
Tingið kjakast í løtuni um stóru tunnilsætlanina, og eg hoyrdi í útvarpinum, at tingfólk vóru bæði fyri og ímóti, at oyggin Hestur skal við í tunnilsætlanina. Hoyrdi eg rætt, kemur tunnilin í Sandoynna at dýrka 50/60 millónir, um Hestur er við í ætlanini. Eg taki fult undir við støðuni hjá Útoyggjafelagnum, at Hestur sjálvandi skal vera partur av ætlanini. “Nú hava vit møguleikan, vit fáa ongantíð møguleikan aftur at binda Hest í miðøkið”, sigur Útoyggjafelagið. Og rætt hava tey. Les meira…