Gentur og kvinnur vælegnaðar at stýra dreingjum og monnum

Anja Jansdóttir Thomsen hevur stýrt Drekanum í trý ár. (Mynd Vagnur)
Anja Jansdóttir Thomsen hevur stýrt Drekanum í trý ár. Eftir ólavsøku fer hon til Danmarkar i lestrarørindum. (Mynd Vagnur)

Ikki eru nógvar ár síðani, at gentur og kvinnur fingu loyvi at stýra bátum mannaðir við dreingjum og monnum. Manningar gjørdu sær dælt av hesum, tí umráðandi er at hava lættan persón at stýra bátinum, og mangan eru gentur lættari í hesum aldri.

Fleiri gentur og kvinnur stýra nú bátum mannaðir við dreingjum og monnum. Eitt av dømunum er Anja Jansdóttir Thomsen, sum stýrir Drekanum mannaður við dreingjum, og hana havi eg hitt. Anja er nítjan ára gomul og hevur stýrt Drekanum í trý ár, men hvat fekk hana at seta seg aftur í rong á Dreknum. Hava ungu dreingirnir “repekt” fyri henni?

– Fyrst vil eg siga, at tað var av tilvild, at eg kom umborð á Drekan fyri trimum árum síðani. Eg havi spælt fótbólt, badminton og hava róð eitt sindur, men ikki róð á stevnu.

Mær dámar ótrúliga væl at stýra Drekanum, tí sum róðursgenta føli eg fyrst stóru ábyrgdina og spenningin, og so at fáa alt rigga í FM-róðrunum. Tað er so nógv, sum eg skal halda skil á. Stýra beint, og at vit halda ætlanina, sum er løgd fyri róðurin. Jú, eg tími ómetaliga væl.

Anja og Drekin eru ovurfegin um sigurin á Skála. (Mynd Karen)
Anja og Drekin eru ovurfegin um sigurin á Skála. (Mynd Karen Suðurgarð)

– Umborð á Drekanum er vit øll sjey eitt toymi, sum hevur felags endamál bæði undir venjing og sjálvandi í FM-róðrunum. Vit kennast væl, og vit duga væl at skilja ímillum, nær vit eru í bátinum, og nær vit eru saman privat. Undir venjingin eri tað eg, sum havi ábyrgdina at venjingarætlanin verður hildið. Eg haldi, at teir seks rógvararnir hava “respekt” fyri mær sum róðursgenta. Tað føli eg í hvørfall, og dreingirnir eru ótrúliga fittir.

Her er lagið ikki so gott við silvurmerkjunum á norðoyarstevnu. (Mynd Eirikur á Kletti)
Her er lagið ikki so gott við silvurmerkjunum á norðoyarstevnu. (Mynd Eirikur á Kletti)

Tú spyrt meg, um tað er øðrvísi at stýra dreingjamanning og gentumanning. Eg hevði slett ikki tíma at stýrt gentubáti, tí gentur eru øðrvísi at fáast við enn dreingir. Tað stinga seg mangan upp aðrir trupullekar millum gentur enn millum dreingir.  Dreingirnir umborð á Drekanum eru fyrikomandi og fittir at fáast við.

– Fyrsta árið eg stýrdi Drekanum, vunnu vit eina stevnu. Í fjør vunnu við FM-heitið, og í ár vilja vit so fegin vinna FM-heitið, tí eftir ólavsøkuróðurin gevst núverandi manning umborð á Drekanum, tí fimm rógvarar eru ov gamlir at rógva við bátinum næsta ár, og eg fari til Danmarkar í lestrarørindum. So løgið tað ljóðar, gongst okkum ikki væl á Klaksvík, og tað sama hendi ár. Vit roknaðu við, at Jallurin var okkara stóri kappingarneyti, og vit høvdu bara eyguni eftir Jallinum, men Royndi Fríða úr Vági lá langt frá okkum og vann á norðoyastevnu, og vit gjørdust nummar tvey.

– Á næstu stevnu lógu vit ímillum Jallin og Royndina Fríðu, og tá var lættari hjá okkum at takla støðuna. Eg stúri ella hava nervar til hvørja stevnu, men soleiðis eigur óivað at vera. Mær dámar væl stemningin á stevnunum og gleði meg til hvønn FM-róður, sigur Anja at enda við heimasíðuna.

Eftir prátið við Anju hitti eg tveir at rógvarunum umborð á Drekanum og spurdi teir, um teir hava “respekt” fyri Anju sum róðursgentu. Teir nikkaðu báðir við smíli, hvør skal siga, at tað hava teir, og tað merkti eg eisini. Anja er rólig og hugsnarsom genta, og tú hevur varhugan av, at hon hevur skil á øllum, sum hon fæst við sum róðursgenta umborð á Drekanum. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply