Monthly Archives: januar 2014

Úr myndasavninum – Stór tøkk til Birgar Johannessen

Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið.
Frá 1883 til 1898 helt Svane Apotek til í húsinum vinstumegin. Skeltið sæst. (Mynd Fornminnissavnið).

Vit kunnu ikki takka Birgari Johannessen nóg nógv, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra orku og ár hann hevur brúkt at savna gamalt tilfar um Havnina. Birgar er savnari, og vit minnist nógvu framsýningarnar, sum Birgar skipaði fyri í SMS við gomlum myndum, amboðum og lutum. Stóra valaverkið hjá Birgari eru bindini “Havnin – fólk og yrki, har Birgar hevur verið í hvørjum króki í Havn og leita eftir gomlum myndum, práta við fólk og siti á Landsbókasavninum og hugt í gomul skjøl. Bøkurnar eru dýrgripir. Birgar hevur eisini givið út bøkurnar “Havnarmyndir – fyrr og nú” og bøkurnar “Tórshavn”. Les meira…

VÍF spælarin Áki Egilsnes breyt bein, og VÍF liðið viknaði

Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)
Áki skjýtur ómetaliga væl. (Mynd Álvur)

Fyri trimum vikum síðani var seytjan ára gamli VÍF spælarin Áki Egilnes so óheppin, at hann breyt bein í fótinum í steypadysti í dreingjum átjan ár. Áki er ein av evnaríkastu spælarum í Føroyum, og tað sigur nakað, at VÍF hevur bara vunnið sær eitt stig, síðani Áki bleiv skaddur.

Tað sýnist, sum VÍF liðið er viknað nakað, síðani liðið misti unga høgra bakkin, og liðið er útsligið í steypakappingini. Mín metan er, at kemur Áki ikki aftur á VÍF liðið nakað skjótt, so fær VÍF trupulleikar at koma í FM-finalurnar. Eg havi hitt unga vestmenningin. Les meira…

Meiningahornið – Føroyar ikki búgvið at taka ímóti flottafólkum

144.000 sýrar búgva í hesari flóttafólkaleguni í Jordan.
144.000 sýrar búgva í hesari flóttafólkaleguni í Jordan.

Havi hoyrt heilt fáar nýggjarárstalur hjá drottningini og løgmanni í mínum lívi, og á nýggjárinum var einki undantak. Men eg hoyrdi í útvapinum løgmann siga, at nú var tíðin komin, at Føroyar tóku ábyrgd av stóra flóttastreyminum í heiminum, sum ikki hevur verið størri í nýggjari tíð. Flóttafólk skulu vera vælkomin til Føroya, sigur løgmaður. Eingin føroyingur er ímóti, at Føroyar hjálpa illa støddum fólkum , sum eru í svárari neyð; og sjálvandi skulu vit stuðla, har vit kunnu og megna. Men eitt er at stuðla, annað er at fáa kanska hundrað familjur til Føroya úr tildømis Sýria. Les meira…

Vit syrgja øll systkinabarnið Minnu Dahl Michelsen

Minna avmyndað saman við systkinabørnunum júst ein mánað, áðrenn hon bleiv burtur. Frá vinstru: Hans Jákup, Vagnur, Minna, Chirstin, Leivur og Torbjørn.
Minna avmyndað saman við okkum systkinabørnum júst ein mánað, áðrenn Minna bleiv burtur. Frá vinstru: Hans Jákup, Vagnur, Minna, Chirstin, Leivur og Torbjørn.

Í juni mánaði í fjør, júst ein mánað áðrenn tey fóru at leita eftir Minnu, vitjaðu Minna og tveir pedagogar í Føroyum í knappa viku, og tá varð myndin omanfyri tikin. Minna gleddi seg altíð at sleppa til Føroya at vitja pápa sín, Vagn Erik, sum býr á Tjarnargarði, og so legði hon eisini stóran dent á at hitta systkinabørnini. Tí skipaði beiggi mín Hans Jákup og konan Gunhild hvørja ferð fyri hugnaløtu, har vit onnur møttust at hitta Minnu og pedagogarnar. Minna hevur frá barnsbeini verið so ótrúliga ættarkær, og vit hava altíð merkt, at systkinabørnini høvdu nógv at týða fyri hana. Hon ringdi eisini javnan til okkara í Føroyum. Hetta junikvøldið var lagið gott, har vórðu tiknar myndir og prátað, og Minna var í góðum hýri. Vit syrgja øll systkinabarnið Minnu, tað er so ófatuligt, at Minna er farin. (Vagnur)

Nakrir tankar um danska hondbóltslandsliðið

Mikkel Hansen er sera góður álopsspælari, men tað haldar í verjuspælinum.
Mikkel Hansen er sera góður álopsspælari, men tað haldar í verjuspælinum.

Tað var ómetaliga áhugavert at síggja í sjónvarpi hondbóltsdystirnar í EM-kappingini í Danmark. Hesuferð fekk eg eisini møguleikan at síggja onnur lið enn Danmark spæla. Kappingin er av, og Danmark snávaði í EM-finaluni. Eftirmetingarnar av danska liðnum eru nógvar, og sjálvt sálarfrøðingar eru við í kjakinum. Nógv áhugavert kom fram, tá ið serliga fyrrverandi landsliðsspælararnir Nikolaj Jacobsen, Lasse Boesen og Joachim Boldsen viðmerkti ymist áhugavert í EM-kappingini. Millum annað segði Lasse Boesen, at danska liðið vantar ein spælskipara. Les meira…

Meiningahornið – Kvinnur tosa meira í telefon í bili enn menn (e)

Sjálvandi er ikki rætt at tosa í telefon, meðan tú koyrir bil.

1. januar 2012 kom nýggj broyting í ferðulógina í Danmark. Vart tú tikin at tosa í telefon í bili, var bótin 500 krónur, men á nýggjárinum var bótin hækkað til 1500 krónur. Nógv fólk tosa í telefon í bili í Føroyum, og til stuttleika havi eg gjørt kanning, og hagtølini siga greitt, at kvinnur tosa meira í telefon í bili enn menn. Sjálvandi broytast tølini eitt sindur, um størri kanning verður gjørd, men ábendingin er har. Les meira…

Meiningahornið – Er rætt við uppsjóvarvirki í Fuglafirði?

Verður nóg mikið av rávøru til trý uppsjóvarvirki í framtíðíni? (Mynd Vagnur)
Verður nóg mikið av rávøru til trý uppsjóvarvirki í framtíðíni? (Mynd Vagnur)

Tá eg hoyrdi í fjølmiðlunum, at fuglfirðingar fyrireika nýtt uppsjóvarvirki, so munnu vera nógv fólk, sum spyrja, um rætt er við triðja uppsjóvarvirkinum í Føroyum. Hetta, tí alt er so ivasamt við markelfiskiskapinum, tí strandalondini kunnu ikki semjast um makrelbýtið, og EU tí hevur sett handilsforðingar í verk ímóti Føroyum. Besta hugskotið má vera at bíða við nýggja virkinum, til makrelmálið er endaliga avgreitt, og føroyingar vita, hvussu nógvan makrel føroyingar í framtíðin fáa í sin part. Skulu vit uppliva flakavinnuna enn einaferð, har fleiri virki standa óvirkin vegna trot á rávøru, tí ov lítið av fiski fæst undan Føroyum? Les meira…

Stuttligt og áhugavert at hitta 90 ára gamla neistakvinnu

Solveig er sum altíð fitt og fyrikomandi at práta við. (Mynd Vagnur)
Solveig er sum altíð fitt og fyrikomandi at práta við. (Mynd Vagnur)

Ein dag í seinastu viku hitti eg 90 ára gomlu Solveig Dam í havnargøtum, og vit komu at tosa um hondbólt, tí eg visti, at hon sum ung spældi hondbólt í Neistanum. Tá ið hon segði mær, at hon átti myndir frá hondbóltsferð í Vestmanna í 1940-árunum, gjørdist eg forvitin. – Tú ert altíð vælkomin at síggja og lána myndirnar, segði Solveig. Les meira…

Meiningahornið – Skeivt at børn fara í skúla sum seks ára gomul

Samfelagið vinnur einki, um børnini fara i skúla sum seks ára gomul.
Samfelagið vinnur einki, um børnini fara i skúla sum seks ára gomul.

Nógv kjak er bæði í Føroyum og í øðrum londum, nær børn skulu í skúla. Í Føroyum eru flestu børn farin í skúla sum sjey ára gomul, men nú eru røddir frammi, at føroysk børn skulu í skúla sum seks ára gomul. Hetta í kjalavørrinum av heldur vánaligari pisakanning. Eftir mínum tykki er skeivt, at børn fara í skúla seks ára gomul. Eg havi sjálvur sæð og fylgt við, hvussu nógv eitt seks ára gamalt barn mennist seinasta árið í barnagarðinum. Tað kann gerast oyðileggjandi fyri nógv børn, um tey fara ov tíðliga í skúla, tí tey eru slett ikki búgvin til tess. Les meira…

Úr myndasavninum – Danska Vivi Kuhr setti dám á føroyskan hondbólt

Neistakvinnur 1984. St.f.v: Karsten Andersen, venjari, Marjun Christiansen, Ingilín Holm, Guðrun Horn, Elsa Maria Bærentsen og Christian Poulsen, venjari. Húkandi f.v: Marjun Thomsen, Malan Mohr, Óluva Joensen, Rannvá Hanusardóttir, Vivi Kuhr og Torgerð Klein. (Mynd Vagnur)
Neistakvinnur 1984. St.f.v: Karsten Andersen, venjari, Marjun Christiansen, Ingilín Holm, Guðrun Horn, Elsa Maria Bærentsen og Christian Poulsen, venjari. Húkandi f.v: Marjun Thomsen, Malan Mohr, Óluva Joensen, Rannvá Hanusardóttir, Vivi Kuhr og Torgerð Klein. (Mynd Vagnur)

Myndin omanfyri er frá 1984, tikin eftir at neistakvinnur vunnu FM-heitið. Á myndini er danska Vivi Kuhr, sum ikki kom til Føroya at spæla hondbólt, men at arbeiða sum laborantur á Landssjúkrahúsinum. Hon kom úr Jútlandi og hevði spælt hondbólt í danmarkarseriuni. Av tilvild kom hon at spæla í Neistanum, tí mostur ein av spælarunum arbeiddi eisini á sjúkrahúsinum og eggjaði Vivi at spæla hondbólt. Les meira…