Monthly Archives: august 2013

Tilvild? Danir styrkja um hernaðarliga vaktarhaldið við Føroyar

Er tað nú av tilvild, at tað liggja tvey donsk "krígsskip" á Havnini samstundis. (Mynd Vagnur)
Er tað nú av tilvild, at tað liggja tvey donsk “krígsskip” á Havnini samstundis. (Mynd Vagnur)

Tað er ógvuliga sjáldan, at tú sært tvey donskt “krígsskip”, onkur vildi sagt tvey donska vaktarskip, samstundis á Havnini. Spurningurin er so, um danir við hesum vilja vísa føroyingum, at teir stuðla okkum í makrel- og sildastríðnum við EU, men kanska er hetta í sambandi við, at tjóðarhetjan Erlendur Patursson um dagarnar hevði fylt hundrað ár. Vanliga er bara eitt dansk vaktarskip við Føroyar, men Helle Thorning og onnur donsk statsfólk hava mangan sagt, at Danmark fyri alt í verðini vil varðveita Føroyar í ríkisfelagsskapinum. Vit hoyra og síggja annars lítið til hernaðarvirksmemið í Føroyum, men tað var tann tíð, tá ið marinarar og mjørkadalsmenn í búnum spákaðu í Havnargøtum. Les meira…

Meiningahornið – Prátið um vakra húkin í Klaksvík er tagnað (e)

Vakri húkurin í Klaksvík. (Mynd Vagnur)
Vakri húkurin í Klaksvík. (Mynd Vagnur)

11. november 2010 skrivaði eg í grein í bløðunum um húkin í Klaksvík í sambandi við, at Landsverk vildi hava húkin burtur úr rundkoyringin við tunnilmunnan, men tað vildu klaksvíkingar ikki.

Aðrar rundkoyringar eru í Klaksvík, og í miðjuni rundkoyringunum er listaverk, men meðan Klaksvíkar kommuna ráddi yvir rundkoyringunum í býnum, hevði Landsverk ábyrgdina av rundkoyringini, tá ið tú kemur úr undirsjóvartunlinum.

Stjórin í Landsverk, sum tá ráddi fyri borgum, arbeiðir ikki longur hjá Landsverk, og alt prát um vakra húkin er tagnað. Húkurin kemur at standa har í allar ævir. Millum annað skrivaði eg í greinini: Les meira…

Meiningahornið – Hoyvíkingur skal ikki eita Hoyvíkingur

Nærmast Havnarbáturin, síðani Hoyvíkingur og Suðuroyingur. Reyða 10-mannafarið eigur at skifta navn. (Mynd Vagnur)
Nærmast Havnarbáturin, síðani Hoyvíkingur og Suðuroyingur. Reyða 10-mannafarið eigur at skifta navn. (Mynd Vagnur)

Nú fari eg at enda skrivingina um kappróður á hesum sinni, men eitt hjartasuff havi eg tó til Argja Róðrarfelag: “Finnið tykkum nýtt navn til 10-mannafarið Hoyvíking, tí eingin meining er í, at 10-mannafar heimhoyrandi á Argjum eitur Hoyvíkingur, tí hoyvíkingar hava fyri fleiri árum síðani slept øllum kappróðri, nú er bara hondbóltur á skránni í Hoyvík. Tað var tann tíð, tá glóðheitur róðrarfepur var í Hoyvík. Les meira…

Mær dámdi ótrúliga væl mátan, bátarnir vórðu startaðir

Brandur Sjúrðarson er 25 ára gamal og hevur róð við Riddaranum og Miðviingi. (Mynd Vagnur)
Brandur Sjúrðarson er 25 ára gamal og hevur róð við Riddaranum og Miðvingi. (Mynd Vagnur)

Eftir snarróðurin hitti eg tveir tilvildarligar rógvarar á vestaru bryggju til tess at vita, hvussu tey vóru nøgd við nýggja róðrarátakið. Maðurin var miðvingurin Brandur Sjúrðarson, sum róði við 6-mannafarinum Skúgvi, og kvinnan var Bára Thorsvig, sum fyrst róði við Hvessingi/Lómi 6-mannafar kvinnur og síðani við Argjabátinum blandari manning. Fyrst spurdi eg Sjúrð, hvat hann helt um snarróðurin fyrsta róðrarátak av sínum slagi í Føroyum? Les meira…

Frálíkt róðrarátak – 50 minuttir at avgreiða allar róðrarnar

Her síggja vit longst burtur Gullbrand, tveir Argjabátar, Miðving og Knørr. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)
Søgulig róðrarmynd . 8-mannafør blandað.  Gullbrandur, tveir Argjabátar, Miðvingur og Knørrur. Miðvingur vann róðurin. (Mynd Vagnur)

Fyrrapartin í dag var boðað frá snarróðri á Havnarvág, og útvið tretivu bátsmanningar høvdu meldað til snarróðurin. Teinurin var 447 metrar frá nakað innan fyri Molan og inn í Vágsbotn. Alt talaði fyri væl úr hondum greiddum tiltaki, tí tú merkti frá byrjan, at fyrireikingin var góð. Men so hendi tað aftur, sum vit so mangan hava upplivað í føroyskum kappróðri. Ein bátur hevði siglt á startin við Molan, tí mátti hann leggjast av nýggjum, so róðrarnir, sum skuldi byrja stundisliga klokkan ellivu, byrjaðu ikki fyrr klokkan 11.45. Men tá ið fyrsta skotið varð loyst av, gekk sum eftir ánni. Les meira…

Tíggju rógvarar fingu 1000 krónur í bót hvør frá vaktarskipum

Frálíkt at fólk frá Tjaldrinum og Brimli javnan kanna kappróðrarbátar. Sjálvandi skal trygdin haldast. (Mynd Vagnur)
Frálíkt at fólk frá Tjaldrinum og Brimli javnan kanna kappróðrarbátar. Sjálvandi skal trygdin haldast. (Mynd Vagnur)

Í fjølmiðlunum er nógv skrivað og hoyrt um fimtan ára gamla dreingin úr Klaksvík, sum fór í havið í sambandi við vatnkríggið sjómannadagin. Høvuðsfyrireikarin slær so mikið fast í fjølmiðlunum, at er trygdin ikki 100% í lagi sjómannadagin, so verður einki slíkt tiltak fyriskipað í framtíðini. Eg kom at hugsað um trygd umborð á kappróðrarbátum, har vit hava stranga reglugerð um trygd umborð á kappróðrarbátum. Eg havi vent mær til Fiskiveiðieftirlitið og spurt, hvussu nógvir kappróðrarbátar eru kannaðir í summar, og um nakrar bøtur eru útskrivaðar. Og svarið er niðanfyri. Les meira…

Meiningahornið – Er gírigheitin størri enn hjartalagið? (e)

Nógvar eru orsøkirnar, hví havnarfólk ikki tíma í Gundadal.
Nógvar eru orsøkirnar, hví havnarfólk ikki tíma í Gundadal.

Soleiðis málber Heri Simonsen seg í leiðaranum í Ítrótti í Sosialinum mánadagin 3. juni. Heri sipar til, at áskoðaratalið til fótbóltsdystirnar i Gundadali minkar ár um ár. Bara 300 áskoðarar sóu grannadystin millum HB og AB, har meginparturin av áskoðarunum vóru AB-áskoðarar. Eisini vísir Heri á, at grannauppgerðirnar millum HB og B36 ikki longur savna eins nógvar áskoðarar sum fyri fáum árum síðani. Eru fótbóltsáhugað havnarfólk gírig ella líkasæt? Spyr Heri. Nei, sigi eg. Havnarfólk eru ikki gírig ella líkasæl, orsøkin skal finnast aðrastaðni, og eg haldi, at høvuðsorsøkirnar eru tríggjar, at fólk ikki tíma í Gundadal. Les meira…

Statsraad Lehmkuhl varð bygt sum skúlaskip í Týsklandi í 1914

Statraad Lehmkuhl er vakurt seglskip. (Mynd Vagnur)
Statraad Lehmkuhl er vakurt seglskip. (Mynd Vagnur)

Tað er altíð áhugavert at síggja stór seglskip, og eisini er spennandi at finna út av, hvar hesi snotulig før stava og eru bygd. Statsraad Lehmkuhl er verðins størsti fullriggari, sum í 1914 varð bygt sum skúlaskip til týska handilsflotan. Tá æt skipið “Grossherzog Friedrich August. Norskur reiðari keypti skipið í 1923, men skipið varð nakrar mánaðir seinni selt til samtakið “Skúlaskipini í Bergen”. Les meira…

Meiningahornið – Føroyingar eru nógvir politiskt húsvillir (e)

Vit mugu allar fyrst gera umstøðurnar hjá hesum fólkum góðar í Føroyum. (Mynd Vagnur)
Vit mugu allar fyrst gera umstøðurnar hjá hesum fólkum góðar í Føroyum. (Mynd Vagnur)

Fyri ikki so nógvum árum síðani tosaði samgongan við Jóannesi Eidesgaard sum løgmanni um eina 2015 ætlan, tí tá skuldi Føroyar hava besta skúla í heiminum, og Føroyar skuldi vera besta landið at búgva í. Millónir av krónum vórðu brúktar til ráðstevnur, og ymsir bólkar við vælútbúnum fólkum vórðu settir at koma við uppskotum, hvussu 2015 ætlanin bar á mál. Um hálvtannað ár koma vit til 1. januar 2015, men ikki hoyra vit longur eitt orð um 2015 ætlanina, tí vit hava nýggja samgongu, og Jóannes Eidesgaard er farin úr politikki. Les meira…

Róðrarsambandið gekk ikki Havfrúnni á møti í kæruni

Havfrúgvin á norðoyastevnu í ár. (Mynd Hvannrók)
Havfrúgvin á norðoyastevnu í ár. (Mynd Hvannrók)

VÍF kappróðurin sendi Róðrarsambandinum kæru í sambandi við reyða kortið til Havfrúnna á ólavsøku. Eg havi spurt meg fyri hjá VÍF kappróðri, og tey siga í kæruni, at tey meta ikki, at Havfrúgvin tjóvstartaði, og tí átti báturin ikki at fáa reytt kort. Í kæruni krevur VÍF-kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fær 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini verður kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, at Havfrúgvin fær skrivliga umbering, og at RSF harmast um hendingina. Men Róðrarsambandið gekk ikki klaguni á møti, og tí er klagan send víðari í dómsnevndina. Les meira…