VÍF spælarin Áki Egilsnes breyt bein, og VÍF liðið viknaði

Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)
Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)

Fyri trimum vikum síðani var seytjan ára gamli VÍF spælarin Áki Egilnes so óheppin, at hann breyt bein í fótinum í steypadysti í dreingjum átjan ár. Áki er ein av evnaríkastu spælarum í Føroyum, og tað sigur nakað, at VÍF hevur bara vunnið sær eitt stig, síðani Áki bleiv skaddur.

Tað sýnist, sum VÍF liðið er viknað nakað, síðani liðið misti unga høgra bakkin, og liðið er útsligið í steypakappingini. Mín metan er, at kemur Áki ikki aftur á VÍF liðið nakað skjótt, so fær VÍF trupulleikar at koma í FM-finalurnar. Eg havi hitt unga vestmenningin.

– Í einum steypadysti í dreingjum átjan ár leyp eg upp at blokka skot, og tá eg lendi aftur, traðkaði eg á fót hjá mótstøðuspælara. Bein í lítlu tá er brotið, og nú gangi eg við serligum stivla. 4. februar skal læknin Jákup Midjord kanna fótin aftur, og tá fái eg at vita, hvussu leikur fer. Sleppi eg av við stivlan, skal eg undir uppvenjing, men eg vóni at sleppa at spæla, tá ið landskappingin byrjar aftur, sigur Áki.

Áki er bert seytjan ára gamal. (Mynd Álvur)
Áki er bert seytjan ára gamal. (Mynd Álvur)

Áki var seinasta kappingarár á hondbóltsskúla í Danmark, og hann spælir sítt fyrsta ár í bestu deildini. Áki er vinstrahentur spælari og spælir á høgra bakki. Eg spyrji Áki, um hann altíð hevur spælt høgri bakkur.

– Tá ið eg spældi í dreingjum tólv ár, spældi eg høgri vongur, men síðani varð eg fluttur inn á bakkin, har spæli eg nú fast. Sjálvandi eri eg ógvuliga keddur ikki at fáa spælt, og tað hevur heldur ikki gingið so væl hjá VÍF í seinastuni. Liðið er sligið út í steypakappingini eftir tap fyri StÍF og javnleiki ímóti Kyndli, og liðið hevur bara fingið eitt stig, síðani eg fór av liðnum. Ein dani Mads Eriksen spælir nú á høgra bakki, har eg eisini spæli. Annars er mangan soleiðis, at eg bara spæli í álopinum.

– Nù bíði eg eftir boðnum frá læknanum 4. februar, og eg vóni, at alt er í lagi í fótinum, so eg kann spæla aftur í landskappingini, sigur seytjan ára gamli Áki Egilsnes at enda í telefonini.

Kappingin um at koma í FM-finalurnar er spennandi. KÍF verður heilt vist annað liðið, men so er spurningurin, um StÍF, H71 og Kyndil kunnu hótta VÌF um seinna plássið. Í løtuni er VÍF nummar tvey á stigatalvuni. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 14 413 337 76 22
2 VÍF 14 434 383 51 18
3 H71 14 371 362 9 14
4 StÍF 13 351 355 -4 14
5 Kyndil 13 337 348 -11 12
6 Neistin 13 337 370 -33 10
7 Team Klaksvík 13 334 422 -88 4



 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply