Monthly Archives: september 2013

Tjaldur úr Runavík hevur onga høll í hesum kappingarárinum

Búsetur er um at fáa fimleikahøllina innilokað. (Mynd Vagnur)
Búsetur er um at fáa fimleikahøllina innilokaða. (Mynd Vagnur)

Leygardagin var eg í Rituvík og hugdi at gomlum bili, sum stóð í snotuligari stórari høll, sum áður húsaði Eggvirkinum. Á veg aftur til Havnar steðgaði eg við høllina í Runavík, har Búsetur byggir altjóða fimleikahøll. Høllin er næstan innilokað. Í sambandi við nýggju fimleikahøllina, fer eisini fram umfatandi umvælingararbeiði í ítróttahøllini. Andrias Jacobsen formaðurin í Tjaldri segði við heimasíðuna í apríl mánað, at Tjaldur onga høll hevur til ársskifti, men nú staðfestir formaðurin, at umvælingararbeiðið í høllini er so umfatandi, at Tjaldur sleppur ikki í høllina í hesum kappingarárinum. Les meira…

Hondbóltsdøming – Feløgini kring landið hava alla ábyrgdina

Uttan dómarar kunnu vit ikki spæla hondbólt í Føroyum, so einfalt er tað.
Uttan dómarar kunnu vit ikki spæla hondbólt í Føroyum, so einfalt er tað.

Eg havi fylgt kjakinum í seinastuni um hondbóltsdøming við stórum áhuga. Havi sjálvur skrivað nógv um serliga dømingina í bestu deildunum, tí eg haldi, at í nógv ár hevur dømingin havt slagsiðu, tí fleiri feløg hava rætt og slætt svikið sína dómarauppgávu. Og hvat líkist tað, at fleiri feløg í bestu deildini hava ikki havt eitt A-dómarapar í tjúgu ár? Tað er heilt burturvið av persónum nú at geva starvsnevndini í Hondbóltssambandinum skuldina, at vit hava ov fáa A-dómarapør. Eg havi mangan skrivað, at HSF eigur at seta feløgunum krøv, men tá ið summi feløg ikki megna at taka í egnan barm, so er í míni dómaraverð líka mikið við bótum og hóttanum. Nevndin í HSF kann ikki bera dómarar inn á vøllin. Les meira…

Mánalýsið mikukvøldið fekk tankarnar at reika í allar ættir

Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)
Vakurt at síggja suður í Nólsoyarfjørð. (Mynd Vagnur)

Sum tað var vakurt í gjárkvøldið at hyggja úr vindeyganum á loftinum og suður í Nólsoyarfjørð. Fullur máni og mánalýsi, og tað var sum á alljósum degi uttanfyri í bjarta ljósinum. Tú kanst njóta løtuna, og lata tankarnar reika í vakra útsýninum. Áðrenn var lagið ikki av tí besta, tí eg hevði júst mist ein tekst burtur á telduni, sum ikki fekst aftur, og dagin fyri varð eg “lumpaður” av einum garði, sum bilurin hekk fastur í. Hetta kostaði mær 5000 krónur at umvæla, men hvat ger tað, tá ið tú kanst njóta mánalýsið. Teksturin kann skrivast umaftur, og bilurin kann umvælast. Verri er tað ikki, og eg missi ikki svøvnin av slíkum. Hetta eru eisini alt smáfiskar í gerandisdegnum, tá ið hugsað verður um, hvat fólk, tú kennir, hava at stríðast við í hesum døgum. (Vagnur)

Dimmalætting má fyri alt í verðini koma útaftur

Dimmalætting má fyri alt í verðini koma útaftur.
Leiðslan í Dimmalætting skuldi fyri langari tíð síðani lagað blaðið til fíggjarligu støðuna.

Sum væntað mátti Dimmalætting elsta tíðindablað í Føroyum leggja kongin, tí blaðið megnaði ikki meir fíggjarliga. Eg havi stóran áhuga í fjølmiðlaheiminum og fylgi væl við, hvussu gongst bløðunum her heima, portalum og Kringvarpi Føroya. Eg havi bara eini boð til eigaran av navninum Dimmalætting. Tit mugu á ein ella annan hátt fáa Dimmalætting útaftur, tí føroyska samfelagið hevur brúk fyri blaðnum. Havi vit bara Sosialin, so eru vit í monopolstøðu, sum ikki tænir samfelagskjakinum. Dimmalætting og Sosialurin er tvey gomul bløð, har Dimmalætting er nógv tað elsta blaðið. Les meira…

Høllin við Landavegin gjørdist fyri meg ein sorgarleikur

Neistafólk hava spælt ótrúliga illa í hallarmálinum.
Neistafólk hava spælt ótrúliga illa í hallarmálinum.

Tá ið eg í morgun hoyrdi í útvarpinum, at Tórshavnar Býráð hevði samtykt at lata Stuðlafelagnum Neistanum 1,2 milliónir afturímóti, at Tórshavnar kommuna fekk grundøkið við Landavegin aftur, gjørdist eg alt annað enn glaður. Fyri meg persónliga og fyri hondbóltin í Havn er tað ein sorgarleikur, at altjóða hondbóltshøllin við Landavegin ikki varð bygd. Tær 1,2 milliónirnar hava einki siga í málinum, tí Stuðlafelagið Neistin eigur fleiri milliónir krónur, men at Neistin segði nei takk til besta grundøkið til endamálið i býnum og segði nei takk til fimtan milliónir í stuðla, er heilt burturvið. Henda møguleikan fær Neistin ongantið aftur takkað verið trongdskygni hjá núverandi formanni og nevnd í Hondbóltsfelagnum Neistanum. Les meira…

Størri frágongd og minni tilgongd av A-dómarum í hondbólti

Hartvig Joensen er nýggjur formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)
Hartvig Joensen er nýggjur formaður í dómarafelagnum. (Mynd Vagnur)

Eftir at Karstin Joensen eftir seinasta kappingarár tíverri gavst at døma í bestu deildunum, er hann eisini farin frá sum formaður í dómarafelagnum. Tað vóru serligar hendingar eftir seinasta finaludystin millum Kyndil og Neistan, sum fekk Karstin at taka hesa avgerð. Spell, tí Karstin hevur veruliga slóðað fyri dómarafelagnum og at fáa A-dómararnar skúlaðar at døma í bestu deildunum. Nýggjur formaður er Hartvig Joensen, og hann hitti eg í Hoyvíkshøllini leygardag. Eg spurdi hann, hvussu stendur til við A-dómarum til kappingina komandi. Støðan er ikki góð, sigur Hartvig millum annað niðanfyri. Les meira…

HSF má seta feløgunum dómarakrøv, sigur Johnny Taumann

Johnny Haumann hevur nógvar royndir sum dómaraeygleiðari í bestu donsku deildunum í Danmark. (Mynd Vagnur)
Johnny  hevur nógvar royndir sum dómaraeygleiðari í bestu deildunum í Danmark. (Mynd Vagnur)

Danin Johnny Taumann er serfrøðingur í hondbóltsreglum og ein av fremstu dómaraeygleiðarum í bestu hondbóltsdeildunum í Danmark. Johnny Taumann er í Føroyum um vikuskiftið og eygleiðir og  heldur skeið fyri føroyskum dómarum. Hetta er sjeyndu ferð, hann er í dómaraørindum í Føroyum. Eg hitti seinnapartin Johanny í Hoyvíkshøllini, og míni ørindi vóru serliga, um føroyskir dómarar komandi landskapping fara at døma eftir broyttu dómarareglunum. Men fyrst spurdi eg fyrikomandi danan, hvussu HSF kann fáa fleiri A-dómarar. Og Johnny segði mangt áhugavert við heimasíðuna. Les meira…

Meiningahornið – Tankarnir reikaðu um undirsjóvartunnilin

Undirsjóvartunnilin kemur, men skil má vera í ætlinini. (Mynd Vagnur)
Undirsjóvartunnilin kemur, men skil má vera í ætlanini. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg herfyri var uppi á Hvítanesi og tók nakrar myndir til grein um bygdina, setti eg meg á ein stein og hugleiddi eina løtu um frálíka útsýnið út í Tangafjørð og inn á Skálafjørðin. Sá fyri mær mjólkabátarnar Trónd og Sigmund sigla inn á Skálafjørðin og Reynir í Sundalagi. Tað tykist ikki vera so nógv ár síðani, men árini ganga skjótt, og menningin av samfelagnum er ment við fúkandi ferð. Alt gott um Eysturoyartunnilin, og tunnilin kemur, eingin ivi um tað. Men tað má vera skil í størstu byggiætlan í Føroya søgu. Les meira…

Meiningahornið – Fólk missa virðing fyri summum politikarum

Stóra kravgongan herfyri boðaði frá, at fólk hava ikki álit á politikarunum. (Mynd Vagnur)
Stóra kravgongan herfyri boðaði frá, at fólk hava ikki álit á politikarunum. (Mynd Vagnur)

Ikki løgi at stórt rumbul stóðst av málinum um møguligu undirsjóvartunlarnar millum Streymoy og Eysturoy og Streymoy og Sandoy. Arbeiðini eru jú kostnaðarmiklastu verkætlanir í Føroya søgu. Áhugavert at fylga við, hvussu politiska rákið  var og framvegis er í málinum, sum í fyrsta umfari endaði við, at Kári P. Højgaard varð koyrdur frá sum landsstýrismaður. Nógv orð eru søgd og skrivað, men eg vil tó leggja hesa viðmerking aftrat málinum um tunlarnar: Fólk missa virðing fyri politikarum, sum bara hugsa um egnan fyrimun, sjálvt um øll serfrøði sigur, at “privat” loysn kostar nógv meira enn “almenn” loysn. Les meira…

IHF hert dómarareglurnar – Fleiri útvísingar og fleiri reyð kort

Dómararnir mugu seta seg inn í nýggju reglurnar, áðrenn kapppingin byrjar.
Dómararnir mugu seta seg inn í nýggju reglurnar, áðrenn kapppingin byrjar.

Danski fjølmiðlamaðurin Morten Ankerdal hevur mangar áhugaverdar ítróttakjaksendingar á TV-News. Hóskvøldið vóru gestirnir ungi hondbóltsspælarin Lasse Anderson úr KIF/Kolding, fyrrverandi landsliðsmálverjin Christine Nimand Hansen og elitudómarin Martin Gjeding. Í frálíku hondbóltskjaksendingini komu tey inn á, at dómarareglurnar eru herdar á trimum økjum í øllum limalondum í IHF frá kappingini komandi. Fleiri útvísingar og reyð kort skulu gevast fyri brot til verjuspælara ímóti vongi, til verjuspælara, sum krøkir seg við báðum ørmum um linjuspælara og til verjuspælara, sum við báðum ørmum skumpar álopsspælara, meðan hann hongur í luftini. Les meira…