Monthly Archives: desember 2013

Bilførari rendi á bil mín og er rýmdur undan ábyrgd

Sjálvandi veit viðkomandi, at hann/hon hevu rent á bil mín. Buklan er á við hjólið aftan. (Mynd Vagnur)
Sjálvandi veit viðkomandi, at hann/hon hevur rent á bil mín. Buklan er við hjólið aftan. (Mynd Vagnur)

Á jólum er nógv ferðsla í grannalagnum hjá okkum, tí vit búgva við SMS, og sjálvt um SMS vanliga hevur nóg mikið av parkeringsplássum, so vanta parkeringspláss fyri jól, sjálvt um SMS hevur stóran parkingskjallara og stórt parkeringspláss um sølumiðstøðina. Fólk koma jú í seinastu løtu at keypa jólagávur, og í strongdu løtuni verða bilar eisini parkeraðir sum best á Hoydalsvegnum og Tinghúsvegnum. Bilur mín stendur í bási við Tinghúsvegin, og jólaaftan legði eg merki til, at bukla var komin á skermin aftan vinstrumegin.   Les meira…

Kyndilskvinnur uttan Simonu Petersen vunnu á VB

Bára K. Hansen skeyt níggju mál ímóti VB.
Bára K. Hansen skeyt níggju mál ímóti VB.

Ikki hevði eg roknað við, at kyndilskvinnur vunnu so tryggan sigur á VB, nú Simona Petersen ikki spældi við Kyndli, tí hon er í jólafrí í USA, har mamman býr. – Kyndil spældi heilt væl, og VB megnaði bara at fylgja við fyrstu tjúgu minuttirnar, so dró Kyndil frá og helt leiðsluna restina av dystinum. VB verjan var alt annað enn góð í dag, sigur Eirikur Magnussen, sum sá dystin. Í Kollafirði vann KÍF dystin mest sum fyrstu fimtan minuttirnar, tí tá var støðan 7-1 til KÍF. Les meira…

StÍF og Neistin fara í jólafrí, hvussu hilnaðist higartil?

STÍF hevur vunnið fýra heimadystir á rað.
STÍF hevur vunnið fýra heimadystir á rað.

Mikukvøldið spældu bestu mansliðini og bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Neistanum á Skála. Menninir spældu fyrst, og tað var ikki fyrr enn seinastu sjey minuttirnar, at StÍF fór við sigrinum. StíF hevur nú vunnið fýra heimadystir á rað. Kvinnurnar spældu javnan fyrra hálvleik 12-12, men StÍF kvinnur fingu so mikið ringa byrjan í seinna hálvleiki, at Neistin eftir sjey minuttir legði seg fram um 19-13. Les meira…

Gerst klárari og klárari, hvørji lið spæla FM-finalurnar

VB er ov óstøðugt á útivølli. Neistin spælir í løtuni við rygginum ímóti múrinum til tess at koma í FM-finalurnar.
VB er ov óstøðugt á útivølli. Neistin spælir í løtuni við rygginum ímóti múrinum til tess at koma í FM-finalurnar.

Ì hondbóltskappingni í bestu deildunum eru fýra dystir eftir at spæla fyri jól. Mikukvøldið 18. desember spæla mansliðini og kvinnuliðini hjá Neistinum ímóti StÍF í høllini á Skála. Leygardagin spæla mansliðini hjá KÍF og H71 í Kollafirði, og leygardagin spæla kvinnuliðini hjá Kyndli og VB í Havn. Nú er annað umfarið í grundspælinum um at verða liðugtspælt, og klárari og klárari gerst, hvørji lið spæla FM-finalurnar í apríl mánað næsta ár. Mín meining um hetta er í skrivandi løtu: Les meira…

Ikki hevði eg væntað, at so nógv fólk ikki flúgva

Góðir tankar at síggja aftur myndina av okkara vøkru oyggjum. (Mynd Vagnur)

Hevði billað mær inn, at eg kom ongantíð at seta meg í flogfar hjá Atlantic Airways, hóast eg í 1971 fleyg til Íslands við Island Air at spæla hondbóltslandsdyst, og at eg fyri tretivu árum síðani fór við Danair til Danmarkar. Nú stóð manndómsroyndin fyri durum, tí í 2007 var eg noyddur at fara til Danmarkar, og serlig stig máttu takast áðrenn fráferðina. Eftir eina sending í útvarpinum, har eg millum annað greiddi frá, at hvussu eg í 2007  kom til Danmarkar við Atlantic Airways, gjørdist eg greiður um, hvussu nógv fólk ikki flúgva. Tey sigla heldur við Norrønu. Eftir sendingina steðgaðu fleiri fólk mær á gøtuni og fortaldu, at tey tora ikki at seta seg flogfar. Les meira…

Havnar kirkja fyllir í hesum døgum 225 ár

Hátíðardámur var í Havnar kirkju í morgun 15. desember. (Mynd Vagnur)

Eg havi altíð havt áhuga í gomlum bygningum í Havn, tí teir siga okkum nógv um søguna. Nógvir vakrir og áhugaverdir bygningar eru í høvuðsstaðnum, men eisini nógvir ljótir betongkassar, sum misprýða býin. Eg havi kagað eitt sindur í søguna hjá Havnar kirkju, sum varð vígd í 1788. Les meira…

Seinastu hagtølini fyri hondbóltsdystum í bestu deildunum

VÍF-kvinnur fara at spæla FM-finaludystir í heyst.
VÍF-kvinnur fara at spæla FM-finaludystir í apríl mánað næsta ár.

Nú nærkast vit jólum og annað umfar í bestu mansdeild og kvinnudeild er um at vera spælt. Nógv áhugavert er at síggja í stigatalvuni. Alt bendir í løtuni á, at mansliðini hjá VÍF og KÍF spæla FM-finalurnar í heyst. Ì kvinnudeildini er VÍF best mannaða liðið og verður annað liðið í FM-finaluni, og síðani Kyndil, sum er næsta boði, í kapping við Neistan. Í kvinnukappingini er áhugavert at síggja, at Kyndil hevur bestu verjuna við fækst málum ímóti sær. Málverjin og verjan vinnur liðnum fyrst og fremst stigini.  Eingin ivi um, at kvinnukappingin longu verður avgjørd miðskeiðis í januar mánað.

10. desember Kyndil – Team Klaksvík 35-31(17-16) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Uni Wardum

Málskjúttar Kyndil: David Edvardsen 8, Josef Abrahamsen 7, Ludvík Súnason 5, Finnur Hansson 5, Tróndur Jensen 4, Hans Arni Thomsen 1, Oyvind Lützen 1, Høgni Klein Olsen 1, Hjalti Bachmann 1, Bárður Johannesen 1 og Bjarni Sørensen 1

Málskjúttar Team Klaksvík: Sámal á Tjalrafløtti 6, Andras Elliingsgaard 5, Dánjal Kjærbo 5, Igor Petrikeev 5, Jákup Joensen 4, Martin Ritto 3, Pejovic Zarko 2 og Jens Pauli Mohr 1 Les meira…

Meiningahornið – Ikki neyðugt við nýggjari havn til Smyril

Eru allir motorarnir tøkir, kann Smyril sigla inn úm Molan í øllum veðri. (Mynd Vagnur)
Eru allir motorarnir tøkir, kann Smyril sigla inn um Molan í øllum veðri. (Mynd Vagnur)

Tað má vera í veikari løtu sperdur av ábreiðslum um Smyril, at landsstýrismaðurin fær hugskotið at byggja eina havn til Smyril undir Argjalandi. Tí hetta er ein ørvitisætlan. Er tað ikki so, at tá ið allir motorarnir á Smyrli eru í lagi, so kann skipið sigla inn um Molan í øllum veðri? Tórshavnar kommuna skal víðka um havnina við Skansan fyri 360 milliónir krónir, tá er vitleyst at byggja havn undir Argjalandi. Og hvussu við ferðsluni? Les meira…

Nýggj høll á Argjum skal byggjast við skúlan á Argjahamri og ikki við fótbóltsvøllin

Tórshavnar kommuna átti at longt núverandi vøllin í skúlanum á Hamrinum. (Mynd Vagnur)
Tórshavnar kommuna átti at longt núverandi vøllin í skúlanum á Hamrinum. (Mynd Vagnur)

Ein dagin var eg í skúlanum á Argjahamri eftir eini abbadóttir, sum spælir hondbólt við ÍA. Eg stóð eina løtu í hugdi at snotuligu høllini, sum rúmar tvær fimleikahallir við veggi, sum dragast kann upp, so tær tvær hallirnar verða til eina høll. Tað syrgiliga í míni hondbóltsverð er, at høllin er ein styttur hondbóltsvøllur við fullari breidd, málteigi og málum, men vøllurin hevur ikki fulla longd. Tí lystir meg at vita, hví Tórshavnar kommuna ikki gjørdi fullan hondbóltsvøll, tá ið skúlin varð bygdur. Les meira…

1990 vóru átta lið í bestu kvinnudeildini og mansdeildini (e)

Fleiri áskoðarar vóru til mansdystirnar og færri til kvinnudystirnar í 1990 enn nú.

Áhugavert at finna fram tilfar, tú einaferð skrivaði. Fann fram eitt dystarblað til neistadystir tann 18. februar 1990. Jú, tú hvakk við, tí júst sum vit spæla við nýggjum kappingarleista, sært tú eina hondbóltsstøðu frá 1990, har átta lið eru í bestu kvinnudeildini og átta lið í bestu mansdeildini. Tá spældu liðini fyrst tveir dystir hvør ímóti øðrum í einum grundspæli, síðani fóru liðini í ein ovara bólk og ein niðara bólk. Áhugavert at síggja, at í 1990 spældu Stjørnan og NSÍ eisini í bestu mansdeildini og TB og GÍ í bestu kvinnudeildini, men ikki Stjørnan. Nummar eitt lið frá grundspælinum fekk tá fýra stig við í ovara bólk, nummar tvey trý stig o.s.f. Trupulleikin við hesum leista var, at niðari bólkur mestsum fánaði burtur og hevði einki at spæla um. (Vagnur)