Monthly Archives: mai 2013

Hevur Havnarbáturin møguleika í Klaksvík leygardagin?

Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)
Havnarbáturin í oldboys-róðrinum á ólavsøku í 2012. (Mynd Vagnur)

Fyrsti FM-róðurin á norðoyastevnu er altíð serligur, tí tá fáa vit at vita, hvørjar bátar vit kunnu rokna við í summar. Altíð er torført at meta um fyrstu úrslitini, tí tað eru ikki somu manningar, sum róðu í fjør. Rógvarar fara av bátum, og aðrir koma umborð. Eg siti júst og hugsi um, um Havnarbáturin hevur nakran møguleika ímóti Klaksvíkingi og Suðuroyingi leygardagin. Les meira…

Úr myndasavninum – Myndir siga frá framburði í samfelagnum

"Kinabrekkan" avmyndað í 1967. (Mynd Havnarmyndir - fyrr og nú)
“Kinabrekkan” avmyndað í 1967. (Mynd Havnarmyndir – fyrr og nú)

Í gerandisdegnum geva vit okkum ikki far um broytingar, sum alla tíðina fara fram í samfelagnum. Ikki fyrr enn vit síggja gamlar myndir, stúrsa vit og síggja, hvussu nógv alt er broytt. Tá eg síggi omanfyri mynd, minnist eg aftur vandamiklu ” Kinabrekkuna”, har mangur bilur fór út av vegnum. “Kinabrekkan” er partur av Landavegnum frá Vesturkirkjuni og vestureftir. Ongar gongubreytir og ikki kundi tveir bilar møtast í brekkuni. Eg var seytjan ár, tá ið myndin varð tikin, og eg eri uppvaksin sunnanfyri Vesturkirkjuna hinumegin Rættará. Partur av Rættará er framvegis opin á. Les meira…

Úr myndasavninum – Við sorgblídni skrivaði eg greinina í 1999

Poul Enok Hansen, sáll, skýtur í dysti ímóti Kyndli. Regin Jacobsen stendur í málinum. (Mynd Vagnur)
Poul Enok Hansen, sáli, skjýtur í dysti ímóti Kyndli. Regin Jakobsen stendur í kyndilsmálinum. (Mynd Vagnur)

Hondbóltskappingarárið 1998/1999 skrivaði eg alt tilfarið í leikskránna, sum Neistin gav út til heimadystirnar hjá monnum og kvinnum í bestu deildini. Av og á hyggi eg í hesi bløð, og tað er ikki smávegis av hondbóltstilfari, eg skrivaði í leikskráirnar hesi árini. Í gjár kagaði eg í bløðini frá 1998/1999 og kom fram á niðanfyri grein um fýra evnaríkar StíF spælarar, sum fóru alt ov ungir. Tað er við sorgblídni at skriva tekstin av, tí tað er so meiningsleyst, at hesir fýra ikki eru millum okkum longur. Greinin stóð í dystarblaðnum 20. februar 1999, tá Neistin og StÍF spældu í Havn. Les meira…

Meiningahornið – Ábyrgdarleyst at spara burtur eina náttarvakt

Ein náttarvakt er ov lítið at ansa 27 búfólkum á Ellisheiminum. (Vagnur)
Ein náttarvakt er ov lítið at ansa 27 búfólkum á Ellisheiminum. (Vagnur)

Avvarandi hjá búfólkunum á Tjarnargarði gera av álvara vart víð sína ónøgd um sparingar á Tjarnargarði. Tey finna seg ikki í, at røktartímar verða spardir burtur á stovninum, og at serliga ein av tveimum náttarvaktum skal sparast burtur. Tey siga, at røktin við sparingunum er ikki nøktandi og ikki “forsvarlig”. Í Kringvarpinum á middegi hoyrdi eg leiðaran á Tjarnargarði siga, at sjálvt um sparingar verða framdar, er røktin framvegis “forsvarlig”. Pápabeiggi mín býr á Tjarnagarði og mamma mín býr á Ellisheiminum, so nakað kenni eg til støðuna og møguligu sparingarnar. Eftir at hava tosað við starvsfólk á báðum stovnunum, er støða mín púra greið: Ábyrgdarleyst bara at lata eina náttavakt ansa búfólkunum á Tjarnargarði og Ellisheiminum. Hetta siga avvarnadi og eisini øll starvsfólkini, eg havi tosað við. Les meira…

Rógvarum dámar væl, at 6-mannaførini rógva 1000 metrar

Gongurólvur venur hóskvøldið. Manningini dámar væl, at teir skulu rógva 1000 metrar. (Mynd Vagnur)
Gongurólvur venur hóskvøldið. Manningini dámar væl, at teir skulu rógva 1000 metrar. (Mynd Vagnur)

Róar Dalsgaard er nevndarlimur í Havnar Róðrarfelag og rør við 6-mannafarinum Gongurólvi á lærinum stýriborð. Á norðoyastevnu leygardagin 1. juni rógva heilt vist átta 6-mannafør: Lómur, Herningur, Jarnbardur, Gongurólvur, Strálan, Sølmundur, Riddarin og Tvørabáturin. Vónandi kemur onkur bátur aftrat. Eg havi spurt Róar Dalsgaard, um hann hevur fatanina, at menn dáma, at  6-mannaførini í summar rógva 1000 metrar á øllum stevnum. Les meira…

Hugburðurin at rógva í vesti gongur rætta vegin

Tær rógva allar í vesti, men vestarnir eru ymiskir. (Mynd Vagnur)
Tær rógva allar í vesti, men vestarnir eru ymiskir. (Mynd Vagnur)

Í gjárkvøldið um nýggju tíðina leitaði eg mær oman ímóti sjónum til tess at vita, um eg sá nakran kappróðrarbát. Illfýsið veður og tað regnaði. Jú, mín sann, eitt blátt 6-mannafar við kvinnum fór fram við Molanum. Mín áhugi var at finna út av, um rógvarar taka reglugerðina í álvara um bjargingarútgerð. Í fjør var eg ikki sørt bilsin, tá ið bátar aðrastaðni í Føroyum komu til Havnar at venja til ólavsøkuróðurin. Bara eina løtu kom eg til 28.000 krónur í inntøku til Fiskiveiðueftirlitið, tí fleiri manningar róðu ikki í vesti. Eg havi spurt Petur í Gong nevndarlim í Róðrarfelagnum Knørri, hvussu gongur at halda reglugerðina um bjargingarútgerð. Les meira…

Seks av sjey mansvenjarum í hondbólti eru settir

Uppgávan hjá Jacob er at endurvinna FM-heitið?
Uppgávan hjá Jacobi er at endurvinna FM-heitið?

Hondbóltskappingin er av, men fyrireikingingarnar til næsta kappingarnar eru byrjaðar. Tað allar fyrsta er at fáa venjararnar á pláss, og tað gongur væl at finna venjarar til mansliðini, meðan tað gongur seinni við kvinnuvenjarunum. Í Kollafirði er greitt, at Jacob Jónsson heldur fram í KÍF við Jotic sum málmansvenjara. Í Vestamnna heldur Henrik Gerster fram, meðan Bárður Johannessen gevst í Kyndli, og Finnur Hansson og Hjalmar Klein Olsen venja kyndilsliðið. Í Neistanum halda Áki Mørk og Ári Rouch fram,´Petur Mittún Petersen og Halgir Dahl Olesen halda fram í H71. Í Team Klaksvík er Svein Rógvi Nielsen settur styrkivenjari, og Zarko heldur fram sum spælandi venjari. Í StÍF er venjarastarvið ikki enn avgreitt, Alexsandur vandi liðið saman við Marius Joensen. Men hvussu við spælarum og kvinnuvenjarum? Les meira…

Val av ársins hondbóltsspælarum kundi verið gjørt øðrvísi

Hevði er valrætt valdi eg henda spælara til ársins spælara.
Hevði eg valrætt, valdi eg Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF til ársins spælara.

Alt gott um gallaveitslur, har eingir veruligir gallaklæðir eru sjá, og frálíkt tiltak, at borgarstjórin í Havn bjóðar FM-vinnarum til hugnaløtu og betri bita í Müllers pakkhúsi. Áhugi mín er heilt lítil, hvør gerst ársins spælari ella ársins ditt og datt, sjálvt um ungir spælarar hava herðaklapp uppiborið eftir lokið kappingarár. Tá ið eg hoyri, hvussu spælarar atkvøða um ársins spælarar, er áhugin enn meira minkaður.

Mannagongdin er hon, at hvørt lið fær tveir atkvøðuseðlar frá gallafyrireikarunum, spælarar fáa ein seðil og venjaratoymið ein seðil. Hetta er skipan, sum gallafyrireikarar einaferð í tíðini hava funnið uppá, og hvørki fjølmiðlar, serkøn hondbóltsfólk ella Hondbóltssambandið eru partur í hesum. Les meira…

Nakrir tankar um róðrarteinarnar í føroyskum kappróðri

Róður 2Nú stundar til fyrsta FM-róðrarnar í Klaksvík 1. juni, og bátatalið er nakað tað sama sum í fjør. Tað serliga við kappingarárinum í ár er, at 8-mannaførini og 10. mannaførini rógva heilar fimm 2000 metra teinar, meðan í Klaksvík skal rógvast 1500 metrar og á ólavsøku 901 metur. Hetta skiftir ár um ár alt eftir, hvar róðrarstevnurnar eru. Óivað onga aðrastaðni í heiminum, har tey rógva kapp, verður skift so nógv millum róðrarteinarnar. Orsøkin er, at brimgarðar, aliringar og forðandi streymur gera, at feløg ikki kunnu bjóða fram somu teinar á øllum stevnum. Hetta eru umstøðurnar hjá føroyskum kappróðri. Les meira…

Fyrsti FM-róðurin er í Klaksvík 1. juni. Bátatalið er nakað tað sama sum í fjør

Havnarbáturin kemur ístaðni fyri Vestmenning. Trý ´10-mannafør í summar. Suðuroyingur,  Klaksvíking og Havnarbáturin.
Havnarbáturin kemur ístaðni fyri Vestmenning. Trý 10-mannafør í summar. Suðuroyingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin.

Eg havi loddað dýpið kring landið, hvussu gongst at manna kappróðrarnar í summar, havi ringt til mest sum øll feløgini, men okkurt felag fái eg ikki fatur á. Fyrsti FM-róðurin er í Klaksvík leygardagin 1. juni, og staðfestast kann, at tað síggjast glottar frá í fjør, men kappróðrinum má enn sigast at vera í “lítlari” kreppu, tí bátarnir eru ov fáir. Gleðiligt er at síggja, at Kappróðrarfelagið NSÍ hevur við átøkum fótað sær aftur. Løgin kensla at tosa við nevndarlimir til kring landið, tí øll, eg tosi við, eru hørm um, at 8-mannaførini skulu rógva 2000 metrar, meðan tey einki hava ímóti, at 6-mannaførini við monnum nú rógva 1000 metrar. Øll siga, at má róðrarteinur strikast, so er tað 2000 metrateinurin hjá 10-mannaførunum. Les meira…