Monthly Archives: mars 2014

Gundadalshøllin fyllir tretivu ár í dag 31. mars

Gundadalshøllin er opin frá morgni til myrkurs. (Mynd Vagnur)
Gundadalshøllin er opin frá morgni til myrkurs. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg kom í Gundadalshøllina í morgun, segði hallarvørðurin Fríði Greguriussen, at høllin fylti 30 ár í dag. Ì kjallarunum liggur gomul klokkan, og á klokkuna er fest silvurpláta, og har stendur 31. mars 1984. Klokkan var gáva frá ÌSF í sambandi við hátíðarhald í høllini, sum boðaði frá, at nú hevði Havnin fingið eina ítróttahøll aftrat. Til lukku við føðingardegnum. Mynd av klokkuni niðanfyri. Les meira…

Leygardagin var eg áhugaverda hondbóltsferð á Eiði

Ásbjørn var væl hýrdur og trívist væl á Eiði. (Mynd Vagnur)
Ásbjørn var væl hýrdur og trívist væl á Eiði. (Mynd Vagnur)

Leygardagin  29. mars leitaði eg mær til Eiðis at síggja eina av abbadøtrunum spæla hondbólt í gentum 10 ár b-bólkur. Nógv ár eru liðin, síðani eg vandi ungdómslið, og ikki eru nógvir dystir sæddir seinnu árini. Ferðin á Eiði skuldi gerast stór uppliving. Eg sá frálíkt hondbóltsspæl í vakrari og góðari høll, har nógvir evnaríkir og lívsglaðir hondbóltsspælarar kýttu seg á vøllinum. Okkurt “ruskaði” í mínar gomlu venjarakenslur at síggja hesi fittu børnini spæla hondbólt.

Eg fekk orð á fólk úr EB, sum stóðu fyri kappingini, og so hitti eg Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum býr og eigur hús á Eiði. Fyrst til prátið við Sunnvá Vesturdal og Nikkel Nielsen úr EB.

EB er gomul hondbóltsbygd, men tá ið hondbólturin gjørdist innanduraspæl, misti EB stevið við ongari høll. Nú er stásiliga høllin komin, og tað eru mest ommu og abbabørnini hjá gomlu eldsálunum, sum nú royna at fáa gongd á aftur hondbóltin á Eiði. Sunnvá og Nikkel siga soleiðis: – Nógvar hondbóltskappingar í yngru deildum eru avgreiddar á Eiði, óivað tí plásstrot eru í Havn. Eisini venja úrvalslið mangan á Eiði, siga tey bæði. Komin í høllina vóru kaffi og køkur at fáa. Nógvir bilar, og nógv foreldur sótu á áskoðaraplássunum og stuðlaðu spælarunum. Les meira…

Kropsliga hart at spæla hondbólt í Føroyum, heldur David

David kom fyrstu ferð til Føroya 5. november 2007 at spæla ið StÍF. (Mynd Vagnur)
David kom fyrstu ferð til Føroya 5. november 2007 at spæla ið StÍF. (Mynd Vagnur)

Frálíki hondbóltsspælarin David Edvardsen kom sum tjúgu ára gamal til Føroya 5. oktober í 2007 at spæla hondbólt við STÍF. Síðani spældi hann trý kappingarár við Neistanum, fór síðani aftur til Danmarkar, og nú tvey ár seinni er hann aftur í Føroyum og spælir við Kyndli. David er fyrikomandi maður, og eg havi spurt hann, hvør munur er at spæla hondbólt í Føroyum og í Danmark. – Fyrst og fremst er hart at spæla hondbólt í Føroyum, tí føroysku dómarar loyva harðari spæli enn í Danmark, sigur David. Les meira…

Grønlendingar hava landslið í innandura fótbólti

Sjúrður Olsen stendur gullheilðursmerki fjórðuttast frá høgru.
Sjúrður Olsen stendur við gullheilðursmerki fjórðuttast frá høgru. Hetta eru fótbóltslið. (Mynd Greg Martin)

Eg havi fylgt eitt sindur við, hvussu gongst Inga Olsen og familjuni við ítróttinum í Grønlandi. Nú stundar til, at tíðin hjá Olsen-familjuni er um at enda í Grønlandi, men meðan Julian Olsen er komin heim og spælir við VÍF, hava Ingi og sonurin Sjúrður úr at gera í Grønlandi. Sjúrður er á grønlendska landsliðnum í innandura fótbólti og skal eisini um dagarnar spæla um grønlendska meistaraheitið í hondbólti. Ingi Olsen arbeiðir sum hondbóltsvenjari og er knýttur at grønlendska landsliðnum. Les meira…

KÍF tapti fyri STÍF og er framvegis ikki komið í FM-finalurnar

STÍF hevur framvegis møguleikan at koma í FM-finalurnar. (Mynd Álvur)
STÍF hevur framvegis møguleikan at koma í FM-finalurnar. (Mynd Álvur)

Torført hevði verið, um vit kundu veddað um hondbóltsdystirnar. Tú fært slett ikki skil á liðunum í Atlantic Airways deildini. KÍF vinnur tryggan sigur á Kyndli í Havn, Kyndil vinnur síðani stórsigur á StÍF á Skála, og StÍF vinnur tryggan sigur á KÍF í Kollafirði. Hetta er skilið. Eg ringdi í høllina í Kollafirði, og har var stutt sagt. KÍF byrjaði dystin væl og var á odda 6-3 eftir tíggju minuttir spæl, men so eydnaðist einki hjá KÍF, og StÌF rann av stað og harvið við sigrinum. Les meira…

Kanska rógva fleiri enn tvey 10-mannafør í summar

Vit síggja í summar hvørfall ein reytt og eitt hvítt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)
Vit síggja í summar hvørfall ein reytt og eitt hvítt 10-mannafar. (Mynd Vagnur)

Tað vóru gleðiligt tíðindi at hoyra, at Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar, og at Havnar Róðrarfelag skal mannast við ungum evnaríkum rógvarum. Nú havi eg ringt kring landið at frætta, um fleiri 10-mannafør leggjast aftrat, men sjálvt um einki er 100%, havi eg tað fatan, at 10-mannaførini verða fleiri enn tveir bátar. Eg trúgvi og vóni eisini at síggja 10-mannafarið Ormin í summar og óivað eitt 10-mannafar aftrat. Les meira…

Áður var tað Barbara Braur, nú er tað Kristina Griksaite

Kári Horn metir um kvinnuliðini. (Mynd Vagnur)
Kári Horn metir um kvinnuliðini. (Mynd Vagnur)

Longu miðskeiðis í februar mánað varð greitt, at kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF spæla FM-finalurnar í apríl mánað. Kvinnukappingin hevur ikki verið spennandi í vetur, tí tey seks lið kunnu skiftast í tveir bólkar. Kyndil og VÍF eru betri lið enn Neistin og VB, og Neistin og VB eru betri lið enn StÍF og Stjørnan. Hyggur tú í hagtølini, so er mest áhugavert at síggja, at bæði VÍF, Neistin og VB higartil hava skotið fleiri mál enn Kyndil, men er talan um tapt mál, er Kyndil klárt á odda. Ì kyndilsmálið eru bara farin 18,3 mál í miðal pr.dyst. Eg havi spurt Kára Horn, sum kennir øll liðini væl, hví júst kyndilskvinnur eru ovast á stigatalvuni.

– Fara vit fyrst til tey seks liðini og byrja við Stjørnuni, so byrjaði Stjørnan kappingarárið frá “null” má sigast. Liðið fekk tveir útlendingar, men spælarar vóru slett ikki í dystarvenjing í fjør heyst. Fyrst nýtt lið við nógvum ungum óroyndum spælarum pluss tveir nýggjar útlendingar. Spælarar vóru ikki í venjing, tí røkkur Stjørnan ikki upp á tindin. Tá ið tað er sagt, so eru nógvir evnaríkir spælarar á liðnum, og her mugu vit nevna Minu Sirdal, sum hevur spælt ómetaliga væl í vetur. Les meira…

KÍF spælarar ganga ov nógv í býnum, tí er óró í KÍF hópinum

Tað er bara Nicklas sjálvur, sum kann gera nakað við trupulleikan. (Mynd Álvur)
Nicklas er besti høgri vongur í Føroyum. (Mynd Álvur)

Nú kalla vit ein spaka fyri ein spaka. Tá ið tað snýr seg um sálarligar- og rúsevnistrupulleikar, skal ikki tosast alment um teir, men heldur skal tosast um teir í krókunum. Tí betur er opinleikin vorðin nógv størri á báðum økjunum seinnu árini. Eg havi vitað leingi um trupulleikar í KÍF-hópinum, og nú havi eg kannað málið í Kollafirði, eftir at eg týskvøldið las tíðindini á www.in.fo “Rok í KÍF hópinum”`, har tvey nøvn vóru nevnd.

Úr Kollafirði verður sagt, at tveir spælarar ganga ov nógv í býnum, tí er í løtuni rumbul í KÍF hópinum. So einfalt er tað.

KÍF er í truplari støðu, tí samstundis, sum liðið er um at spæla seg í FM-finalurnar, er órógv í spælarahópinum. Eg kenni bæði leiðslu og fleiri spælarar í Kollafirði. Eisini veit eg, at orsøkin til alt rumblið í løtuni er, at  leiðslan í KÍF, spælarar og venjarar vilja ikki finna seg í, at nakrir spælarar ganga í býnum, samstundis sum liðið roynir at spæla seg í FM-finalurnar. Les meira…

Úr myndasavninum – Nógv útlendsk lið komu til Føroya

Landsliðið í 1977. St.f.v: Finnur Helmsdal, Sigmund Reinert, Bjarni Samuelsen, Mortan Mørk, Hanus Joensen, Finn Bærentsen, Áki Mortensen, Hilmar Joensen og Hans Mortensen, venjari. Húkandi f.v. Palli Joensen, Hans Åge Stampe, Sverri Jacobsen, Echardt Persson og Áki Davidsen.

Hans Mortensen vandi føroyska manslandsliðið í hondbólti í 70-árunum, tá ið millum annað Føroyar í 1976 fingu góð úrslit í HM-kappingini í C bólkinum í Portugal. Føroyar tapti 21-20 fyri Sveits í hesi kapping. Tveir av spælarunum á myndini eru ikki millum okkum longur. Sigmund Reinert, sum doyði ungur, og Finnur Helmsdal, sum doyði av sjúku í 2008. Les meira…

VÍF er í FM-finalunum, tó eru framvegis “teoretiskir” møguleikar eftir í A A deildini

VÍF spælir FM-finalur í næsta mánað. Teitur Magnusson (myndin) skeyt tíggju mál í dag. (Mynd Álvur)
VÍF spælir FM-finalur í næsta mánað. Teitur Magnusson (myndin) skeyt tíggju mál í dag. (Mynd Álvur)

Hevði nakar roknað við, at StÍF á heimavølli fekk slíkan 25-38 avsmurning frá Kyndli. EINGIN, heldur ikki kyndilsmenn, tí meðan málverjin og kyndilsverjan hava verið álitið í vetur, so hevur liðið ikki skotið so nógv mál. Eg veit ikki, um strandingar hava sløkt fartelefonirnar, men ikki fekk eg samband nakran í Skála, sum kundi siga mær, hví StÍF, sum hevði møguleikan at koma í FM-finalurnar, fór í svart seinnapartin. Kyndil, hóast stórsigur á StÍF, kann ikki náa FM-finalurnar. H71 og StÍF hava framvegis “teoretiskan” møguleika, men møguleikarnar eru ógvuliga smáir. Les meira…