Monthly Archives: juli 2013

VÍF-kappróðrardeild hevur kært umróðurin á ólavsøku

Tað er burturi i vóni og vit, at Havfrúgvin eingi stig skal fáa á ólavsøku. (Vagnur)
Tað er burturi i vóni og vit, at Havfrúgvin eingi stig skal fáa á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Á heimasíðuni hjá VÍF hevur Finnur Johannesen, formaður í VÍF-kappróðrardeild skrivað áhugavert skriv í sambandi við umróðurin á ólavsøku. Boðað verður frá, at VÍF-kappróðrardeildin hava kært umróðurin til Róðrarsambandið. Í skrivinum stendur millum annað. – Vit eru av tí áskoðan, at kolldømingin av Havfrúnni í umróðrinum er ein skeiv avgerð, ið er í stríð við kappingarreglurnar, og tí hava vit kært til RSF. Manningin á Havfrúnni metti seg ikki at hava tjóvstartað og tvíheldur um, at onkur misskiljing má hava verið millum dómararnar. Les meira…

Fjøruti bátsmanningar avmyndaðar frá “Ískaini” ólavsøkuaftan

Spógvin við kvinnum. (Mynd Vagnur)
Tjaldrið við kvinnum. (Mynd Vagnur)

Eg gjørdi eina roynd at taka myndir av øllum kappróðrarbátunum, sum róðu út á málið ólavsøkuaftan. Tey bleiv til fjøruti ymsar manningar. Eisini kom onkur bátur slett fram við “Ískaini”, men mynd eru av teimum allar flestu bátunum, har onkrar myndir sjálvandi er betri enn aðrar, tí summir bátar vóru nærri myndamanninum enn aðrar. Áhugavert at síggja niður í bátarnar beint fyri stóra slagið undir Argjalandið. Tað sást, at rógvarar vóru spentir, men teir sóu eisini út at vera í góð lag. Nú angri eg sjálvandi, at eg ikki kom fyrr oman á “Ískaini”, so eg eisini fekk mynd av dreingjamanningunm og 6-mannaførunum við kvinnum eldri, sum longu vóru úti á málinum.. Men hetta skuldi bara vera ein roynd. (Vagnur) Les meira…

Her eru nøkur av prógvunum um aldurnar frá útvapsbátinum og dómarabátinum

Erla Kongsdóttir mátti leggja inn á veg út á málið, tí aldur órógvaðu. (Mynd Vagnur)
Erla Kongsdóttir mátti leggja inn á veg út á málið, tí aldur órógvaðu. Lagið er annars gott umborð. (Mynd Vagnur)

Ólavsøkan er av, men enn siti eg við tonkanum, hví í Harrans navni útvarpsbáturin og dómarabáturin skuldu uppføra seg soleiðis á Havnarvág ólavsøkuaftan. Eg havi klipt 40 myndir av kappróðrarbátum, sum rógva út á málið. Bátarnir rógva fram við “Ískaini” og geva frá sær lítið av aldu. Stóru aldurnar eiga útvarpsbáturin og dómarabáturin. Hetta sæst mest sum á øllum myndunum. Sjálvandi má og skal hetta átalast, tí slíkt líkist svartasta ongum. Myndirnar vísa, at slætt er uttanfyri Molan, men órógv er í sjónum innanfyri Molan. Eg sá sjálvur aldurnar frá útvarpsbátinum og dómarabátunum bresta í bryggjuna har eg stóð við Ískaiina. Ógvusligu aldurnar komu frá báðum bátunum, tá ið teir við fullari ferð sigldu út aftur á málið. Dómarabáturin við kanska 100 kilometrar um tíman og útvarpsbáturin við fullari ferð, sum um tað var grindaboð. Langt úti og líkist ongum. (Vagnur) Les meira…

Ørkymlaður misti eg hugin at skriva um ólavsøkuróðurin

Vónleyst hjá Suðuroyingi og Havnarbátinum at gera nakað við Klaksvíking. (Mynd Vagnur)
Vónleyst hjá Suðuroyingi og Havnarbátinum at gera nakað við Klaksvíking. (Mynd Vagnur)

Nú skal eg siga púra erligur. Eg hevði sett mær fyri at leggja myndirnar inn á heimasíðuna beint eftir ólavsøkuróðurin. Men keðiligu upplivingnarnar við skjóttgangandi dómarabátinum og stóra útvarpsbátinum, sum ferð eftir ferð “pískaðu” upp róðrarøkið og keðiliga hendingin við Havfrúnni gjørdi, at eg misti hugin. Skrivaði greinina um Havfrúnna, og síðan bleiv teldan slókt. Nú er lagið betri, men framvegis reika tangarnir um Havfrúnna, útvaprsbátin og dómarabátin. Høvdu menn sum Martin Kürberg, sáli og Jógvan Arge rátt fyri borgum á Havnarvág ólavsøkuaftan, var hetta ongantíð farið fram. Teir kendu og kenna danska orðið “situationsfornemmelse”, sum vantaði á Havnarvág. Les meira…

Dómarabáturin skuldi fingið fyrsta reyða kortið á ólavsøku

Tær fara spentar og glaður út á málið. Men ólavsøkan gjørt satt vónbrot fyri kvinnurnar umborð á Havfrúnni. (Mynd Vagnur)
Tær fara spentar og glaður út á málið. Men ólavsøkan gjørdist satt vónbrot fyri kvinnurnar úr Vestmanna.. (Mynd Vagnur)

Eg eri júst komin aftur av “Ískaini” eftir at hava hugt at ólavsøkuróðurin, og eg eri ikki sørt illur og ørkymlaður. Og tað, sum fyllir allar mest hjá mær, er umróðurin hjá 5-mannaførunum við kvinnum. Dómarin gav Havfrúnni óneyðugt reytt kort, og sjálvandi eru kvinnurnar “knústar”, tí tær halda seg einki skeivt hava gjørt, sigur róðrarleiðarin í Vestmanna Finnur Johannssen, sum hevur tosað við kvinnurnar. Sjálvur hoyrdi eg Ludvík við Stein viðmerkjara siga frá útvarpsbátinum: – Hvussu kann bátur tjóvstarta, tá talan bara er um tveir bátar, hetta mátti verið óneyðugt, segði Ludvík, sum ikki sá Havfrúnna tjóvstarta. Les meira…

Frálíkt róðrarveður á ólavsøku – Vit gita um róðrarnar

Teistin 5-mannafar kvinnur vann í Sørvági, men vinnur báturin á ólavsøku? (Mynd Døgg Hansdóttir)
Teistin 5-mannafar kvinnur vann í Sørvági, men vinnur báturin á ólavsøku? (Mynd Døgg Hansdóttir)

Var ringt veður á varmakeldu, har róðrarnir vórðu útsettir til sunnudag og uppaftur vánaligari veður á vestanstevnu, har róðrarnir skuldu verið avlýstir, so verður frálíkt róðrarveður á ólavsøku. Sunnudagin eru veðurtíðindi: Landssynningur undir fimm metrar um sekundið. So er spurningurin við mjørkanum, sum hevur fjalt Havnini mest sum allan juli mánað. Rógvast skulu 901,35 metrar, og bara eina lítil forðing kunnu nakrir bátar fáa, og tað er, tá ið teir nærkast Molanum, tí har kann vera eitt slaks afturundirgerð hjá bátunum næst Molanum, men so fáa teir harafturímóti kanska ein lítla fyrimun innanfyri Molan. Mann ikki okkurt óvæntað úrslit koma á ólavsølu? Les meira…

Tey hava góðar vónir um kappróðurin í Suðuroy

Suðuroyingur vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)
Suðuroyingur vann á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Tað mann vera fáur norðanfjørðs, sum veit, hvussu kappróðurin veruliga hongur saman í Suðuroy. Í summar hava vit hoyrt um Suðuroyingin, Royndina Fríðu og Tvørabátin, sum allir hava vunnið. Eg havi hitt Bjarna Hammer, sum var ein av teimum, sum slóðaði fyri nýggja felagnum Suðuroyar Kappróðrarfelag, sum hevur sín uppruna í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappróðrarfelag. Og Bjarni sigur: Les meira…

Kappróðrarfelagið NSÍ hevur níggju bátar við á ólavsøku

Sølmundur vinnur her á varmakeldu í Fuglafirði. (Mynd Hvannrók)
Sølmundur vinnur her á varmakeldu í Fuglafirði. (Mynd Hvannrók)

Kappróðrarfelagið NSÍ er dømi um, at taka fólk seg veruliga saman og taka stór tøk, so kemur gongd aftur á kappróðurin í felagnum. Tað sá annars svart út, tí seinasta róðrarár róðu mest sum ongar manningar frá kappróðrarfelagnum NSÍ. Felagið hevur frálíkar umstøður til kappróður, tí eg havi sjálvur verið í snotuliga neystinum. Og nú kann formaðurin Eyðun Petersen boða frá, at heili níggju manningar rógva á ólavsøku. – Vit vóru ótrúliga vónsvikin um róðrarnar í Sørvági, men vit eru komin víðari, lagið er gott í neystinum, og vit hava gott mót um góð úrslit á ólavsøku, sigur Eyðun. Les meira…

Ólavsøkumálið er styttsta málið og er bara 901,35 metrar

Nú stundar til ólavsøku, har bátarnir bara rógva 901,35 metrar. (Mynd Vagnur)

Matrikulstovan hevur merkt upp ólavsøkumálið, sum er styttsta málið í Føroyum.  Einaferð í tíðini var tað soleiðis á ólavsøku, at 5-mannaførini við gentum og dreingjum og 6-mannaførini við kvinnum róðu 1000 metrar. 6-mannaførini við monnum og 8-mannaførini róðu 1500 metrar og 10-mannaførini róðu 2000 metrar. Men longdir molar, brimgarðar, aliringar og aðrar umstøður hava gjørt, at 1500 metrateinarnir og 2000 metrarteinarnir fækkast. Hetta er spell, tí tað er nakað serligt við teimum longu teinunum. Les meira…

Tú skalt læra tey ungu at taka ítróttina í álvara

Samanhaldið hevur stóran týdning í kappróðri, sigur Teitur. (Mynd Vagnur)
Samanhaldið hevur stóran týdning í kappróðri, sigur Teitur. (Mynd Vagnur)

– Haraftrat skulu tey ungu læra grundleggjandi virðini í ítróttinum, tey skulu hava tað gott saman, og so skal stuttleikin eisini hava sítt pláss, sigur Teitur Samuelsen, sum venur genturnar umborð Títlingi barnaróður. Eg hitti seinnapartin sunnudagin Teit í Álakeri. Les meira…