Samstarvið millum VÍF og Tjaldur er steðgað – Tjaldur gongur nýggjar leiðir

VÍF/Tjaldur er nú søga, men Heid og Ansy Sevdal, Rannvá Jakobsen og Kirstin Jakobsen halda tó fram í felagnum.
VÍF/Tjaldur er nú søga, men Heidi og Ansy Sevdal, Rannvá Jakobsen og Kirstin Jakobsen halda tó fram í VÍF.

Í gjár bórust tíðindi, at Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur sagt upp samstarvið við VÍF um kvinnuliðið í bestu deildini. Eg havi hitt Andrias Jacobsen formann í Tjaldri, og tað, sum hann førir fram, er avbera skilagott í menningini av hondbóltinum í Runavík. – Tað vóru ov nógvir spælarar, sum ikki sluppu at spæla, og tí raðfesta vit nú øðrvísi og byggja upp av nýggjum. Vit fara at royna at steðga frágongdini av spælarum í fjúrtan og fimtan ára aldri. Kvinnurnar hjá Tjaldri spæla næsta kapppingarár í 1. deild, og so fáa vit at síggja, hvussu leikur fer, sigur Andrias

Beint fyri landskappingarbyrjan í fjør heyst fingu vit at vita, at VÍF og Tjaldur vóru farin saman um kvinnulið í bestu deildini. Tað var “spælaramangul” í báðum legunum, sum gjørdi, at feløgini funnu saman. Á pappírinum kom VÍF/Tjaldur at hava frálíkt kvinnulið, men skaðar á leiðini gjørdu, at tað var ikki fyrr enn seinast í kappingarárinum, at allir spælarar vóru tøkir, og tá hevði VÍF/Tjaldur eitt av bestu kvinnuliðunum í landinum.

Andreas Jacobsen formaður í Tjaldri.
Andrias Jacobsen formaður í Tjaldri.

Men nú er hetta søgu, og Andrias Jacobsen formaður í Tjaldri sigur soleiðis um framtíðina hjá hondbóltinum í Runavík. – Tá ið vit fóru í samstarv við VÍF, vóru tað nógvar kvinnur sum hildu seg aftur, og tað eru hesar kvinnur, sum vit vilja fáa aftur á hondbóltsvøllin. Vit missa eisini nógvar spælar í fjúrtan og fimtan ára aldri, og nú ætla vit at brúka meira pening til júst hesar spælarar.

– Vit fara at raðfesta øðrvísi, so ungu spælararnir fáa fleiri hondbóltstilboð frá felagnum. Millum annað hava vit fundast við Stranda ítróttafelag, tí eins og í StÍF,  kemur fyri, at í summum deildum eru ov fáir spælarar til eitt lið ella ov nógvir spælarar til eitt lið, og kanska ov fáir spælarar til tvey lið. Her fara StÍF og Tjaldur at samstarva, so allir spælarar sleppa at spæla. Tú lærir ikki at spæla hondbólt við at sita á útskiftingarbeinkinum ella slett ikki sleppur at spæla dystir, ti ov fáir spælarar eru at mannað lið.

– Tað verða teir báðir Johann Danielsen og Johnny Lamhauge, sum koma at taka sær av venjingini. Johann tekur sær av dreingjunum og Johnny tekur sær av gentunum. Síðani ætla vit, at onnur eisini skulu taka hond í venjingina millum annað Jens Martin Knudsen og Sverri Justinussen, sum vóru úrmælingar á hondbóltsvøllinum.

Adina Petrea spælir møguliga ikki næsta kappingarár. (Mynd Álvur)
Adina Petrea spælir møguliga ikki næsta kappingarár. (Mynd Álvur)

– Okkara kvinnulið spælir næsta kappingarár í 1. deild, og tað vera ungir spælarar, sum mannað liðið. Systrarnar Heidi Sevdal og Ansy Sevdal ynskja at halda fram at spæla við VÍF, og tað gera Rannvá Jacobsen og málverjin Katrin Jakobsen eisini. Katrin býr í Vestmanna. Adina Petrea hevur boðað frá, at hon ætlar at minka um sítt hondbóltsspæl, sigur Andrias at enda.

VÍF/Tjaldur er nú søgu, men eg skilji ótrúliga væl leiðsluna í Tjaldri, at felagið fer at raðfesta øðrvísi, so tey ikki missa ov nógvar spælarar í fjúrtan, fimtan ára aldri. Eisini er spennandi samstarv millum StÍF og Tjaldur. Umvælingar fara í løtuni fram í høllini í Runavík, og nýggj stásilig fimleikahøll verður bygd við síðuna av høllini. Tí venur Tjaldur fyri nýggjár í høllini á Skála og i fimleikahøllini.

VÍF boðar frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Jan Ottosen at venja VÍFkvinnur, og Jan skal eisini venja nøkur av yngru liðunum í felagnum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply