” rógvararnir eru góðir við. Les meira…

Heimasíðan Hvannrok.fo fyllir tvey ár um páskirnar

Takk til tykkum øll, sum hava stuðlað mær hesi tvey árini og gleðiligar páskir. (Mynd Vagnur)
Takk til øll tykkum, sum hava stuðlað mær hesi tvey árini og gleðiligar páskir. (Mynd Vagnur)

Nú eru tvey ár liðini, síðani eg fór undir nýggja heimasíðu við ymsum tilfari, sum ikki er at finna á øðrum heimasíðum og øðrum miðlum. Hesi tvey árini eru gingin ómetaliga skjótt, og eg havi tímað væl at skrivað tær 735 greinarnar, sum eru skrivaðar bæði árini. Undirtøkan gjørdist nógv størri, enn eg nakrantíð droymdi um. Og stóra undirtøkan er drívmegin, at eg tími at halda fram. Mest lisna greinin á heimasíðuni hesi tvey árini er søgum um Svein Rógva Nielsen, sum fekk blóðtøpp, tá vitjaðu 4855 fólk heimasíðuna í eitt døgn. Samrøðan við Marjuna Danberg er næst mest lisna greinin, sum 3833 fólk lósu fyrsta døgnið. Les meira…

Samanhaldið og royndirnar tryggjaðu KÍF meistaraheitið

Mansfinalurnar vóru bæði væl spældar og harvið eisini spennandi. (Mynd Álvur)
Mansfinalurnar vóru bæði væl spældar og harvið eisini spennandi. (Mynd Álvur)

Óróið í KÍF hópinum herfyri førdi til, at KÍF spælarar, venjarar og leiðsla veruliga funnu saman og settu málið at endurvinna FM-heitið. Og hetta eydnaðist. Claus Rasmussen sær allar hondbóltsdystir, og sá eisini báðar mansfinaludystirnar. Eg havi spurt Claus, hví júst KÍF vann FM-heitið og ikki VÍF. – Eg eygleiddi báðar finaludystirnar á mín hátt, og eg sá tíðuliga í báðum dystunum, at KÍF spælararnir allir í felag vildu meira enn summir VÍF spælarar. Um tað var spenningurin , sum darvaði VÍF spælarum, veit eg ikki, sigur Claus og heldur fram. Les meira…

Kyndilskvinnur vunnu uppiborið FM-heitið 2014, men hví?

Simona , Agnas og Liljan í seinna FM-finaludystinum.
Simona , Agnas og Liljan í seinna FM-finaludystinum.

Lat vera sagt beinanvegin, at eg sá ikki FM-finalurnar, men lurtaði eitt sindur í útvarpinum. Mínir tankar fyri FM-finalurnar vóru, at Kyndil fór at vinna FM-heitið, tí álopsspælið hjá VÍF er slett ikki nóg gott til tess at vinna á góðu kyndilsverjuni og góða kyndilsmálverjanum. Álopsspælið hjá Kyndli er ikki betri enn í fjør, men Andreas og Sophus hava skipað verjuspælið hjá Kyndli betur í hesum kappingarárinum, tí vinnur Kyndil FM-heitið. Fekk hugskotið at skriva hesa grein, tá ið eg fekk sendandi málfátækasta dómaraseðilin, eg nakrantíð havi sæð í einum kvinnudysti. Les meira…

Nakrar hugleiðingar um løgreglumannin Tønnis Wardum

Hesar serligu køku fekk Tønnis frá starvsfólkunum.
Hesa serligu køku fekk Tønnis frá starvsfólkunum.

Í farnu viku gavst løgreglumaðurin og gamli hondbóltsfelagin Tønnis Wardum sum løgreglumaður, og í hesum sambandi dittaði hann sær at siga í fjølmiðlunum, at konufólk hoyrdu ikki heima í løgregluni og herinum, og tær skuldu heldur ikki viðgera fótbólt, tí tað høvdu tær ikki skil fyri. Vit, sum kenna Tønnis, vita, at hetta bara er ein “provokatión”. Eg kom á ungum árum at kenna Tønnis væl sum viðspælara í Neistanum, sum arbeiðsfelag í Grótbrotinum, og so sum trúgvan vin. Tønnis var góður vinmaður og altíð semjusøkjandi, tí gjørdist óivað hansara lívsstarv í løgregluni. Les meira…