Fýra nýggir vinnarar í Hvalvík – Avgreiðslan av róðrunum var ikki nóg góð

Miðvingur hevði betri endaspurt enn Argjabáturin í Hvalvík. (Mynd Einar Kallsberg)
Miðvingur hevði betri endaspurt enn Argjabáturin í Hvalvík. (Mynd Einar Kallsberg)

Eg eri ein av teimum, sum altíð havi hildið, at tað eru ikki róðrarteinarnir, sum gera, at tað tekur ov langa tíð at avgreiða róðrarnar. Støðan er bara, at á summum róðrarstøðum í Føroyum, duga tey betur at leggja út startir og at flyta startir. Sum eg skilti á lagnum, hildu ymsir bátar startunum í Klaksvík, so klárt var at starta beinanvegin úti á 1500 metrum. Men í Hvalvík skuldi sami bátur halda 1000 metrar startinum og 2000 metrar startinum. OK. Tað gekk ikki heilt illa at leggja bátarnir, men tíð er vinna, um dreingjabátarnar byrja stundisliga klokkan trý, tað gongur betur at starta gentubátarnar, og at 2000 teinurin er klárur at brúka beinanvegin. Tað tók eina tíma styttri at avgreiða róðrarnar í Klaksvík, og so fóru vit aftur inn í tíðindasendingina hjá Kringvarpinum. Hetta er ikki nóg gott. Fýra nýggir vinnarar vóru í Hvalvík. Barnamanningarnar rógva ikki um FM-heitið.

5-mannafør dreingir: 15.20. Eg skrivaði fríggjamorgunin, at vit í dreingjaróðrinum fingu nýggjan vinnara á Hvalvík, og so var. Drekin fekk besta startin saman við Jallinum, meðan Royndi Fríða ikki fekk nóg góðan start og megnaði ikki eins og í Klaksvík at koma heilt fram í oddin. Drekin helt leiðsluna allan róðurin, men í løtum kom Royndin Fríða nakað nærri Drekinum. Tað óvæntaða var í Hvalvík, at Fípan Fagra fór við øðrum plássinum, tí báturin hevði góðan endaspurt. Eg roknaði eisini við, at Fípan Fagra eftir róðurin í Klaksvík fór at gerast betur, tí hetta sóu vit eisini í Hvalvík.

Drekin fekk góðan start og var á odda allan róðurin. (Mynd Einar Kallsberg)
Drekin fekk góðan start og var á odda allan róðurin. (Mynd Einar Kallsberg)

6-mannafør kvinnur: 15.39 Í mín verð er hetta keðiligasti róðurin í FM-kappingini, tí slett eingin er kappingin. Tað er bara ein manning, sum er í nóg góðari venjing í róðrinum, og tað er manningin umborð á Jarnbardi. Tað sigur nógv um róðurin, at nakrar “motiónskvinnur” úr Havn fara avstað við bronsuheiðursmerkjunum.

Jarnbardur kvinnur vinnur allar róðrarnar í summar, tí manningin er nógv best fyri. (Mynd Einar Kallsberg)
Jarnbardur kvinnur vinnur allar róðrarnar í summar, tí manningin er nógv best fyri. (Mynd Einar Kallsberg)

5.mannafør kvinnur: 16.05 Manning umborð á Falkinum kunnu iðra seg, tí tær vórðu tiknar á mállinjuni av Havfrúnni í seinastu tøkunum. Tað vóru annars Tjaldrið og Falkur, sum fingu besta startin. Men skjótt legði Falkur seg á odda og helt leiðsluna bara ein metur frá mállinjuni. Tjaldrið megnaði ikki at halda tørn frá góða startinum, og Teistin dragnaði eins sum á norðoyastevnu eftir startin, men kom sterkt aftur í endanum. Ørnin róði væl og var framfyri Havfrúgvin langt inn, men orkan gekk undan. Ein góður og spennandi kvinnuróður í Hvalvík, og ein heilt annar róður enn í Klaksvík.

Falkur, sum var á odda seinasta teinin, misti sigurin í seinasta taki. (Mynd Einar Kallsberg)
Falkur, sum var á odda seinasta teinin, misti sigurin í seinasta taki. (Mynd Einar Kallsberg)

6-mannafør menn: 16.22. Jarnbardur og Sølmundur fingu besta startin, og Tvørábáturin kom ótrúliga væl við í róðrinum, meðan Gongurólvur fekk ikki góðan start og kom ongantíð eins og á norðoyastevnu heilt fram í oddin. Tað sá út, sum Jarnbardur hevði tak á støðuni allan róðurin, og tað má sigast, at venjingin hjá teimum hevur verið røtt síðani á norðoyasevnu. Gongurólvur tók seg nógv fram seinast í róðrinum, men tá var ov seint. Eg skrivaði friggjadagin, at allar bátarnir, sum vunnu á norðoyastevnu, ikki fóru at vinna í Hvalvík. Eg helt, at Sølmundur ella Gongurólvur vunnu í Hvalvík, men Jarnbardur vildi nakað annað.

Jarnbardur fekk góðan start og helt góða byrin allan teinin við góðum endaspurti. (Mynd Einar Kallsberg)
Jarnbardur fekk góðan start og helt góða byrin allan teinin við góðum endaspurti. (Mynd Einar Kallsberg)

5-mannafør gentur: 16.58. Erla Kongsdóttir var í serflokki í Hvalvík, og tað er áhugavert at síggja, hvussu long og kraftmikil tøk genturnar úr Fuglafirði taka. Spógvin, Sílið, Blikur og Erla Kongsdóttir fingu besta startin. Longri inni dragna Ørnin og Spógvin, undir landinum tekur Blikur seg fram. Tað løgna í hesum róðri, er, at tá ið Erla er farin um málið er hørð kappping um annað plássið, sum Sílið vinnur. Stuttligt at síggju ungu genturnar umborð á Jallinum, sum róðu barnaróður seinasta róðrarár. Genturnar rógva nógv títtari enn hinar manningarnar, men tað sær út, at genturnar orka væl, men kropsstyrkin vantar enn í mun til manningina umborð á Erlu Kongsdóttir.

Erla Kongsdóttir var í Hvalvík enn einaferð í serflokki. (Mynd Einar Kallsberg)
Erla Kongsdóttir var í Hvalvík enn einaferð í serflokki. (Mynd Einar Kallsberg)
Genturnar á Sílinum, Bliki og Jallin kappast um annað plássið. (Mynd Einar Kallsberg)
Genturnar umborð á Sílinum, Bliki og Jallinum kappast um annað plássið. (Mynd Einar Kallsberg)

8-mannafør: Ótrúliga vøkur sjón at síggja róðurin millum Argjabátinum og Miðvíngi. Gullbrandur megnaði ikki at fylgja við. Eg havi einki annað ár sæð so góðar sjónvarpsmyndir av kappróðri sum í ár. Nærmyndirnar eru bara so ótrúliga góðar. Spennandi og góður róður, har Argjabáturin hevði lítlan mun mest sum allan teinin til hundrað metrar vóru eftir. Tá dró Miðvingur frá Argjabátinum, sum ikki megnaði at svara aftur í endaspurtinum. Søguligur sigur, tí hetta er fyrstu ferð, at 8-mannaførini rógva 2000 metrar. Tungur róður hjá manningunum, tí seinast í róðrinum var mótivindur.HvalvíkMiðvingur

Gullbrandur úr Fuglafirði megnar ikki enn at fylgja Miðvingi og Argjabátinum. (Mynd Einar Kallsberg)
Gullbrandur úr Fuglafirði megnar ikki enn at fylgja Miðvingi og Argjabátinum. (Mynd Einar Kallsberg)

10-mannafør: Spennandi og ótrúliga góður 10-mannafarsróður í Hvalvík. Klaksvíkingur leyp stóran skut ella hálva botslongd fram um í startinum, men skjótt kom Havnarbáturin við, meðan Tvørábáturin var nakað aftanfyri. Torført at meta um vinkulin, tí tað sá út leingi miðskeiðis í róðrinum, at Havnarbáturin eitt bil var odda eftir at hava tikið seg inn á Klaksvíking. Eingin ivi er um, at Klaksvíkingur róði nógv betur í dag enn á norðoyastevnu, og hetta sást frá byrjan. Havnarbáturin ger tað fantastiskt, men tað vantar bara tað allar seinasta.

Til Róðrarsambandið: Vit gleða okkum longu til næstu stevnu um eina viku. Fýra nýggir vinnarar í Hvalvík. Klaksvíkingur, Miðvingur, Jarnbardur menn og Drekin dreingir. Til Róðrarsambandið er at siga, at tit mugu syrgja fyri, at 5-mannaførini við dreingjum koma til startin tíggju minuttir í trý, so róðurin kann byrja stundisliga klokkan trý. Hetta er gjørt áður. Ikki er neyðugt frá byrjan at missa fimtan tjúgu minuttir hvørja ferðina. Nú eru tveir startir, og teir mugu vera klárir at brúkan beinanvegin. Verður slíkt ikki gjørt, er líkamikið, um vit skrotta ein róðrartein ella ikki. (Vagnur)

Torført var bæði hjá útvarpsbátinum og myndamanninum at rokna út málvinklinum úr landi. Klaksvíkingur var á odda mest sum allan teinin. (Mynd Einar Kallsberg)
Torført var bæði hjá útvarpsbátinum og myndamanninum at rokna út málvinklinum úr landi. Klaksvíkingur var á odda mest sum allan teinin. (Mynd Einar Kallsberg)

Barnaróður dreingir
1 Beinta 02:47.06

2 Jomfrúgvin 02:48.10
3 Junkarin 02:50.15
4 Ternan 03:11.13

Støðan
1 Beinta 7
2 Jomfrúgvin 6
3 Junkarin 5
4 Ternan 4

Barnaróður gentur
1 Fípan Fagra 02:47.20
2 Spógvin 02:48.23
3 Jallurin 02:49.22
4 Títlingur 02:50.15
5 Firvaldur 02:54.03
6 Hulda 02:57.04
7 Beinta 02:58.07
8 Pílur 03:02.03
9 Falkur 03:11.16

Støðan
1 Fípan Fagra 13
2 Títlingur 11
3 Spógvin 10
4 Jallurin 10
5 Firvaldur 6
6 Hulda 4
7 Beinta 1
8 Falkur 1
9 Pílur 0

5-mannafør dreingir

1 Drekin 05:02.14
2 Fípan Fagra 05:03.17
3 Royndin Fríða 05:05.07
4 Jallurin 05:08.10
5 Blikur 05:12.21
6 Ternan 05:18.11
7 Sílið 05:38.13

Støðan
1 Drekin 13
2 Royndin Fríða 12
3 Fípan Fagra 10
4 Jallurin 9
5 Blikur 6
6 Ternan 4
7 Frúgvin 1
8 Sílið 1

6-mannafør kvinnur
1 Jarnbardur 05:12.07
2 Rádni 05:22.23
3 Herningur 05:23.21
4 Lómur 05:30.00
5 Sølmundur 05:58.21

Støðan
1 Jarnbardur 14
2 Rádni 12
3 Lómur 9
4 Sølmundur 7
5 Herningur 5

5-mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:20.15
2 Falkur 05:20.16
3 Teistin 05:21.18
4 Ørnin 05:22.21
5 Tjaldrið 05:24.11
6 Drekin 05:28.00
7 Hvassi 05:34.16

Støðan
1 Havfrúgvin 14
2 Teistin 11
3 Ørnin 9
4 Falkur 9
5 Tjaldrið 7
6 Drekin 2
7 Hvassi 1

6 mannafør menn
1 Jarnbardur 04:52.17
2 Sølmundur 04:53.03
3 Gongurólvur 04:53.16
4 Herningur 04:56.05
5 Strálan 04:56.13
6 Tvørabáturin 04:57.10
7 Riddarin 04:58.10
8 Lómur 05:01.16

Støðan
1 Sølmundur 13
2 Jarnbardur 12
3 Gongurólvur 11
4 Herningur 8
5 Strálan 5
6 Riddarin 4
7 Tvørabáturin 3
8 Lómur 0

Úrslit
1 Erla Kongsdóttir 05:19.22
2 Sílið 05:32.06
3 Jallurin 05:32.24
4 Blikur 05:33.13
5 Ørnin 05:41.05
6 Spógvin 05:48.13

Støðan
1 Erla Kongsdóttir 14
2 Sílið 10
3 Blikur 9
4 Ørnin 9
5 Spógvin 5
6 Jallurin 5
7 Tjaldrið 2
8 Tambar 1

8-mannafør

1 Miðvingur 09:52.16
2 Argjabáturin 09:54.08
3 Gullbrandur 10:16.16

Støðan
1 Argjabáturin 13
2 Miðvingur 13
3 Gullbrandur 10

10-mannafør

1 Klaksvíkingur 09:25.19
2 Suðuroyingur 09:27.24
3 Havnarbáturin 09:29.09

Støðan
1 Klaksvíkingur 13
2 Suðuroyingur 13
3 Havnarbáturin

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply