Monthly Archives: juni 2013

Kappróðurin á Tvøroyri var væl úr hondum greiddur

Sølmundur við monnum var á odda mestsum allan teinin,
Sølmundur við monnum var á odda mestsum allan teinin. Skínur sólin er verri at taka myndir.

Tað tók sína tíð at finna taskuna við myndatólinum, tí Smyril var ikki á Havnini fyrr klokkan ellivu leygarkvøldið, og ikki fyrr enn á middegi í dag eftir at hava vakt rógvarar ymsastaðni, fann eg myndatólið í einum bili. Rógvarar hava sovið leingi í morgun, tí vóru fartelefonir slóknar. Tað er sum spæla tombola at hyggja, hvussu myndaúrtøkan var á Tvøroyri, og ikki havi eg ánilsi av, hvør tók myndirnar. Eg eri altíð væl nøgdur, eisini hesuferð, sjálvt um tey ikki fingu mynd av 5-mannaførum við dreingjum og gentum. Drekin og Erla Kongsdóttir hava verið á heimasíðuni, og tey vera ikki gloymd. Eg gitti hósdagin, at vit fingu ein nýggjan vinnara í teimum sjey FM-róðrunum, og so var. Les meira…

Vit gita um FM-róðrarnar á Tvøroyri – vit fáa ein nýggjan vinnara

6-mannaførini við monnum vera javnari í oddinum á Tvøroyri. (Mynd Karen Sjúrðagarð)
6-mannaførini við monnum vera javnari í oddinum á Tvøroyri. (Mynd Karen Suðurgarð)

Føroyskur kappróður man vera løgnasti kappróður í heiminum, og tað má vera ørkymlandi at rógva við 8-mannafari og 10. mannafari. Fyrst rørt tú 1500 metrar á fyrstu stevnu, á næsta og triðju stevnu 2000 metrar og síðani á fjórðu stevnu aftur 1500 metrar. So gongur vika og rógvast skal aftur 2000 metrar og vikuna eftir 2000 metrar, og tú endar á ólavasøku at rógva 901 metur. Í 2014 rógva 8-mannaførini og 10-mannaførini næstan bara 1500 metrar og 1000 metra teinar. Hetta fyribrygdi finsta onga aðrastaðni í heimnum. Flestu róðrar á Tvøroyri er mest sum avgjørdir frammanundan, men eg rokni heilt vist við, at vit fáa ein nýggjan vinnara. Les meira…

Gentur og kvinnur vælegnaðar at stýra dreingjum og monnum

Anja Jansdóttir Thomsen hevur stýrt Drekanum í trý ár. (Mynd Vagnur)
Anja Jansdóttir Thomsen hevur stýrt Drekanum í trý ár. Eftir ólavsøku fer hon til Danmarkar i lestrarørindum. (Mynd Vagnur)

Ikki eru nógvar ár síðani, at gentur og kvinnur fingu loyvi at stýra bátum mannaðir við dreingjum og monnum. Manningar gjørdu sær dælt av hesum, tí umráðandi er at hava lættan persón at stýra bátinum, og mangan eru gentur lættari í hesum aldri.

Fleiri gentur og kvinnur stýra nú bátum mannaðir við dreingjum og monnum. Eitt av dømunum er Anja Jansdóttir Thomsen, sum stýrir Drekanum mannaður við dreingjum, og hana havi eg hitt. Anja er nítjan ára gomul og hevur stýrt Drekanum í trý ár, men hvat fekk hana at seta seg aftur í rong á Dreknum. Hava ungu dreingirnir “repekt” fyri henni?

– Fyrst vil eg siga, at tað var av tilvild, at eg kom umborð á Drekan fyri trimum árum síðani. Eg havi spælt fótbólt, badminton og hava róð eitt sindur, men ikki róð á stevnu. Les meira…

Summi rógva í vesti og summi rógva tí verri ikki í vesti

Hví hesi ikki rógva í vesti, skilja eg slett ikki. Hetta er ikki vøkur sjón og ikki góð fyrimynd fyri heilt ungar rógvarar. (Mynd Vagnur)
Hví hesi ikki rógva í vesti, skilja eg slett ikki. Ikki vøkur sjón og ikki góð fyrimynd. (Mynd Vagnur)

Øll árini tey seinastu árini eg havi skrivað um kappróður, havi eg havt stóran áhuga í, at rógvarar halda kunngerðina um trygd á sjónum. Rørt tú ikki í vesti og verður tikin av fólki frá Fiskiveiðueftirlitinum, fært 1000 krónur í bót, sum rógvarin sjálvur skal gjalda. Mánadagin var eg í fjørðinum við bátinum, og tá kundi eg bara staðfesta, at nú eru tað bara nakrir fáir rógvarar, sum ikki rógva í vesti. Eg haldi, at tað er so ótrúliga týdningarmikið, at eldru rógvararnir slóða fyri, so tey ungu síggja, at soleiðis fyriheldur tú tær á sjónum. Í Argja Róðrarfelag rógva øll í vesti, men tað haldar hjá summum rógvarum í Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri. Hugburðurin er broyttur til tað betra, og vit skulu minnast til, at tey sum rógva barnaróður eru tólv, trettan og fjúrtan ára gomul, og hvør hevur ábyrgdina, um onkurt álvarsligt hendir. Tað eru feløgini og harvið leiðslurnar í feløgunum. Onkur heldur kanska, at hetta at heingja út fólk á heimasíðuni, men tú kanst bara fara oman “Ískaini”, so sært tú myndina. Hon er almenn, og í míni verð er hetta fyribygjandi skriving. Summir eldri rógvarar plaga at fara úr vestinum, tá ið málið verður rógvið undir venjing. Er tað rætt? Nei. (Vagnur) Les meira…

Róðrarsambandið keypt nýggjan serligan kappróðrarbát

Hetta er bátastøddin, sum Róðrarsambandið hevur keypt.
Hetta er bátastøddin, sum Róðrarsambandið hevur keypt.

Tað var tann tíð, tá ið føroysk kappróðrarfólk fóru longu leiðina til Sillyoyggjar at rógva kapp, men hetta bleiv alt ov kostnaðarmikið, tí steðgaði áhugaverda átakið, sum RSF stóð fyri. Kappróður á Sillyoyggjunum skuldi vera gularót hjá føroyskum kappróðrarfólki at fáa høvi at kappast uttanlands. Bátarnir á Sillyoyggjunum vóru ikki eins og føroysku bátarnir. Róðrarsambandið hevur altíð havt ynskið, at føroyskir rógvarar sleppa uttanlands at kappast. Nú er nýggj roynd gjørd, og tí er ein “coastar rowing” bátur, sum tveir rógvarar rógva, keyptur fyri góðar 60.000 krónur. Eg havi hitt Jan Herman Hansen formannin í RSF og spurt hann, hvat ætlanin er við bátinum. Les meira…

Meiningahornið – Vanlukkan í Hestfirði spøkir altíð aftur

Niðri á støðni á Velbastað er útsýniið ótrúliga gott í allar ættir. (Mynd Vagnur)

Eg plagi mangan at seta bilin uppi á ovara vegi á Velbastað og ganga oman á støðna. Bátadráttur, hús og neystini boða frá einaferð nógvum virksemi á støðni. Ferðin er hvørja ferð serlig, tí útsýnið er vakurt suður í hav, síggja Sandoy, Hest, Koltur og Vágar. Eg plagi at seta meg á bonk á støðni, og seinasta árið hava tankarnir sveimað um vanlukkuna, tá ið glastrevjabátur sakk eftir at hava verið á bátastevnu í Vestmanna. Síggi fyri mær menninar stríðast fyri lívinum, men tí verri druknaðu tveir ungir menn og koma ongantíð afturíaftur. Tú gerst ikki sørt illur at hugsa um slíka vanlukku, tí dugdu menn sær hógv á sjónum, var vanlukkan ikki hend.  Les meira…

Norðmenn ganga høgt upp í trygdina á arbeiðsplássinum (e)

Ikki lætt at kenna sonin við skeribrennara í hond í allari trygdarútgerðini, men trygdin skal haldast.

Sonurin er júst komin heim eftir at hava arbeitt í tvær vikur á einum boripalli, sum er til umvælingar og klassingar á CCB Ågotstøðini í Bergen. Og tú stendur púra býttur, tá ið hann greiðir frá, hvussu strangar trygdarreglurnar eru á arbeiðsplássinum. Fyrst kemur trygdin síðani arbeiðið, siga norðmenn. Føroyingar kundu lært nógv av norðmonnum, tá ið talan er um trygd, sigur sonurin. Les meira…

Tøkk til ungu myndafólkini – Felagsmyndir frá triðja róðrinum

Klaksvíkingur á Skála: St.f.v:
Klaksvíkingur á Skála: St.f.v: Ebbe Petersen, John Reid Jacobsen, Sonni Eliasen, Magnus Norðberg, Per Venned, Jákup Hansen, Janus Dam Jacobsen, Svein Rógvi Nielsen, Jón Syderbø og aftast frá vinstru: Annfinn Sivertsen og Hjálmar Hátún. (Mynd Eirikur á Kletti)

Eg eri ikki sørt errin av ungu myndafólkunum, sum vilja taka myndir fyri heimasíðuna. Uttan myndir nyttar einki at skriva um kappróður, og eg geri hetta bara til stuttleika. Tá ið eg skrivaði á www.drekin.fo frá 2003 til 2008, var Chistopher Lützen knýttur at heimasíðuni, at hann var á hvørjari stevnu, hvørjari hugnaløtu og ársveitslu. Tá var hugaligt at skriva um kappróður, tí myndir vóru altíð góðar og nógvar. Nú eri eg einsamallur, og hetta kann bara gerast við hjálp frá ungum rógvarum í Álakeri, sum geva mær hjálpandi hond. Eg gevu teimum taskuna við myndatólinum og sigi teimum á leið, hvørjar myndir eg ynski, og hvussu tey á leið taka myndirnar. Men hesi rógva eisini sjálvi, og mugu tí lata myndatólið til onkran annan. Myndatólið kemur altíð aftur, og eg eri ovfarin hvørja ferð av úrtøkuni, tí myndirnar eru frálíkar. Tey ungu duga bara tað tekniska. Niðanfyri eru tvær myndir av Havfrúnni úr Vestmanna, men tað er tí, at ein kvinna er burtur úr aðrari myndini. Sjálvandi skal henda kvinnan eisini við. (Vagnur) Les meira…

Størsta herðaklappið fáa stevnufyrireikararnir á Skála

Klaksvíkingur var nógv stinnastur á Skála. (Mynd Hvannrók)
Klaksvíkingur var nógv stinnastur á Skála. (Mynd Karen Suðurgarð)

Allir bátarnir uttan Miðvíngur, sum vunnu í Hvalvík, vunnu eisini á Skála. Tað var bara ein heilt spennandi róður, og tað var 6-mannaførini við monnum, sum Jarnbardur enn einaferð vann. Drekin dreingir, Erla Kongsdóttir gentur, Havfrúgvin kvinnur, Jarnbardur kvinnur, Jarnbardur menn, Argjabáturin og Klaksvíkingur vunnu sínar róðrar. Fyrst av øllum stórt herðaklapp til stevnufyrireikararnar á Skála. Tey gjørdu  heimaarbeiðið til fullnar, og alt gekk sum eftir ánni. Klokkan 16.49 startaðu 10-mannaførini á 2000 metrum, og hetta má vera føroyskt met. Men haldið tykkum fæst. Dreingjamanningarnar startaðu stundisliga klokkan 15.00, og hetta var frálíkt. Les meira…

Meiningahornið – Tvey politisk mál fylla í løtuni nógv hjá fólki

Kára P. Højgaard kann ikki einsamallur senda eina milliard út av landinum.
Kára P. Højgaard kann ikki einsamallur senda eina milliard út av landinum.

Tá ið eg í fjølmiðlunum hoyrdi, at landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard einsamallur kann undirskriva sáttmála við danska fyritøku um at gera undirsjóvartunnil millum Havnina og Skálafjørðin, so hugsaði eg nakað soleiðis: Hevur okkara politiska skipanin nú veruliga spælt fallit. Talan er jú um eina milliard krónur, sum fara út av landinum og í onkran danskan pensiónskassa, og sum føroyski brúkarin av tunlinum skal gjalda til í eini tretivu/fjøritu  ár. Útlendska fyritøkan ger av, hvussu nógv skal kosta at koyra ígjøgnum tunnilin. Hetta er heilt burturvið. Hitt málið er borgarstjórin í Klaksvík Jógvan Skorheim, sum sigur seg hava so nógva orku, at hann kann tæna tveimum harrum samstundis. Les meira…