Monthly Archives: oktober 2013

KÍF, VÍF ella Kyndil koma í FM-finalurnar, heldur Claus

KÍF verður annað liðið í FM-finalunum, heldur Claus.
KÍF verður annað liðið í FM-finalunum, heldur Claus.

Claus Rasmussen fylgir væl við í hondbólti og hevur sæð øll liðini í bestu deildini spælt. Eg havi biðið hann siga eitt sindur um tey sjey liðini og eisini meta um, hvørji lið hava besta møguleikan at koma í FM-finalurnar. – VÌF hevur breiðasta spælarahópin, og fær venjarin Gerster álopsspælið á rigga, so kann VÍF enda ovast í grundspælinum. Besta vápnið hjá KÍF eru skjótálopini, meðan Kyndil stendur og fellur við, um Finnur Hansson og David Edvardsen spæla allar dystirnar, sigur Claus millum annað. Les meira…

HB føroyameistari – Borgarstjórin er nú farin alt, alt ov langt

Nú er borgarstjórin farin alt, alt ov vítt. (Mynd Vagnur)
Poltiska kjakið í Havn er nú vorðið stein deytt, og hetta er ótrúliga spell. (Mynd Vagnur)

HB er føroyameistari, alt gott um tað og til lukku við heitinum. Tórshavnar kommuna skipar fyri móttøku á Vaglinum og einum døgurða fyri HB spælarum og hjálparfólkum í Müllers pakkhúsi. Alt hetta er frálíkt og góð átøk, sum Tórshavnar kommuna tók stig til fyri nøkrum árum síðani. Men tá ið Tórshavnar kommuna setir býbussarnar í Havn at koyra HB viðhaldsfólk ókeypis til Runavíkar til dystin millum NSÍ og HB, er Tórshavnar kommuna við borgarstjóranum á odda farin alt, alt ov langt. Tí hvar er greinsan, hvat býbussarnir kunnu brúkast til? Les meira…

Terji Reinert Jacobsen smíðar vestmenningum nýtt 5-mannafar

Terji Reinert Jacobsen skal smíða vestmenningur nýtt 5-mannafar. Her er Terji júst liðugur við Títling í 2008. (Mynd Vagnur)
Terji skal smíða vestmenningum nýtt 5-mannafar. Her er Terji júst liðugur við Títling í 2008. (Mynd Vagnur)

Havfrúgvin 5-mannafar kvinnur vann FM-heitið í 2012 og 2013. Báturin, kvinnurnar róðu við, var Katla, sum varð lándur frá Árnafjarðar Róðrarfelag. Terji Reinert Jacobsen hevur smíðað fýra kappróðrarbátar, og ein av teimum er 5-mannafarið Katla hjá Árnafjarðar Róðrarfelag. – Kvinnurnar umborð á Havfúnni/Katlu vóru so mikið væl nøgdar við bátin, at tær vildu hava Terja at smíða teimum nýggja bátin, sigur Finnur Johannesen formaður í róðrardeildini í VÍF. Les meira…

Nakrir viðmerkingar um bestu kvinnudeildina í hondbólti

Birita Jacobsen skeyt fimm mál mikukvøldið.
Birita Jacobsen skeyt fimm mál mikukvøldið.

“Stigatalvan lýgur ikki” verður mangan tikið til, og rætt er tað. Tí var eg spentur, hvussu fór at gangast í kvinnudystinum í gjárkvøldið millum Neistan og VÍF. Ein sálarligur lagnudystur fyri neistakvinnur, tí fyri dystin vóru neistakvinnur niðast í deildini, men høvdu tó spælt færri dystir enn onnur lið. Tá ið eg fór frá húsum at vitja mammu mína á Ellisheiminum, sá eg, at Neistin var á odda 4-1. Seinni um kvøldið fekk eg sms, at neistakvinnur vunnið 28-26. Frálíkt, hugsaði eg, tí serliga hesin dystur fer at venda gongdini hjá neistakvinnum. Les meira…

Argja Róðrarfelag fær nýtt 10-mannafar og nýggjan Lóm

Reyða 10-mannafarið er Hoyvíkingur, sum rør snarróður á Havnarvág í august mánað. (Mynd Vagnur)
Reyða 10-mannafarið er Hoyvíkingur, sum rør snarróður á Havnarvág í august mánað. (Mynd Vagnur)

Argja Róðrarfelag hevur gjørt avtalu við bátasmiðin Sámal Hansen úr Runavík um at smíða felagnum nýtt 10-mannafar og nýggjan Lóm, sum broytnaði í nógva vindinum í sambandi við varmakelduróðurin í summar. Argja Róðrarfelag fekk 10-mannafarið Hoyvíking frá hoyvíkingum við treytini, at báturin skuldi eita Hoyvíkingur. Ì míni róðrarverð er heilt burturvið, at reytt 10-mannafar á Argjum eitur Hoyvíkingur. Ætlanin er, at 8-mannafarið hjá felagnum framhaldandi skal eita Argjabáturin, men so er at finna nýtt navn til 10-mannafarið, sum hevur tilknýti til Argir og hevur í hvørfall navnið Argja í navninum. Gev nýggja 10-mannafarinum navnið Argjadrekin. Les meira…

Áhugavert var at vitja flettingarfólk á Velbastað

Djóni Dalsgarð tekur burturúr, vigar krovini og bindur seðil í krovini. (Mynd Vagnur)
Djóni Dalsgarð tekur burturúr, vigar krovini og bindur seðil í krovini. (Mynd Vagnur)

Seinasta leygardag var eg á Velbastað og nýtti høvi at frætta, hvussu gekst at fletta í Búðini, tí eg kendi fleiri av flettingarfólkunum. Jú, í Búðina var sum í gomlum døgum at koma í “slaktarríið” í Smæruni, har pápi mín arbeiddi og fletti hvørt heyst. Í Búðini skeyt ein seyðin og svævaði, menn tummaðu, ein tók burturúr, vigaði og bant seðil í krovið, og kona vaskaði hugalig vembur. Jú, í Búðini var vælskipað sláturvirki, har einir 120 seyðir eru flettir í heyst. Komin aftur til Havnar fór eg enn einaferð at hyggja í frálíku bókina, sum Leon Andreassen, sáli, skrivaði um Velbastað. Les meira…

Familjuálmanakkin 2014 hjá Javna er væl úr hondum greiddur

Ein ótrúliga vakur familjuálmanakki.
Ein ótrúliga vakur familjuálmanakki.

Í hesum døgum ganga fólk úr Javna í hvørt hús í Føroyum og selja familjuálmannakkan 2014. Niðast á forsíðuni stendur, at við at keypa álmanakkan stuðlar tú Javna felagnum hjá fólki við menningartarni og familjum teirra. Og sjálvandi gera vit øll tað. Tá ið vit høvdu keypt familjuálmanakkan frá unga manninum, blaðaði eg beinanvegin í álmanakkanum. Og tað má eg siga, væl úr hondum greiddur álmanakki. Serliga dámar mær væl tekstirnar, sum eru skrivaðir um tey tólv fólkini á permuni og sjálvandi eisini myndirnar av teimum tólv, sum eg kenni fleiri. Les meira…

Meiningahornið – Er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”?

Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.
Syrgiligt at leiðslan í Dimmalætting var so eiðasør, tá ið talan var um tann fíggjarliga partin.

Seinastu tíðina er nógv at frætta í fjølmiðlunum um Dimmalætting, sum er farið á húsagang. At fyritøkur fara á húsagang er ikki óvanligt, men tað, sum stendur at lesa í Sosialinum mikudagin 16. oktober er óvanligt. Stutta tíð fyri at Dimmalætting verður lýst á húsagang, stovnar gamla leiðslan nýtt partafelag og flytir allar ognir frá gamla partafelagnum í nýggja partafelagið. Er hetta loyvt, og kann hetta lata seg gera, so er partafelagslóggávan í Føroyum “sjúk”. Les meira…

Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at bilar ikki verða sýnaðir

Ábyrgdaleyst at bilar ikki verða sýnaðir til tíðina. (Mynd Vagnur)
Ábyrgdarleyst at bilar ikki verða sýnaðir til tíðina. (Mynd Vagnur)

Tað er mangt, sum gongur fyri seg í okkara landi, sum fólk aðrastaðni slett ikki skilja, og sum bara kann fara fram í Føroyum. Tá ið talan er um trygd, eru Føroyar á nógvum økjum eitt u-land. Myrku og skitnu gomlu tunlarnir er bara eitt dømi um hetta. Í gjár hoyrdu vit í Kringvarpinum, at 10.000 bilar bíða eftir at koma til sýn. Serliga beit eg merki í, at sagt varð, at Akstovan hevði ikki orku at sýna bilarnar, og at mett var, at tað tók fýra ár hjá Akstovuni at fáa teir 10.000 bilarnar sýnaðar, og at alt kom í rættlag aftur. Les meira…

Ábendingin í bestu hondbóltsdeildunum er longu at hóma

KÍF fer ikki at vera so einaráðandi í grundspælinum sum seinasta kappingarár.
KÍF fer ikki at vera so einaráðandi í grundspælinum sum seinasta kappingarár.

Eg havi enn ongan hondbóltsdyst sæð í bestu deildunum, men eg fylgi tó væl við, hvussu gongst ymsu liðunum. Kappingarárið er júst byrjað, og longu nú síggjast ábendingarnar, hvussu fer at gangast í vetur. Hjá monnum hava Kyndil og Neistin tikið meg og onnur á bóli, og hjá kvinnunum hevur serliga Kyndil fingið flúgvandi byrjan. Eri ongantíð í iva um, at hjá monnunum verður KÍF annað liðið í FM-finalunum, og hjá kvinnunum verður VÍF annað liðið í FM-finalunum. Hvørji seinnu liðini koma í FM-finalurnar eru bara gitingar. Les meira…