Monthly Archives: november 2013

Kári Horn gevst vegna sjúku at venja neistakvinnur

Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)
Kári Horn er góður venjari og brennur fyri hondbóltsspælinum. (Mynd Álvur)

Tað kom dátt við, tá ið Kári Horn í gjár boðaði neistakvinnum frá, at hann mátti gevast at venja neistakvinnur, og at dysturin ímóti VÍF í Vestmanna sunnudagin er seinasti arbeiðsdagur sum venjari á hesum sinni. – Eg havi eina kroniska tarmsjúku, og læknin hevur biðið meg gevast beinanvegin at arbeiða sum venjari. Eg eri ótrúliga keddur, tí eg brenni fyri hondbólsspælinum, og mær dámar væl at venja neistakvinnur, sigur Kári. Les meira…

Meiningahornið – Nakrar hugleiðingar um politisku støðuna

Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)
Spennandi at fylgja politikinum í hesum døgum. (Mynd Vagnur)

Tað er áhugavert at sita á síðulinjuni í løtuni og fylgja politisku rembingunum í okkara samfelagi. Tíðiliga merkis, at valskeiðið er hálvrunnið, og at vit nærkast tíðini, tá ið politikarar venda kikaranum ímóti næsta løgtingsvali. Veljarakanningin í vikuni fær summar politikarar veruliga at vakna, og vit kunnu serliga fyrst í næsta ár rokna við, at politikarar fara at føra seg enn meira fram í fjølmiðlunum, tí nú skal egnast til næsta løgtingsval. Fekk hugskot at skriva hesar reglur í sambandi við møguliga samgongu eftir næsta løgtingsval.Tær smærru flokkarnar koma at vera altavgerandi, hvørja samgongu vit fáa. Les meira…

Meiningahornið – Veljarakanningin líkist nógv valinum í 1962

Eitt er ein veljarakanning, annað er eitt hart løgtingsval. Her er himmalvíður munur.
Eitt er nýggj veljarakanning, annað er eitt hart løgtingsval. Her er himmalvíður munur.

Altíð er áhuguvert, tá ið nýggj veljarakanningin verður kunngjørd. Men í míni politisku verð hevur ein veljarakanning púrt einki at siga, uttan tað, at politiska sálarkenslan hjá summum kann gerast eitt sindur betri í eina tíð. Áhugavert at hoyra á middegi Jón Brian Hvihtfeldt og Svein Tróndarsson viðmerkja í KVF og Eirik Lindenskov í Rás2. Eg beit merki í, at ein triðingur av teimum spurdu vistu ikki, hvar krossurin skuldi setast, og at kvinnurnar eru nógvar farnar at venda samgonguni bakið. Les meira…

Tiltakið Aftur í 60 árini var ótrúliga gevandi at fyriskipa og styrkti um felagsskapin

Vit seldu 36000 atgongumerkini hesi árini. Faroe Boys er á pallinum. (Mynd Árni Konradson)

Í ár eru 50 ár liðin, síðani eg kom í Neistan. Og tá ið eg hyggi aftur í tíðina, standa øll hondbóltsupplivilsini kring landið og uttanlands sjálvandi sum tað allar størstu, men tiltakið Aftur í 60 árini, sum vit skipaðu fyri frá 1988 til og við 2007, var ótrúliga gevandi upplivilsi. Umframt væl fyriskipaði tiltøk, gav tiltakið nógvan pening í felagskassan. Eisini gav tiltakið nógv onnur upplivilsi, tí fólk komu í góðum lagi úr øllum landinum. Tiltakið Aftur í 60 árini styrktu um felagsskapin, eingin ivi um tað. Stuttligt at fyriskipa tiltøk, sum fólk eru fegin um, og har fíggjarliga úrtøkan eisini er góð. Við sorgblídni skrivaði eg í apríl mánað í 2007 niðanfyri skriv í 60 ára faldaran.  Les meira…

Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum

Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)
Likka er so ótrúliga reinførur fuglur. (Mynd Vagnur)

Nú eri eg aftur farin at geva smáfuglunum í garðinum, tí nú er vorðið kalt í veðrinum, Fuglarnir eru fegnir at síggja meg aftur, tí so skjótt eg havi blakað breyðmolarnar, eru fuglarnir í garðinum. Kvørkveggjur, starar, spurvar og mín sann eisini bringureyði. Omanfyri sveima eisini nakrar krákur, sum halda til í Plantajuni. Eingin likka er í løtuni, tí likka er flytifuglur, men nú ein dagin sá eg tó tvær likkur niðri við sjóvarmálan.  Um summarið gevi eg ikki fuglunum, men tá ið eg síggi fyrstu kavaflykruna, byrji eg aftur. Lívsgevandi at geva og fylgja smáfuglunum. Niðanfyri eitt sindur um likkuna.  Les meira…

Meiningahornið – Skal Suðuroyggin nú bumbast aftur í 60-árini

Vónandi fara vit ikki aftur í 60-árini, tá ið hetta farið sigli um Suðuroyarfjørð. (Mynd Vagnur)
Vónandi fara vit ikki aftur í 60-árini, tá ið hetta farið sigldi um Suðuroyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg hyggi at málarínum av (gamla) Smirli, sum hongur í stovuni hjá okkum, og sum William Smith málaði, hugsi eg um tíðindini í útvarpinum herfyri, at nýggj minni ferja skal útvegast til Suðuroyarsiglina til tess at spara pening. Núverandi Smyril skal sigla við farmi, meðan minna ferjan skal sigla við ferðafólki og harvið sigla fleiri túrur um dagin enn núverandi Smyril siglir. Sjálvandi fara suðuroyingar ikki at góðataka slíka ørvitisætlan, sum bumbar Suðuroynna aftur í 60-árini. Les meira…

Úr myndasavninum – Einaferð spældu neistaliðini í stríputum troyggjum

Neistakvinnur í 1973. St.f.h: Guðrun Horn, Svanna Hanusardóttir, Bergtóra Hanusardóttir, Bjarta Højgaard og Eydna Dánjalsson. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Marjun Hanusardóttir, Lisa Maria Djurhuus, Miriam Midjord og Bergljót Strøm.
Neistakvinnur í 1973. St.f.h: Guðrun Horn, Svanna Hanusardóttir, Bergtóra Hanusardóttir, Bjarta Højgaard og Eydna Dánjalsson. Húkandi f.v: Rannvá Hanusardóttir, Marjun Hanusardóttir, Lisa Maria Djurhuus, Miriam Midjord og Bergljót Strøm.

Myndin omanfyri er av neistakvinnum í 1973. Um hetta mundið vóru neistakvinnur ógvuliga væl fyri, og vunnu tær FM-heitið fimm ár á rað frá 1969 til og við 1974. Í 1973 fóru vit líðandi frá uttandurahondbólti til innandurahondbólt. Høllin var komin í Klaksvík í 1968 og í Havn í 1970, men tað gingu nøkur ár, til FM-heitini uttandura blivu í staðin til FM-heiti innandura. Trupulleikin hesi árini var, at øll feløgini høvdu ikki høll, men tær komu so við og við. Les meira…

KÍF og VÍF eru í løtuni bestu boðini at náa FM-finalurnar

Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, sigur Finnur.
Sum KÍF og VÍF spæla í løtuni eru hesi liðini bestu boðini at náa FM-finalurinar, heldur Finnur.

Eg havi vent mær til Finn Hansson spælandi venjara hjá Kyndli og spurt hann, hvørji manslið í bestu deildini koma í FM-finalurnar, sjálvt um vit bara eru í øðrum umfarinum í grundspælinum. – Sum liðini spæla í løtuni, so fer KÍF við fyrsta plássinum og VÍF við øðrum plássinum, men hetta kann sjálvandi broytast, tí liðini skulu jú spæla fýra dystir hvørt ímóti øðrum í grundspælinum, sigur Finnur. Les meira…

Seinasta heilsan til varaskúlastjóran Svenning Tausen

Svenning Tausen var álitismaður.
Svenning Tausen var álitismaður.

5. november andaðist Svenning Tausen eftir drúgva sjúkralegu. Svenning, sum var úr Hovi og sonur Johann Michael Tausen og Dortheu f. Hammer, gjørdist 77 ára gamal. Svenning giftist Amy f. Olsen úr Rituvík. Tey eiga børnini Duritu og Magnus.

Svenning tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1958 og gjørdist lærari fyrst í Føroya Millum- og Realskúla frá 1958 til 1961 og síðani við realdeild Føroya Studentaskúla frá 1961 til 1974, tá ið hann gjørdist varaskúlatjóri í Eysturskúlanum, sum tá var nýggjur skúli.

Við gravarferðina hjá Svenningi í fullsettari Vesturkirkju segði Uni Næs prestur frá um alt, sum Svenning fekk frá hondini á lívsleiðini, og tað var ikki hissini tilfar. Svenning hevði stóran alsk fyri føroyska málinum, og hann savnaði, skrivaði og týddi bøkur til skúlabrúks, eitt nú Bíbliusøgur, Kristnikunnleika til skúlabrúks, Litfloru, Fuglar í Norðurhøvum og Heimsatlas. Les meira…

Ítróttadómstólurin í ÍSF gav sjálvandi Havfrúnni stigini aftur

Tær rógva hugagóður út á málið á ólavsøku, men seinni er lagið í botni. (Mynd Vagnur)
Tær rógva hugagóðar út á málið á ólavsøku, men seinni er lagið í botni. (Mynd Vagnur)

Tað vóru gleðiboð at hoyra, at Ítróttadómstólurin í ÍSF hevur broytt úrskurðin bæði hjá nevndini og dómsnevndini í Róðrarsambandinum. Dómstólurin gav Havfrúnni tey seks stigini aftur, sum báturin vann sær í uppruna róðrinum. – Eg eri ótrúliga glaður, og úrskurðurin hjá dómstólinum prógvar, at ov nógv hol eru í lógarverkinum í RSF, og einki í lógarverkinum gevur nevndunum í RSF at taka strika stigini hjá Havfrúnni á ólavsøku, sigur Finnur Johannesen formaður í Róðrardeildini í VÍF. Les meira…